Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. januar 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. januar 2018 · Nr. 10 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Hvør er munurin á so­nevnd­ um ”køldum” lungnabruna og vanligum lungnabruna? Ofta verður sagt um kaldan lungnabruna, at hetta er bruni við ongum fepuri, men hetta er misvísandi. Tey flestu, sum dragast við bakteriuna, sum gevur so­nevndan kaldan lungna­ bruna, hava nevniliga fepur, men ofta er fepurin tó ikki so høgur sum við vanligum lungna­bruna. Sjúkutekini, sum vísa seg við hesum báðum sløgum av lungna­bruna, eru eitt sindur ymisk. Vanligur lungnabruni gevur ofta - • høgan fepur • skjálvta • hosta við slími • trupulleikar við andadrátti   Kaldur lungnabruni hevur við sær - • minni fepur • hosta uttan slím • høvuðpínu • kanska hálspínu Munurin á hesum báðum sløg­um av lungnabruna er bakterian sum ger, at tú verður sjúk/-ur. Kaldi lungnabrunin stav­ar frá bakteriuni myco­ plasma pneumoniae. Vanligi lungnabrunin, sum vit kenna við høgum fepri, kann eisini hava sína or­søk í bakteriuni myco­ plasma pneumoniae, men skyldast ofta eisini eina ígerðar­sjúku við strepto­ kokk­um. Um tú heldur, at tú hevur lungnabruna, eigur tú at søkja tær læknahjálp. Lækn­ in fær tá høvi at kanna teg og finna út av, um tú skalt viðgerast við heilivági ella ikki. Ert tú smittað/-ur við bakteriu, fært tú heilivág. Men, tað er ikki vist, at bakteria er orsøk til lungna­ brun­an, og tá verður tú gjarna biðin um at krúpa und­ir dýnina, hvíla teg og geva tol. Ymiskar orsøkir Lungnabruni er bruni, sum kem­ur í lungavevnaðin, og sjúkan kann koma av einari røð av smáverum ella mikro­organismum, eitt nú virus, bakterium, svampum, snultar­um ella sníkum. Men, lungnabruni kann eisini koma av ets­andi kemikalium, eitt nú av eitrandi gassum við elds­ bruna, og tá verður hetta rópt kemiskur lungnabruni. Í serstøkum føri kanst tú eisini fáa lungnabruna við at spýggja og anda í teg maga­innihald, og hetta er eisini eitt slag av kemiskum lungna­bruna. Hevur tú kroniskar lungna­sjúkur, eitt nú kol- lungu, astma ella slím á lungunum ert tú í økt­um vanda fyri at fáa lungna­ bruna. Er lungnabrunin aftur­ vend­andi, kann tað merkja, at tú líður av kroniskari lungna­sjúku, sum eitt nú kann vera kol-lungu. Kol-­lungu mennast gjarna yvir fleiri ár, og hetta kann byrja við veksandi hosta, aftur­vendandi slími í lung­ un­um og lungna­í­gerð­um. Hevur tú fingið kol-lungu, minka evnini hjá lungunum at beina burtur slím og mikro­organismur, og hetta veksur eisini um vandan fyri at menna lungnabruna. Ert tú ofta fongd/-ur við lungnabruna, kann tað vera eitt gott hugskot at biðja lækn­an kanna lungna­virk­ naðin. Serliga menn Lungnabruni er framvegis ein vanlig sjúka, og í Dan­ mark verða hvørt ár umleið 70.000 fólk rakt. Umleið 15.000 av hesum verða við­ gjørd á sjúkrahúsi, og helm­ ing­urin av hesum eru 65 ár og eldri. Tað eru fleiri menn enn kvinnur, sum fáa lungna­ bruna, og hvørt ár doyggja umleið 1600 fólk í Danmark av sjúkuni. Tað eru serliga fólk, sum eru sjeyti ár og eldri sum doyggja, og deyðs­ títt­leikin er størri millum kvinn­ur enn menn. Helmingurin av til­burð­ un­um av lungnabruna hevur sína orsøk í bakterium, og í flestu førum er talan um strepto­kok-bakteriur, sum verða róptar pneumokokkar. Hetta er tann mest vanligi lungna­brunin. Tá tú fært lungnabruna er talan oftast um smittu, har tú hevur andað í teg mikro­ organismur ella smáverur. Ein meira sjáldsom orsøk er, tá bakteriur frá ígerðum aðrastaðni í likaminum um blóð­banan enda í lungunum. Talan kann eitt nú vera um ígerð onkustaðni í beina­ grind­ini, sum flytir seg og endar í lungunum. Keldur: lunge.dk/ netdoktor.dk HEILSA KALDUR LUNGNABRUNI - VANLIGUR LUNGNABRUNI Hvat er kaldur lungnabruni, og hvat er vanligur lungnabruni? Munurin er bakterian sum ger, at tú verður sjúk/-ur Lungnabruni er bruni, sum kemur í lungavevnaðin, og sjúkan kann koma av einari røð av smáverum ella mikroorganismum, eitt nú virus, bakterium, svampum, snultarum ella sníkum