týsdagur 23. januar 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. januar 2018 · Nr. 10
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vit søkja eftir tekniskum leiðara til
góðskingarvirkið í Sørvági, sum saman við
leiðsluni kemur at hava ábyrgd av at reka og
víðarimenna tekniska økið á virkinum.
Vit kunnu bjóða
Eitt spennandi og fjølbroytt starv, har
góðir møguleikar eru fyri bæði fakligari og
persónligari menning. Tú kemur at virka í einum
framfúsnum, jaligum og óformligum umhvørvi,
har dentur verður lagdur á samstarv og álit.
Framleiðslan av laksi hjá HiddenFjord byggir á
nýhugsan og sera framkomna tøkni. Tú verður
partur av einum arbeiðsplássi, har áhaldandi
menning á tekniska økinum hevur høga
raðfesting, og tað er av stórum týdningi, at tú
ert klár/ur til hesa avbjóðing.
Arbeiðsøkini verða í høvuðsheitum
At leiða, skipa og víðarimenna arbeiðið á
tekniska økinum, umframt at seta í verk og
reka eina nýggja viðlíkahaldsskipan. Dentur
verður lagdur á, at arbeiðsuppgávurnar verða
loystar effektivt og við nærlagni. Deildin fevnir
um tvey starvsfólk umframt tekniska leiðaran.
Vit vænta, at tú hevur
• góð evni til at skipa dagliga arbeiðið,
• eina jaliga tilgongd til tær avbjóðingar, sum
liggja fyri framman,
• vilja til nýhugsan og víðari menning,
• góð samstarvsevni, ert framskygd/ur,
fleksibul og hevur eyga fyri góðari leiðslu,
• áhuga fyri røkt, trivnaði og framleiðslu av
laksi, og
• eina viðkomandi útbúgving sum
verkfrøðingur, maskinmeistari, elektrikari
ella líknandi.
Lønar- og setanartreytir verða ásettar eftir
avtalu við leiðsluna. Vit miða eftir at seta
starvið sum skjótast.
Umsókn við viðkomandi skjølum skal vera
HiddenFjord í hendi í seinasta lagi 8. februar
2018 og skal sendast til starv@hiddenfjord.fo
Nærri kunning um starvið fæst við at venda
sær til Óla Hansen á telefon +298 221771.
HiddenFjord søkir eftir tekniskum leiðara til góðskingarvirkið í Sørvági
Grafix 504251
Jósvein var ein dámligur og raskur
hampamaður.
Hann var oyndfirðingur. Triðelstur av
fjúrtan systkjum. Mamman Julianna æt
Abrahamsen og var úr býlinginum Tarti.
Pápin, Adolf Rasmussen, var úr Funningi, og
varð fostraður undir Garði. Bóndahjúnini
undir Garði vóru barnleys, og tí fekk hann
festi har. Hagin var norðasti hagi í bygdini,
hann er við Djúpini.
Longu sum smádrongur var seyðahugur
in eyðsýndur. Eins og áhugi fyri øllum
kríatúrum. Hann var væl fyri kropsliga
og hartil fimur og íðin. Bæði til seyð og alt
annað. Hann lærdi frá barni at fáast við
fletting og annað, ið fáast kundi, og alt varð
framúr væl hagreitt, ella tikið upp til lítar.
Jósvein hevur fingist við ymiskt í
lívinum. Hann fór til skips fjúrtan ára
gamal og var á sjónum eini fimtan ár.
Síðani arbeiddi hann á Føroya Grótvirki
nøkur ár, og har næst arbeiddi hann í
matvøruhandlinum hjá verforeldrunum.
Serliga tók hann sær av øllum tí føroyska
matinum, handilin seldi. Seinastu arbeiðs
árini vóru á Postverkinum. Hann var rask
ur, lagaligur og hugagóður.
Jósvein og Ingibjørg giftust í 1970 og
fingu trý børn. Sigast skal, at Ingibjørg
hevur verið honum dyggur stuðul. Og so
vóru tey so óføra røsk til at taka alt upp.
Serliga í felag.
Miðskeiðis í sjeytiárunum flutti familjan
niðan á Hvítanes í barnaheim Sigurdar. Ikki
fyrr enn tá kom eg at kenna Jósvein veru
liga. Tað kom sjálvandi av seyðinum. Av
áhuga fylgdi hann væl við, og boðaði frá
um okkurt var. Hvønn morgun fór hann
ein kvikan túr um Nesið. Hetta mentist
spakuliga, og hann kom at ganga á fjall
hjá okkum, og pápi og hann høvdu mangt
seyðaprátið. So við og við átók Jósvein sær
meiri ábyrgd, og tað var alt væleydnað.
Hann kendi so væl, og mintist lívssøgur
hjá ónum.
Hann var Hoyvíkshaga ein góður maður.
Og góður seyðamaður. Trúfastur eisini.
Og tað nívdi hann svárt hvørt ár at
uppliva, at eini fjøruti seyðir av teimum
hann kendi best skuldu farast í ferðsluni.
Heldur ikki dámdi honum at síggja, hvussu
Sandvíkar eru viðfarnar og ikki um at tala
tunnilsmunnin, sum køvir framtíðina á
Hvítanesi.
Hesi seinastu árini viknaði orkan, men
hugurin var so góður, at sjálvt í heyst var
hann við ein góðan mánað áðrenn hann
doyði.
Av seyðahugi vildi hann hjálpa til við
slepping og tøku. Flestu aðrir høvdu helst
skákað seg undan í tí støðu. Men hjá Jó
sveini kom seyðurin fram um so mangt.
Hann verður saknaður, sjálvandi mest
hjá Ingibjørg, børnum, abbabørnum, øllum
systkjum og vinfólki.
Tá deyðsboðini frættust segði eg, at tað
verður stórur saknur.
Tá segði Marjun: “Ikki minst hjá seyði
num”.
Og seyðurin bíðar enn trúliga eftir
sínum “góða hirða” har hann vitjaði tær.
Takk Jósvein!
Hanus Vang
Jósvein A. Rasmussen farin
17. apríl 1947 - 27. november 2017
MINNINGARORÐ