týsdagur 23. januar 2018síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 24. januar 2018 · Nr. 10
Hjartans tøkk til tykkum mongu, sum á
ymiskan hátt sýndu samkenslu, tá okkara
elskaða mamma, systir, vermamma, omma og
langomma
Dania Arge Mouritsen
f. 24.07.1938, d. 18.12.2017
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til starvsfólkini á Boðanesheiminum,
G6 og heimasjúkrarøktarfrøðingar.
Tøkk til Hera Joensen, prest, fyri vøkur orð í
kirkjuni.
Tøkk til Kristiliga Sangkórið fyri vakran sang
í kirkjuni og tøkk til Dan Eyðun fyri vakurt
guitarspæl.
Tøkk til kirkjutænarar, gravara og sangarar.
Tøkk fyri blómur, kransar og køkur.
Tøkk til kirkjuráðið á Argjum.
Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu henni til
hennara seinasta hvíldarstað.
Somuleiðis vilja vit ynskja øllum eitt gott
nýggjár.
Familjuna vegna
Andreas, Hans Jacob, Eyðfinn og Eyðun
TØKK
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu,
troyst og hjálpsemi, tá ið elskaða kona,
mamma, dóttur og systir okkara
Gunvør Dahl Poulsen
Fødd 06.03.58
Deyð 01.12.17
so brádliga andaðist og varð jarðað.
Tøkk til tykkum, sum komu á gátt og veittu
hjálp og umsorgan í hesu sváru tíð.
Tøkk til Bergur Debes Joensen fyri troystarrík
orð heima, í kirkjuni og eftirfylgjandi. Tøkk
til berarar og sangarar.
Tøkk fyri brómur, kransar og peningagávur til
Hjartafelagið. Tøkk til tykkum, sum hjálptu til
við jarðarferðini og ervið. Og tøkk til tykkum
mongu, sum fylgdu Gunvør til seinasta
hvíldarstað hennara her á fold.
Familjuna vegna
Bogi, Gudrid, Barbara, Jóhannes og Gudrid
(mamma) og systkin við familju
TØKK
Øllum tykkum, ið vístu samkenslu, stuðul
og hjálp, tá ið kæra kona, mamma, omma og
systir okkara
Inga Hansen
f. 5/4 – 1955 d. 26/10 – 2017
gjørdist sjúk og andaðist, takka vit av øllum
hjarta.
Eisini vilja vit takka arbeiðsplássi hennara,
Kringvarpi Føroya fyri stuðul og vinsemi.
Vit vilja eisini takka Uttanlandstænastuni,
Sjúklingahotellinum og Ríkissjúkrahúsinum.
Tað seinastu tíðina veitti Heimatænastan og
starvsfólkið á B 6 og tað palliativa toymið
stóra hjálp.
Vit takka eisini beiggja hennara, Ólavi,
fyri góð orð í Kapellinum og Bergi presti í
kirkjuni.
Takk fyri alla hjálp til ervið frá vinum og
starvsfeløgum og takk tit mongu, sum fylgdu
henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Hans Edvard, Una, Eirikur og Andrias
TØKK
TØKK
Hjartaliga takki eg tykkum øllum sum gleddu meg á
80 ára fødingardegnum.
Tøkk fyri vitjan, gávur, blómur, kort og tykkum
mongu sum ringdu til mín.
Ein serlig heilsan til børnini vid familju, sum gjørdu
alt so hugnaligt og tykkum
mongu, sum komu vid øllum gódum til matna.
Takk øll somul.
Tær kærastu heilsanir vid ynskjum um eitt av
Harranum signa nýggjár
GRETHA LASSEN Í VÁGI
TANN FØROYSKI BIÐIMAÐURIN
Vit hjálpa døgnið runt +298 51 30 70
Vit hjálpa eisini við flutningi
frá og til føroyar
JARÐARFERÐ FRÁ 16.190.-
IROKNAÐ
Pappír arbeiði og umsóknir
Kista
Sangheftir
Kistuprýði
Krans við bandið frá nærmastu
Altarblómur
Leggja blómurnar á grøvuna eftir
jarðarferðina
Samband við mynduleikar
Les meira www.sh.fo
Vit allar røkka føroyar Tórshavn - Norđskáli - Toftir - Norðragøta
Tele 35 36 37 / 299 000 · solsetur@solsetur.fo · solsetur.fo
Vit hjálpa við
øllum í sambandi
við jarðarferðina
Sosialurin 341800