týsdagur 23. januar 2018síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. januar 2018 · Nr. 10
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Gregersen
60 milljónir krónuer verður
eitt nýtt barnaheim í Havn
mett at kosta.
Verkætlanin
hevur
til
endamáls at útvega betri og
størri karmar til børn og ung
í Føroyum, sum verða sett
heiman og til familjur, sum
verða innskrivað til familju
viðgerð á Barnaheiminum.
Tað tykist sum full semja
er um, at tey hølisviðurskifti,
sum Barnaheimið hvur í dag,
als ikki eru nøktandi.
Tí fekk uppskotið í stóran
mun fulla undirtøku undir 1.
viðgerð í Løgtinginum. Har
var ásannað, at átrokandi
tørvur er á einum nýggjum
barnaheimi, sum í dag húsast
í fimm ymiskum bygningum
í Tórshavn.
Partar av virkseminum
eru á verandi barnaheimi,
meðan
annað
virksemið
heldur til í ymiskum leigu
málum kring býin.
Talan er fyri ein part um
leigumál, sum tíðum verða
uppsøgd og í fleiri førum
høli, sum eru illa egnað til
endamálið. Samlaða virk
semið er skipað undir Eind
10 í Almannaverkinum, men
verður kallað Barnaheimið.
Almannaverkið umsitur
Barnaheimið og hevur í
nøkur ár víst á, at verandi
støða ikki er nøktandi.
Hølisviðurskiftini
av
marka møguleikarnar fyri
at veita eina nóg góða sosial
fakliga viðgerð.
Barnaheimið hevur nógva
og
góða
starvsfólkaorku,
men orsakað av, at hesi eru
spjadd í ymiskum bygning
um, er torført at skapa eitt
dygdargott fakligt umhvørvi
umframt, at tað er trupult at
gagnnýta starvsfólkaorkuna
á skynsaman hátt.
Eisini verður orka í ov
stóran mun brúkt uppá at
finna hølir, tá leigumál verða
uppsøgd ella tá ymiskar ein
staklinga fyriskipanir skulu
skipast, heldur enn at menna
innihaldið í tænastuni.
Tingfólk tóku í stóran
mun undir við hesum grund
gevingum, men í nøkrum
hoyringsskrivum verður ivi
sáddur um, um tað gagnar
børnum og ungum best at
koma á stovn – heldur enn
møguligar aðrar loysnir.
Annar tørvur
Høvuðsbarnaverndin sigur
í hoyringsskrivinum, at hon
ivast í, um tað er rætt at
savna alt virksemið á Barna
heiminum á einum stað.
Tey børn og ung, sum eru
innskrivað á Barnaheimið
hava vanliga sera ymiskar
avbjóðingar.
Høvuðstrupulleikin
hjá
børnunum er, at tey eru
umsorgarsvikin, men fleiri
teirra hava eisini staðfest
diagnosur, sum autismu ella
ADHD.
Høvuðsbarnaverndin vís
ir á, at tey børn, sum hava
somu
avbjóðingar
verða
savnað á einum stað. Hon
sigur eisini, at ein trupulleiki
er, tá ið øll eru saman, at tey
kunnu ávirka hvønn annan
persónliga meira enn ynski
ligt er.
Hetta kann hava eina nei
liga ávirkan á menningina av
tí einstaka barninum.
Minni á stovnum
Eisini Sosialráðgevarafelagið
vísir, at tað er minst líka so
stórur tørvur á íbúðum til
eftirviðgerð, sum Barnaheim
og samstundis siga tey, at
børn
mennast
munandi
betur í tøttum relatiónum,
heldur enn á stovnum, har
tey hava tilknýti til ymisk
starvsfólk, sum koma og
fara.
Felagið sigur seg uppliva,
at tørvur er minst líka nógv
á styrktum fosturfamiljum.
-Tí hevur tað týdning
at hyggja uppá økið meira
yvirskipað sum heild og ikki
brúka alt tilfeingið til eina
fyriskipan til nøkur fá, sigur
Sosialráðgevarafelagið.
Fyrimunir
Almannaráðið hevur gjørt
eina greining, har víst verður
á teir fyrimunir, sum eru at
hava alt á einum stað:
- Betri og fjølbroyttari
tilboð og viðgerð.
- Tryggari og saman
hangandi
viðgerðarum
hvørvi hjá børnum/ungum
og familjum.
- Sterkari fakligt um
hvørvi og betri gagnnýtslu
av førleikum hjá starvsfólki.
- Betri nýtslu av játtanum.
Í greiningin verður eisini
víst á, at tað er rættast, at
edtt barnaheim framvegis
er staðsett í Havn, tí har eru
fyrimunirnir flestir, sjálvt
um freistinganar helst eru
størri enn á bygd..
Málið um bygging av
nýggjum Barnaheimi er í
fíggjarnevndini.
Ivast í um tað er rætt at
byggja nýtt barnaheim
Løgtingið viðger í løtuni eitt uppskot frá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu, um at byggja nýtt barnaheim
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna hevur lagt uppskot
fram um at byggja nýtt barnaheim fyri 60 milljónir krónur
Flestu tingfólk taka undir við, at korini mugu broytast og nýtt byggjast
.Núverandi hølir hjá
Barnaheiminum eru
als ikki hóskandi til tað
virksemi, sum er har í dag