Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-23, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. januar 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. januar 2018 · Nr. 10 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymsan hátt vístu samkenslu, tá góða mamma, omma, langomma okkara Anna Louisa Joensen, f. Weihe f.10-07-1916 d.11-10-2017 andaðist og fór til gravar Tøkk til Berg prest fyri góð og troystarrík orð, Somuleiðis takka vit kirkjutænarum og sangarum. Ein serstøk tøkk fáa tit øll á Kristianslon, ið hava fjálgað um Annu frá fyrsta degi. Vit takka fyri blómur, kransar, heilsanir og køkur til ervið. Stóra tøkk fáa tit øll, ið mintust Annu og fylgdu henni til hennara seinasta hvildarstað Margreta, Kári, Katrin og Jóhann TØKK Stóra takk til øll, sum á ymsan hátt hjálptu til og stuðlaðu okkum, tá Kanny, kæri maður mín og besti vinur, pápi okkara, abbi og verfaðir doyði og varð jarðaður. Takk til læknar og sjúkrasystrar, heimahjálpir og røktarar á Lágargarði fyri umsorgan gjøgnum nógv ár. Takk fyri tónleikin í kirkjuni, blomsturheilsanir og takk tit, sum bakaðu til ervið og fylgdu Kanny til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunar vegna Oddvør TØKK Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymsan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæri maður, pápi, sonur, bróðir, abbi, verfaðir og svávur so brádliga varð tikin frá okkum. Niels Kári Fróði Gullbein f. 20. januar 1956 d. 9. oktober 2017 Tøkk til familju, vinfólk og onnur, sum bakaðu og hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Tøkk til Hera prest fyri góð og troystarrík orð í Landssjúkrahúskapellinum og í Vesturkirkjuni. Tøkk til sangarar og kirkjutænarar, gravarar og bilførara. Tøkk fyri blómur og kransar. Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna: Si, Tórhalla, Guðrun, Fríði, Lív, Jastrid, Alfred, Jákup Eyðun, Katrin og Sjúrður. TØKK Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu tá okkara kæri pápi, abbi, sonur og beiggi Tórálvur Kjærbæk f. 12.02.1957 d. 04.11.2017. andaðist og var jaraður Vit vilja takka øllum tykkum sum vóru góð við og á ein ella annan hátt hava stuðlað Tórálvi í hansara drúgvu sjúkralegu. Takk til B6 fyri røktina og tryggleika tit góvu honum, eisini ein tøkk til Bergur Debes Joensen, fyri at geva sær tíð til at tosa við hann, tá hann hevði tørv á tí og eisini fyri at tala til jarðarferđina eftir ynskinum hjá honum. Eina serstøk tøkk til morgunkórið sum gjørdi jararferðina minniliga og fløvaðu um ein so sváran dag. Takk til tykkum sum komu við kakum til ervið og øllum tykkum sum á ymiskan hátt hjálptu til. Serliga vilja vit takka øllum sum góvu peningagávu til krabbameinsfelagið, tykkara stuðul hevur nógv at siga fyri øll sum stríðast viđ krabbameini. Takk til tykkum øll sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Vinarliga Sissal og Familjan TØKK Tøkk Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá elskaði maður mÍn, pápi, verfaðir og abbi okkara. Tóri Midjord f. 13.02.50 d.19.08.17 so brádliga andaðist og bleiv jarðaður. Takk fyri vitjanir, heilsanir, bakstur, blómur, kransar og peningagávur til sluppvinir hjá Westward Ho. Takk til prest, sangarar, og berarar. Takk til tykkum mongu sum fylgdu Tóra til hansara seinasta hvíldarstað. Vegna familjuna Hanna, Hanus, Poula, Magnus, Tóra Maria, og Liva Mai. Alt á einum stað Vit útinna allar uppgávur í sambandi við eina jarðarferð frá byrjan til enda • Kistur • Sangir, blómur og kransar • Sangarar (í Tórshavn) • Ervi • Líkflutningur til og úr Føroyum • Líkbrenning (Kremering) Tel. 51 17 23 www.gravarhjalp.fo