mánadagur 22. januar 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. januar 2018 · Nr. 9
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Um vikuskiftið hava sjey dystir
verið í steypakappingini. Tríggir
hjá kvinnum og fýra hjá monnum.
Felags fyri úrslitini er, at favoritt
arnar vunnu í øllum seks dystun
um. VÍF, VB og Kyndil hjá kvinnum,
meðan H71, Neistin, Kyndil og VÍF
vunnu hjá monnum. Eisini var ein
dystur mikukvøldið, har Neistin
vann 44-9 á VÍF 2.
Hjá kvinnunum vóru serliga
tveir málskjúttar, sum gjørdu um
seg um vikuskiftið. Onnur var
Súna K. Hansen skoraði 12 mál fyri
Kyndil, sum vann 31-21 á Stjørnuni í
høllini á Hálsi. Kyndil hevði ávísar
trupulleikar av Stjørnuni í lands
kappingini fyri jól, men hesa ferð
var ongin ivi. Unga Súna K. Hansen
fekk sítt gjøgnumbrot í føroyskum
hondbólti farna kappingarár, men
hevur ikki verið eins sjónliga á
vøllinum
hetta
kappingarárið.
Leygardagin gjørdi hon bart.
Í Vági vann VB 33-21 á StÍF, sum
hevur tað torført í ár. VB hevur
eisini trupulleikar, eftir at topp
skjúttin Mathilde Pedersen fór
av landinum. Fyribils hava Agnes
Pallesen og Caroline Lindfoges tikið
yvir. Tær skoraðu um avikavist 11
mál og seks mál.
Í Vestmanna var heldur ongin
ivi. VÍF vann 27-18 á H71. VÍF er í
holt við eitt framúr kappingarár í
ár. Liðið tapti herfyri móti Kyndli,
men svaraði aftur, tá liðini hittust
aftur. Liljan Djurhuus gekk á odda
og skoraði átta mál.
Komandi umfar verður sunnu
dagin. Í bólki 1 spæla Neistin - H71
og VÍF 2 - VÍF. Í bólki 2 eru dystirnir
StÍF – Kyndil og VB – Stjørnan.
Reytt kort í Hoyvík
Eisini hjá monnunum fóru favoritt
arnir avstað við øllum. Eitt sindur
av dramatikki var í høllini í Hoyvík,
har venjarin hjá KÍF, Jóan Pauli
Olsen, fekk beinleiðis reytt kort
við eftirfylgjandi bláum korti. Tað
merkir at hendingin verður tikin
upp og bannið verður minst tveir
dystir. Sum skilst, so var talan um
okkurt, sum venjarin segði við
dómaraborðið. Tað var ogin drama
tikkur eftirfylgjandi, so helst hevur
tað ikki so nógv upp á seg.
KÍF, sum er í skerdari útgávu,
megnaði annars at geva hoyvík
ingum eitt sindur av mótstøðu.
Uttan spælarar sum Andrias Niel
sen og brøðurnar Fríða, Tony og
Rógva Weyhe, hevði KÍF trupult
við at spæla upp við H71, sum í fleiri
førum hevði eina trivaliga leiðslu.
Tað endaði tó við einum smølum
27-25 sigri, eftir at kollfirðingar
stríddu seg aftur í dystin.
Á Hálsi royndi Team Klaksvík
at geva Neistanum eitt kvøkk, men
tað riggaði bara til deils. Neistin
fekk takið á dystinum og vann við
átta málum. Torkil Hentze bleiv
toppskjútti við átta málum, meðan
Rasmus Søby skoraði seks mál.
Eisini her var reytt kort á lofti, tá
Jens Pauli Mohr hjá Team Klaksvík
steðgaði
einum
neistamanni
óregluliga.
Hóast Allan Norðberg skoraði
heili 11 mál fyri StÍF, so taptu
strandingar í Vestmanna. VÍF
vann 35-31. Vestmenninginar fingu
eisini fordeilt málini væl, tí
Filip Jojic, Julian Olsen og
Sjúrður Olsen skoraðu
níggju mál í part.
Komandi dystirnir
í bólki 1 eru; Team
Klaksvík – H71 2 og
Neistin – Kyndil. Í
bólki 2 møtast VÍF
– KÍF og StÍF – H71.
Allir
dystirnir
eru
sunnudagin.
trondur@sosialurin.fo
Steypahondbóltur:
FAVORITTARNIR
SIGRAÐU UM
ALT LANDIÐ
Bólkaspælið í steypakappingini í hondbólti er farið á rull, men
eyðkendu steypasigarnir hjá teimum smærru eru ikki at fáa eyga
á. Hvørki hjá kvinnum ella monnum kom nakað óvæntað úrslit
HONDBÓLTUR