Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. januar 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. januar 2018 · Nr. 10 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HOLOCAUST MINNINGARLØTA Í LØKSHØLL 27. januar 1945 var dagurin, tá ið teir sameindu komu fram at týningarleguna Auchwitz og settu seinastu fangarnar har í frælsi. ST heitti herfyri á øll heimsins lond, at lýsa 27. januar sum almennan minningardag um Holocaust og fólkadráp yvirhøvur. Vinafelagið Føroyar-Ísrael hevur eisini heitt á føroyskar myndugleikar, at 27. januar verður lýstur sum almennur minningardagur um Holocaust í Føroyum. Í nøkur ár hevur felagið skipað fyri minningarløtu um Holocaust 27. januar. Í ár verður minningarløta í Løkshøll í Runavík, komandi leygardag 27. januar kl. 16.00. Á skránni eru tvær áhugaverdar framløgur. Tónleikur, felagssangur og sersangur verður eisini og ein góður drekkamuður aftaná. VÆLKOMIN Í LØKSHØLL KOMANDI LEYGARDAG KL. 16. les meira á www.shalom.fo VINAFELAGIÐ FØROYAR-ÍSRAEL Leygarkvøldið er eisini Mercy Ships tiltak í Løkshøll, so tilber at fara ein túr til Runavíkar og fáa tvey áhugaverd tiltøk við. ERT TÚ OKKARA NÝGGJA SØLUFÓLK? Vit søkja eftir einum sølufólki til okkara kundar í føroysku metal-/elvinnuni. Tú fært í samstarvi við sølustjóran ábyrgdina av søluni av okkara vørum og konseptum til bæði núverandi og nýggjar kundar. Sum sølufólk í metal-/elvinnuni vitjar tú maskinsmiðir, maskinmeistarar á sjógvi og á landi, HVS´arar, elektrikarar v.m. Hvussu er arbeiðið? Sum koyrandi sølufólk vitjar tú okkara kundar har tú: • mennir samstarvið við núverandi kundar • leitar upp nýggjar kundar og sýnir fram okkara vørur og konsept • ger ætlanir um tínar kundavitjanir • gert uppfylgjandi arbeiði við fyrispurningum, bílegging og tilboðum Hvør ert tú? Tú ert klárur til eina karrieru sum sølufólk hjá okkum um tú: • ert ágrýtin og áhaldin • ert álitisvekjandi og kanst skapa viðvarandi kundarelatiónir • ert søluorienteraður Søluroyndir er ikki ein treyt, men kann verða ein fyrimunur. Hvat bjóða vit tær? Vit bjóða tær eitt starv, sum er fjølbroytt við einum sjálvstøðugum gerandisdegi í einari professionellari fyritøku í vøkstri. Fyri at hjálpa tær til framgongd í starvinum hjálpa vit til við: • nágreiniligari introduktión og upplæring • leypandi praktiskari útbúgving, har tú mennir teg sum sølufólk • løn í mun til avrik eins og pensiónsskipan • firmabil, telda/teldil og fartelefon Vit síggja fram til at hoyra frá tær! Vit hava samrøðurnar mánadagin 12. februar og mikudagin 14. februar 2018 í Tórshavn. Samrøðan verður á donskum, tí luttøka er av fólki frá Würth Danmark. Vit skulu móttaka tína umsókn elektroniskt og á donskum. Sí meira á in.fo undir starvslýsingar. Umsóknarfreist: 8. februar 2018 Starvssetan. Sum skjótast Starvsøki: Føroyar Meira upplýsingar við at venda sær til: Claus V. Christensen, sølustjóri, 22 50 17. Sølufólk Hósdag 25. januar: Høsnarungi · Kókað neytakjøt Fríggjadag 26. januar: Lasanja · Culottosteik · Stoktar pylsur Leygardag 27. januar: Rullisteik Mánadag 29. januar: Bollar í karry · Fiskafrikadellur Týsdag 30. januar: Spareribs · Blóðpylsa · Saltað neytakjøt Mikudag 31. januar: Stoktur fiskur · Kjøtfrikadellur MATSKRÁIN HESA VIKUNA Mán-frí: 9.00-16.30 & Ley: 9.00-14.00 Minnist til haldargjaldið FØROYA MYNDAKALENDARI FYRI 2018 – fæst kring alt landið Kunngerð um broyting av byggisamtyktini á Tvøroyri Tvøroyrar Býráð hevur samtykt at broyta byggisamtyktina á Tvøroyri soleiðis, at partur av matr. nr. 376, matr. nr. 374 og litra "F" verður broytt til øki F "almenn frítíðarøki". Almenna framløgan er frá 12. januar til 2. februar 2018 á býráðsskrivstovuni á Tvøroyri, og kærufreistin er 23. februar 2018. Sí annars: www. tvoroyri.fo Dreymastarvið finnur tú á in.fo