týsdagur 23. januar 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 24. januar 2018 · Nr. 10
Ávikavist 21. november og 1. desember 2017 høvdu Birgit og Birgitte starvast á Posta í samfull 40 ár.
Hetta verður hátíðarhildið við at Posta bjóðar til almenna móttøku í kantinuni á Posta,
Óðinshædd 2, 100 Tórshavn, hósdagin 25. januar kl. 15.00
Vælkomin!
Birgit Stakksund og Birgitte Viderø Gunnarsson 40 ára starvsdag
Um Almannaverkið
Fleiri enn 900 starvsfólk úr 15 ymsum starvsbólkum hava sín gerandisdag í Almannaverkinum. Yrkisdugnaskapur er undirstøðið
undir allari tænastuni hjá stovninum og Almannaverkið leggur alstóran dent á samstarv tvørtur um fak, nýhugsan og menning
av arbeiðsgongdum. Almannaverkið vil gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum.
Førleikar
Søkt verður eftir tveimum leiðarum við viðkomandi sosialfakligari útbúgving. Tey
settu koma at hava fakliga, starvsfólkaliga og fíggjarliga ábyrgd. Tað er
umráðandi, at tey sum verða sett, hava hug og hegni at samstarva í eini
toymisleiðslu, har loyalitetur og opinleiki stuðla undir tær avgerðir, sum skulu
takast. Starvsroyndir og/ella útbúgving innan leiðslu kann vera ein fyrimunur.
Arbeiðsuppgávur
Leiðararnir eru í einum leiðslutoymi á Barnaheiminum og skulu, saman við
eldhugaðum starvsfeløgum, tryggja starvsfólki og børnum ein tryggan
gerandisdag, eitt høgt fakligt støði og góðan trivnað á arbeiðsplássinum.
Neyðugt er at hava fíggjarligt hegni og kunna menna og góðskutryggja fakliga
virksemið, til gangs fyri borgara og starvsfólk.
Á Barnaheiminum stremba vit eftir mentalisering og neuroaffektivari
menningarlæru.
Høvuðsuppgávan er at skapa eitt viðgerðarumhvørvi, har børn, ung og familjur
fáa møguleikar at menna sínar førleikar. Rætti umsøkjarin brennur fyri at bøta um
viðurskiftini hjá børnum, sum hava havt ein truplan uppvøkstur og dugir væl at
taka ábyrgd í einum starvsfólkahópi, sum leggur nógv fyri hvønn dag.
Um størvini
Talan er um 2 leiðarastørv. Størvini eru fulltíðarstørv, og verða sett skjótast
gjørligt.
Um Barnaheimið
Barnaheimið er skipað í Trivnaðardeplinum hjá Almannaverkinum. Á Barna-
heiminum veita 55 starvsfólk sosialfakliga viðgerð til børn og til familjur, sum eru
innskrivað sambært barnaverndarlógini. Leiðslutoymið er mannað við trimum
leiðarum, sum vísa til eindarleiðaran.
Barnaheimið stendur á tveimum súlum, har onnur er eitt sosialpedagogiskt
viðgerðarumhvørvi til børn í aldrinum 0 til 18 ár, tó í serligum førum upp í 23 ár,
og hin er eitt familjuviðgerðartilboð við námsfrøðiligari foreldraførleikakanning.
Í løtuni er Barnaheimið skipað við móttøkudeild, fimm bú- og viðgerðarstovnum,
búvenjing og familjudepli.
Setanarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið, við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum eind 10.
Starvsheitið er leiðari.
Starvið er flokkað í lønarflokki 33 í lønartalvuni hjá Felag Tænastumanna Landsins,
tó uttan at vera tænastumannastarv. Setanartreytir annars eru sum fyri
sáttmálasett, eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag við
samráðingarrætti fyri økið. Um viðkomandi, ið settur verður, frammanundan er
tænastumaður innan økið, er tó møguleiki fyri at halda fram sum tænastumaður.
Umsókn
Skrivlig umsókn saman við viðkomandi skjølum skulu sendast til starv@av.fo ella
til Almannaverkið, Staravegur 18, postsboks 3096, 110 Tórshavn. Viðmerk:
„Umsókn leiðari Eind 10”
Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi
05.02.2018 kl. 12.00.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Hildur Hermansen,
eindarleiðara, á telefon 297430.
LEIÐARAR TIL BARNAHEIMIÐ Í TÓRSHAVN
Almannaverkið søkir eftir tveimum ágrýtnum leiðarum við viðkomandi sosialfakligari útbúgving til leiðslutoymið á Barnaheiminum,
sum verður økt við einum leiðara.