týsdagur 23. januar 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. januar 2018 · Nr. 10
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hallur av Rana
Á seinasta býráðsfundi í
Tórshavnar
kommunu
í
2017, kunngjørdi meirilutin
í býráðnum ein nýggjan
bústaðarpakka,
ið
hevur
sum endamál, at 600 nýggir
bústaðir skulu byggjast í
høvuðsstaðnum næstu fýra
árini.
Talan er um eina fram
søkna ætlan, ið skal koma
stóra
bústaðarneyðini
í
høvuðsstaðnum til lívs, og
nú er líkt til, at kommunan
fær kærkomna hjálp frá
privatum eigarum í komm
ununi.
Tríggir eigarar av traðum
undir Krákugjógv hava sligið
seg saman, og leggja í løtuni
síðstu hond á eina verk
ætlan, ið umfatar 35 privat
grundstykkir
nærhendis
Ringvegnum.
Tórshavnar
kommuna hevur longu góð
kent tekningarnar til nýggju
útstykkingina,
ið
telist
millum ein av teimum heilt
stóru privatu útstykking
unum síðstu árini.
500 metrar av vegi
Talan er um tey trý matrikul
nummarini 1345a, 1346a og
1347a við Villingardalsvegin,
ið tilsamans eru umleið
29.000 fermetrar til víddar,
ið ætlanin nú er at selja sum
grundstykkir. Grundstykkir
liggja á niðara partinum
av
Villingardalsvegnum,
og verður innkoyringin til
nýggja býlingin yvirav inn
koyringini til Blákollugøtu.
- Vit hava biðið um
tilboð frá nøkrum arbeiðs
takarunum til vegin, ið eftir
ætlan verður 500 metrar
til longdar. Tað verður ein
innkoyringarvegur, ið síðan
fer sundur í tvey, siga eigar
arnar við Sosialin.
Tá eigararnir hava fingið
tilboðini til nýggja vegin,
verður støða eisini tikin til,
um hvussu nógv av grund
stykkjunum skulu planerast
áðrenn tey verða seld ella um
tey verða seld beinanvegin.
- Ætlanin er at planera
nøkur stykkir fyrst fyri at
vita, um tað verður lættari
at selja. Men tað verður
viðgjørt
við
viðkomandi
arbeiðstakara, ið fær arbeiðið
at gera vegin og gera alt
klárt, siga eigararnir.
Kostnaðurin ikki settur
Sostatt er heldur ikki heilt
greitt hvat tey 35 grund
stykkini verða seld fyri,
men eigararnir upplýsa, at
ætlanin er at selja tey í trim
um umførum.
- Um tað gongur sum ætl
að, so verða stykkini seld í
trimum umførum, men við
tøttum millumbilum. Hvussu
stutt tað verður millum
umførini verður sjálvandi
ávirkað av, hvussu skjótt
tað gongur at selja grund
stykkini. Men í fyrsta umfari
verða í hvørt fall tíggju góð
grundstykkir sett til sølu,
greiða eigararnir frá.
Við 35 nýggjum grund
stykkjum verður talan um
ein heilt nýggjan býling í
høvuðsstaðnum, og sambært
eigarunum, so verður tað ikki
leingi áðrenn grundstykkini
verða sett til sølu.
- Tilboðini upp á vegin
koma um fýra vikur. So
hyggja vit eftir tí, og so fara
vit at selja grundstykkir.
Tað eru góð grundstykkir.
Eini seks eru væl yvir 500
fermetrar, eitt er 680 fer
metrar og restin er góðar
400 fermetrar. So her verður
talan um ein nýggjan býling í
Havnini. Tað er eitt ómetaliga
veðurgott øki og so gott sum
øll grundstykkini fáa útsýni
yvir Havnina. Hetta er eitt av
teimum heilt fáu økjunum,
ið liggja nær miðbýnum, har
man enn kann fáa fríttstand
andi grundstykkir. Annars
má man út um býin, siga
eigararnir.
Ein gomul verkætlan
Talan er um eina verkætlan,
ið hevur verið í kortunum
í
fleiri
ár,
men
hevur
verið
tarnað
av
óvissu
ni viðvíkjandi eini størri
verkætlan.
Ætlaði
inn
komuvegurin til Havnar, ið
Landsverk,
landsmyndug
leikarnir
og
Tórshavnar
kommunu hava togast um í
fleiri ár, hevur ført við sær,
at eigararnir hava bíðað við
at framt verkætlanina.
- Vit hava loyvið at byggja,
óansæð hvør loysnin verður,
men nú liggur tað í luftini, at
ein tunnil verður gjørdur, og
sostatt verður eingin vegur
beint
við
útstykkingina.
Óvissan um hvat fór at
henda hevur verið ein forðan
fyri, at man slapp í gongd, tí
avvarðandi
myndugleikar
ikki vóru før fyri at finna
eina loysn, siga eigararnir.
hallur@sosialurin.fo
Byggja nýggjan býling
í høvuðsstaðnum
Tríggir eigarar av traðum undir Krákugjógv hava sligið seg saman, og leggja í løtuni síðstu
hond á eina verkætlan, ið umfatar 35 privat grundstykkir nærhendis Ringvegnum
Tað eru góð
grundstykkir. Eini
seks eru væl yvir 500
fermetrar, eitt er 680
fermetrar og restin er
góðar 400 fermetrar. So
her verður talan um ein
nýggjan býling í Havnini
Tríggir eigarar av
traðum undir Krákugjógv
hava sligið seg saman,
og leggja í løtuni síðstu
hond á eina verkætlan,
ið umfatar 35 privat
grundstykkir nærhendis
Ringvegnum
Her er ætlanin at ein nýggjur býlingur skal standa um nøkur ár
TÍÐINDI