Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. januar 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. JANUAR 2018 SOSIALURIN 11 4 Vikan ið fór Sæð á Facebook: Aftaná Dag&Viku í dag kenni eg øll, sum búgva í Oyndarfirði. Charles Puidgemont vitjaði í Fólkatinginum í vikuni. Magi Arge, fólkatingsmaður, gjørdi um seg í donskum miðlum, tí hann beyð umstrídda sjálvstýrismanninum úr Katalonia inn í Fólkatingið. Býráðið í Havn ætlar at byggja ein barnagarð í miðbýnum. Carlsen systrarnar skulu framføra í danska Melodi Grand Prixnum. Danmark tryggjaði sær í vikuni pláss í hálvfinaluni í EM í hondbólti. Tunnilsliðini sum bora nýggja Eysturoyartunnilin, boraðu í síðstu viku 139 metrar, og nú er tunnilin komin undir hav á Hvítanesi. Farleið MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt ljóskurvar skulu stýra ferðsluni í Marknagili í framtíðini 6 Tað hevur elvt til mikið rok, at órógv hevur verið á Sandoyar- og Nólsoyarleiðini í vikuni. Íbúgvar hava víst sína ónøgd, og tey við ábyrgdini hava kjakast dúgliga um støðuna. Núverandi og fyrrverandi borgarstjóri "kappsenda" tíðindaskriv um tað sama.  Tann fyrri leggur dent á, tá spakin varð settur í, meðan núverandi leggur dent á, tá høllin varð tikin í nýtslu. Hann makar vindin í lot til andøvsgul av útnyrðingi, 2 til 7 m/s. Framvegis okkurt æl, lutvíst við vátaslettingi, men eisini sólglottar. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig. Um kvøldið og náttina øtlar hann vindin av landsynningi, 10 til 15 m/s. Fyrt turt og stundum klárt, men seinni skýggjað. Hitin millum 5 kuldastig og frostmarkið, men um náttina millum 2 kuldastig og 4 hitastig. Strúkur í vindi upp í skrið av vestri, 13 til 18 m/s, men út á dagin makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Ælaveður, men onkrir sólglottar. Hitin millum 3 og 7 stig. Hann øtlar vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, sum um kvøldið og náttina snarar í ein vestan og øtlar upp í storm, um 22 m/s, í hvirlunum upp í hvassan storm, 25 m/s, harðast á syðru oyggjunum. Fyrst skýggjað og regn, seinni klárar í, tó okkurt æl. Hitin millum 3 og 7 stig. 2-7 m/s 13-18 m/s 10-15 m/s Um orðið sigur Sprotin Farleiðkv2 - leið ið farin verður, ferðaleið, farleiðin í Vágar var úr Kvívík til Fútaklett; týskarar treingja um farleiðina hjá skipum til Onglands Tað eru longu nøkur ár runnin síðani landið slapp sær av við eldrabyrðuna og tveitti hana til kommunurnar. Kommunurnar tóku av, tí tær vistu, at átóku tær sær ikki nýggjar uppgávur, so gekk ikki long tíð til røddir aftur fóru at tosa um kommunusamanleggingar. Nú eru kommunurnar hinvegin noyddar at samstarva, tí eldraøkiåð er so umfatandi og krevjandi, at tað fyllir ov nógv hjá flestu einstøku kommununum. Og burtursæð frá stríðnum í VEKS- samstarvinum, so sær út til at samstarvið virkar væl. Men samstarvið millum kommunurnar og landið virkar ikki sum tað skal og tað gongur útyvir fólk. Ferð eftir ferð detta vit um søgur um fólk, sum detta niður ímillum í almennunum skipanum. Á júst hesum økinum eru tað serliga fólk, sum eru undir 67 ár og verða rakt av hóttafali av einum ella øðrum slag. Kommunurnar taka sær av teimum, sum eru meira enn 67 ár, men spurningurin er so, hvør skal taka sær av teimum, sum eru illa fyri og undir 67 ár. Ja, í prinsippinum landið, men soleiðis virkar tað ikki í veurleikanum. Fólk standa ofta uttan hjálp og tey kenna seg óynsktan bæði hjá lands- og kommunalum stovnum. Ein markanevnd skuldi annars tryggja at slíkt ikki hendir. Tað kann gott vera, at hon hevur tikið nakrar avgerðir, men tað gongur alt ov seint og so sanniliga eisini at fáa avgerðir frá markanevndini gjøgnumførdar í skipanini. Hægstu myndugleikarnir siga, at nú skal skil fáast á, men tað er ikki gott nokk. Fólk eru sjúk og akademikararnir í Havn hava ikki stundir at gera málini klár til fundir, so avgerðirnar kunnu takast. Og tá ið avgerðirnar eru tiknar, so hava fólk ikki stundir at seta avgerðirnar í verk. Tað er sum krakkaveldi gloymir, at tað eru fólk, sum veruliga eru illa fyri og ofta hjálparleys, sum koma í klemmu millum stríðandi skrankipávar hjá landinum og kommununum.. Tað er ikki nóg gott. Sjálvt um fólk ikki eru vorðin 67 so kunnu tey verða rakt av sjúku ella vanlukku.Við okkara vælferðarsamfelag er tað eitt krav, at samfelagið hjálpir hesum fólkum. Eitt stríð millum stríðandi fólk í skipanum, skal og má ikki forða fyri hesum. So einfalt er tað. Øll tey alment settu hjá kommunum og hjá landinum eiga at vita, at teirra fremsta uppgáva er at tæna borgarunum. Gera tit ikki tað, so er ongin grund til at hava tykkum til arbeiðis. Tit mugu fyrst og fremst hugsa um at taka tykkum av teimum, sum veruliga hava brúk fyri hjálp. Til hitt ovara lagið, sum mest sitiur á fundum: set ferðina upp og tak avgerðirnar. Gloym hatta við altíð at útseta málini. Tak avgerðirnar. Ája! Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? - At fleiri innbrot hava verið í HB húsinum seinastu tíðina?