mánadagur 22. januar 2018síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 22. januar 2018 · Nr. 9
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
Tróndur Arge
3. partur endaði við, at Italia gjørdi
bart og vann 29-28 á Ukraina.
Klokkan er níggju um kvøldið og
venjaratoymið ætlar sær heim á
gistingarhúsið. Sonni Larsen og
Jeppe Borch, landsliðsvenjarar,
stríðast við at fáa eitt avrit av
dystinum, tí Føroyar skulu í
annaðkvøld spæla móti Italia. Tað
gongur illa og teir fara tómhentir
heim.
Vit
eru
tríggir,
sum
velja
at ganga stutta teinin heim á
Premstellar
gistingarhúsið.
Eg,
málmansvenjarin, Dejan Lačok,
og liðleiðarin, Petur Sivertsen.
Býráðið í Bolzano hevur ikki
tikið hædd fyri túrinum, tí tað er
nærmast hættisligt at ganga, tí
ongin gongubreyt er helmingin
av vegnum. Tað er myrkt og eg má
tendra ljósini á fartelefonini, so vit
tríggir ikki andast í eini takling frá
einum mótkoyrandi bili.
Onkuntíð
fyrikoma
nøvn,
sum ikki eru líkatil at úttala.
Eg minnist at eg eina ferð leypi
málmansvenjaran um, tá eg nevni
venjararnar. Eg fór at ivast hvussu
eg skuldi úttala navnið. Nú spurdi
eg hann bara. Dejan “La-tjokk”.
Hann geiðir mær frá, at tað eru
fleiri sløg av C á serbiskum. Hann
greiðir eisini frá tíðini, tá hann kom
til Føroya at spæla við mansliðnum
hjá Tjaldrinum. Fittur maður, sum
tosar væl føroyskt.
Liðleiðarar
blíva
mangan
snúningspunktið á einum liði.
Soleiðis
er
eisini
við
Peturi
Sivertsen. Hann er eisini liðleiðari
hjá H71. Hetta er fyrstu ferð, at
hann er við landsliðnum. Flent
verður eftir onkrari uppgerð við
heldur
margháttligu
fólkini
á
gistingarhúsinum, men hann livir
upp til allar fordómarnar um ein
liðleiðara. Drønar runt millum
spælararnar, fyri at halda skil á.
Altíð í gongd.
Hæddarskrekk
Leygardagurin er stóri dagurin, tá
Føroyar skulu spæla móti Italia.
Dysturin er ikki fyrr enn klokkan
20:45, so tíðin skal brúkast til
okkurt. Fyrraparturin fer til eina
stutta útferð, har liðið roynir
kaðalbeytina í býnum. Onkur
hevur hæddarskrekk, men tað
gongur nú bara væl.
Helgi Hoydal er við á túrinum,
men hann er dekan ov djarvur, tá
hann ætlar sær við á gongutúrin.
Hann er á høkjum og má skjótt
geva skarvin yvir. Hóast hann
er hondbóltsspælari, so halda
hendurnar ikki til eina gongutúr
saman við hinum.
Spælararnir
fáa
ein
bita,
áðrenn farið verður niður av
fjallatoppinum. Allir spælararnir
eru í sama vogni. Eg nái akkurát
at hugsa, at tað var kanska ikki so
smart, um okkurt skuldi hent, so
eru vit komnir vegin fram. Trygt og
gott, og eini 100 Instagram myndir
seinni.
Italskur blíðskapur
Komin aftur á gistingarhúsið fara
spælararnir í holt við taktik, hvíld
og mat. Tað er long tíð til dysturin
byrjar, so ein túrur í býin tiltalar.
Upplivingin higartil er, at tað er
torført at fáa fatur á einum taxa.
Tú skal ringja til ein automatiskan
telefonsvarara, men hann er bara á
italskum. Tí er skilabest at bíleggja
í móttøkuni á gistingarhúsinum.
Tað eru trý konufólk, sum
arbeiða á gistingarhúsinum. Ein
smílandi og tvær, sum ikki lata
við seg koma. Ein teirra situr við
móttøkuna. “Un minutto”, sigur
hon. Tíggju minuttir seinni kókar
millum oyrini, men hon situr bara
í sínum egna hugaheimi. Tosar í
telefon og printar út.
Tað er ikki fyrr enn fyrrnevnda
myndakvinnan
hjá
italska
hondbóltssambandinum, Isabella
Gandolfi, kemur framvið, at tað
eydnast at fáa boðini fram til
móttøkuna. – Eg haldi her hevur
verið ein misskiljing, roynir Isabella
at greiða mær frá, tá hon hevur
tosað við súru damuna í móttøkuni.
Tað ber til – ella ikki
Í høllini er lagið gott – og tó.
Bussurin,
sum
hevur
koyrt
føroyska liðið til hinar báðar
dystirnar, er ikki tøkur hetta
kvøldið. Heldur kemur ein lítil
bussur eftir føroysku spælarunum.
Tað fær Sonni Larsen til at melda
kríggj í samrøðu stutt undan
dystarbyrjan. Hann heldur, at
vertirnir drilla okkum.
Høllin er næstan full og tað er
spennandi at sita á síðulinjuni, tá
dysturin verður bríkslaður í gongd.
Føroyska liðið er væl við, men vit
brenna upplagdar málmøguleikar.
Í hálvleikinum eru trý mál á muni.
Tað er full semja um, at vit kunnu
spæla við allan dystin.
Føroyskur hondbóltur fer nú
at prógva, at hann hevur flutt seg.
Vit fara at senda eina staðfesting
heim til føroyska fólkið. Tað var
tað vit væntaðu, men sannleikin
bleiv tað mótsatta. Føroyska liðið
fer upp í límingini og tapir við 11
málum. Nú er murran, at vit hava
langt á mál. Venjarar og spælarar
royna at finna eitt andlitsbrá, sum
passar til, men hóast orðini eru
positiv, so er vónbrotið at síggja á
kropsmálinum.
Fólksliga revsingin
Eg havi nú verið við landsliðsítrótti
í fleiri ár. Eitt afturvendandi
er, at spælararnir leggja nógv í
reaktiónirnar heima úr Føroyum.
Eg upplivi tað á A-landsliðnum, U17
landsliðnum sum var til EM og á
U21 landsliðnum, sum var í Algeria.
Serliga U21 landsliðið gleddi
seg
til
ólavsøkutiltakið
hjá
Miðlahúsinum,
tá
teir
blivu
heiðraðir í Vágsbotni frammanfyri
fleiri túsund fólkum. Tað var tað
teir gleddi seg mest til við at koma
heim. At vísa tjóðini, at teir hava
framt eitt megnar avrik.
Av tí sama, so tykist tað sum,
at spælararnir eisini øtast við
reaktiónirnar, tá tað gongur illa.
Hesa ferð eru kritiskar røddir
frammi í Føroyum, og tey boðini
koma eisini til Italia. Tað er
vert at hugsa um, at fólksins
dómurin hevur so stóra ávirkan á
spælararnar.
Góðamorgun og farvæl
Sunnudagin
er
morgunmatur
klokkan
10,
men
fleiri
av
spælarunum velja at sova so
leingi, sum teir kunnu. Bussurin
koyrir klokkan 12. Tríggjar tímar
seinni er bussurin á flogvøllinum
og nakað út á kvøldið, brestur
Ryanair-flúgvarin niður í Kastrup.
Sigst orsaka av vindi. Onkur av
spælarunum er ikki heilt tryggur
við at flúgva, men alt spælir væl av.
Onkrir fara av í Danmark, meðan
nakrir yvirnátti í Keypmannahavn,
og flúgva so víðari til Føroya
mánadagin. Vesturi á flogvøllinum
er kalt og vindur, tá Atlantic
Airways lendir. Fleiri familjur eru
komnar at taka ímóti spælarunum.
Størsta logistikk-uppgávan er at
fáa allar taskurnar við til Havnar,
so liðleiðarin kann fáa alt upp á
pláss.
Hetta skuldi verða ein góð byrjan
upp á nýggja hondbóltslandsliðið.
Tað bleiv tað ikki heilt, men heldur
blívur talan um eina byrjan. Allir
tankar, um at føroyska liðið hevði
hoppa fyrsta trin um, verða skotnir
í senk í seinna hálvleiki móti Italia.
Føroyskur hondbóltur hevur
nú eina uppgávu, at lyfta seg upp
á eitt hægri stig. Tað inniber, at
øll í felag gera sín part eitt sindur
betri. Spælarar, venjarar, nevndir,
stuðlar, áskoðarar, foreldur, vinir
og politikkarar.
Hetta er so fjórða og seinasta
ferðafrásøgnin
frá
HM-
undankappingarluttøkuni
hjá
føroyska
manslandsliðnum
í
Bolzano í Italia. Vit hava langt á
mál, men nú er ferðin byrjað.
Tróndur Arge – Bolzano, Keypmannahavn
og Vágar
4. og seinasti partur
BUKAÐIR
Í BOLZANO
Niklas Simonsen, Skjern
Ári Dam, H71
Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF
Rókur Akralíð, Kyndil
Hilmar Leon Jakobsen, H71
Sigmundur Nolsøe, H71
Kjartan Johansen, Fyllingen
Jónas Djurhuus, HØJ
Peter Krogh, Skive
Helgi Hoydal, Odder
Nicklas Selvig, TMS
Ringsted
Fríði Weyhe, FFI
Sjúrður Olsen, VÍF
Sámal á Tjaldrafløtti, Team
Klaksvík
Tróndur Kragesteen, Neistin
Høgni Klein Olsen, Kyndil
Føroyski hópurin:
Ferðafrásøgn úr Bolzano 4. partur: