Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. januar 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 24. januar 2018 · Nr. 10 Vilt tú menna Føroyar sum ferðafólkaland? Visit Faroe Islands Gongin 9 PO Boks 118 110 Tórshavn Tel. 666 555 info@visitfaroeislands.com www.visitfaroeislands.com Í sambandi við, at Visit Faroe Islands frá 1. jan. 2018 eisini hevur fingið ábyrgd fyri yvirskipaðu inn lendis­ menningini av ferðavinnuni í Føroyum, skal nýggj menningardeild setast á stovn. Søkt verður tí eftir tveimum framsøknum starvsfólkum at manna deildina ­ einum deildarleiðara og einum samskipara. Við hesum starvinum kemur tú at mynda deildina og fært yvirskipaða ábyrgd av innlendismenningini av ferðavinnuni í Føroyum. Starvið fevnir bæði um at gera yvirskipaðar ætlanir, seta ætlanirnar í verk, eins og at ráðgeva lokalum aktørum í, hvussu tey skulu fara til verka. Høvuðs­ uppgávan verður at finna loysnir á komandi avbjóðingum í samstarvi við nógvar ymiskar áhugapartar og setur hetta krøv til, at rætti persón ­ urin er ein loysningssinnaður persónur við góðum samstarvsførleikum. Vit leita eftir tær, sum: ­ Brennur fyri at menna ferðavinnuna víðari ­ Hevur førleikar at arbeiða bæði strategiskt og operativt við verkætlanum ­ Hevur breitt innlit í føroysk samfelagsviðurskiftir ­ Er framsøkin, málrættað/ur og hevur tænastulyndi ­ Kanst hava nógvar bóltar í luftini í senn, tí ofta er høg arbeiðsferð ­ Hevur hægri útbúgving, minst á bachelorstigi ­ Hevur viðkomandi royndir MENNINGARLEIÐARI MENNINGARSAMSKIPARI Av tí, at tú dagliga kemur at hava nógv samskifti við onnur, er tað av stórum týdningi, at tú ert jalig/ur og hevur lætt við at samskifta og samstarva við nógv ymisk fólk. Vit kunnu bjóða tær: · Eitt avbjóðandi, mennandi og fjølbroytt starv · Eitt starv á høgum fakligum støði, ið tú sjálv/ur verður við til at skapa · Eitt hugnaligt arbeiðsumhvørvi í hjartanum av gomlu Havnini · At verða partur av einum lítlum toymi, sum saman við sam­ starvspørtum myndar altjóða marknaðarføringina av Føroyum, eins og innlendismenning av Føroyum sum ferða fólkaland Løn og setanartreytir Fast starv, har tú verður lønt/ur eftir avvarðandi sáttmála. Umsókn Umsóknir til bæði størvini við avritum av prógvum og við mæl um skulu sendast til info@visitfaroeislands.com ella til: Visit Faroe Islands, Gongin 9, 100 Tórshavn. Vinarliga viðmerk hvat starv, tú søkir. Umsóknir skulu verða Visit Faroe Islands í hendi í seinasta lagi 8. februar 2018. Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Størvini verða sett skjótast til ber. Áhugaðir umsøkjarar kunnu frætta meira um størvini við at seta seg í samband við Guðrið Højgaard, stjóra, á tel 55 61 35 ella við teldubrævi til guri@visitfaroeislands.com. Sum samskipari kemur tú at vera við til at menna ætlanir, seta tær í verk og sum heild hava eitt tætt samstarv við nógvar áhugapartar. Tí er tað av stórum týdningi, at rætti persónurin er loysnings­ sinnaður, kreativur og hevur góð samstarvsevnir. Tað er ein fyrimunur at hava royndir innan ferða­ vinnu. Vit leita eftir tær, sum: · Brennur fyri at menna ferðavinnuna víðari · Sær trupulleikar sum møguleikar · Er framsøkin, málrættað/ur og hevur tænastulyndi · Kanst hava nógvar bóltar í luftini í senn, tí ofta er høg arbeiðsferð · Hevur góð samstarvsevni og eitt jaligt lyndi · Hevur viðkomandi útbúgving, helst innan ferðavinnu