Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. januar 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 24. januar 2018 · Nr. 10 tíðindi 1979 Annika Hoydal Aldan Við sanginum Aldan, sum Ann­ika Hoy­dal hevði skrivað sam­an við beiggja sín­um Gunn­ari, luttók før­oyska song­kvinn­an í danska Grand Prix­num í 1979. Hetta var sera for­kunn­ ugt fyri føroyingar tá í tíð­ini. Sang­urin, sum var á før­oysk­ um máli, endaði sum numm­ ar fýra og gjørdist seinni fólk­a­ogn í Føroyum. 2002 Pætur við Keldu Som En Drøm Í 2002 luttók klaksvíkingurin Pæt­ur við Keldu í danska Grand Prixnum við sang­ i­num Som En Drøm, sum hann sjálvur hevði skrivað. Syst­urin Tóra við Keldu sang kór til sangin, sum endaði sum nummar 5. 2004 Petsi Tvørfoss Gøtukvinna Petsi Tvørfoss var í 2004 partur av danska Grand Prixnum, tá ið hon sang sangin Mest Når Det Er Regn, sum Niels Drevsholt hevði skrivað. Petsi gjørdist numm­ar 5 í kappingini, sum hetta árið varð hildin í Aar­ hus. 2008 The Dreams La’ Mig Være Tað tóktist eitt sindur skeivt, at punkrockbólkurin The Dreams luttók í Grand Prix­ num í 2008, men tað var iva­leyst júst hugsanin við lut­tøk­uni. The Dreams fram­ førdi rocksangin La’ Mig Være, og teir endaðu sum numm­ar 4. 2010 Jens Marni Gloria Í 2010 var aftur føroysk lut­tøka í danska Grand Prix­num, tá ið Jens Marni Han­sen royndi seg við rock­sang­i­num Gloria, sum dansk­ir sang­skriv­ar­ar høvdu skrivað. Jens Marni fekk sera nógvar hyggj­ar­a­at­kvøð­ur, men dómarabólkur hevði eis­ini ávirkan, og Jens Marni kom ikki millum fýra teir sein­astu sangirnar í kapp­ ing­ini. 2016 Kristel Lisberg Who Needs a Heart Fyrraárið var Kristel Lisberg við í danska Grand Prixnum. Hon sang ball­aduna Who Needs a Heart, sum Sara Ljung­gren og Jonas Gladni­ koff høvdu skrivað. Fimm av teim­um tíggju sang­u­num í kapp­ingi­ni fóru í finalu­um­ far­ið – sangurin hjá Krist­el var ikki ein teirra. Hesi royndu seg í Grand Prixnum Carlsen systrarnar skulu syngja í danska Grand Prixnum, og tær slóðunum hjá fleiri føroyskum sangarum Eyðun Klakstein Mánamorgunin gjørdist greitt, at tær tríggjar Carlsen systrarnar, Vanja, Laila og Barbara, skulu verða við í danska Grand Prixnum í ár. Undir navninum Carlsen skulu tær syngja sangin Standing Up For Love, sum svenskararnir Thomas Thørnholm og Michael Clauss hava gjørt saman við amerikanaranum Dave Rude. 10 luttakarar eru í danska Grand Prixnum, og vinnarin skal víðari til stóru europeisku kappingina, sum verður hildin í Portugal í mai mánaði. Fleiri føroyingar hava luttikið í Eurovision- kappingum uttanlands – serliga í donsku kappingini. Her á síðuni ber til at lesa, hvussu tað gekst luttakarum í danska Grand Prixnum. Barbara, Laila og Vanja skulu undir navninum Carlsen luttaka í danska Grand Prixnum í ár Mynd: DR