hósdagur 25. januar 2018síða 5
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. JANUAR 2018
SOSIALURIN 11
5
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
Á
hugin fyri listini hevur
altíð ligið í Barbaru.
Upprunaliga søkti hon
á listaháskúla, tá hon
var 19 ára gomul, tí hon vildi vera
listafólk, men hon manglaði roynd
irnar. Hon hevur altíð fingist við
klæðir, og tí var tað natúrligt, tá
hon flutti seg yvir í mótaheimin,
har hon fekk umsett hugskot til
ítøkilig skapanarverk.
–Snið kann vera list og list kann
vera snið. Tað kemur ann uppá,
hvussu stóra listarliga tilgongd
ein velur at leggja í verkið, sigur
Barbara í Gongini, sum mikukvøld
ið fekk handað Mentanarvirðisløn
Landsins.
Sjálv lýsir hon seg sjálva sum
eitt produkt av tveimum heimum.
Hon er føroyingur, og tað liggur
djúpt í henni, men hon hevur eisini
altíð kent ein longsil innan í: Eina
tráðan út í heim.
– Eg haldi, at tað er nokkso
ekstremt at búgva í Føroyum og at
vera føroyingur. Í Føroyum merkir
tú orkuna, tí náttúran er blendandi
vøkur, og oyggjarnar eru avbyrgdar
í Norðuratlantshavinum, sigur
hon.
Hon hugleiðir aftur á barnaárini
í Føroyum. Um ommu og abba sín
Emmu og Eyðun, sum var nógv úti
í náttúrini saman við á Skarvanesi.
–Eg var ofta á fjalli, niðri í
fjøruni og eg luttók, tá seyðurin
skuldi rekast og flettast. Hetta
nærsambandið, sum eg havi havt
við tað serføroyska hevur fylgt
mær í yrki mínum, og eg haldi, at
tað er frá hesum, at eg havi fingið
míni virði, so sum burðardygd og
djóravælferð. Hetta eru millum
annað virði frá slaktinum, tá alt
av seyðinum verður brúkt, og tað
skapar ein felagsskap bygdini.
Hetta hevur myndað meg, hóast
nógv av tí, sum hendir í mótaheimi
num er í andstøðu til hetta. Tó, so
er áhugavert at uppliva, hvat hevur
virði aðra staðni í heiminum, sigur
hon.
Burðardygd av tilvild
Tá Barbara í Gongini byrjaði í
mótaheiminum, var tað ótilvitað,
at vøran hon valdi var burðardygg.
–Eg leitaði eftir meturvøru, ið
var framleidd á ein ávísan hátt.
Eg lærdi meir um, hvussu tingini
PERSÓNSSØGA: Barbara í Gongini
EITT
PRODUKT
AV TVEIMUM
HEIMUM
–Tað er hart arbeiði hvørja sesong. Her eru ongir lættir vegir, men
tað snýr seg ikki um lættar vegir. Tað snýr seg um at menna seg
í vøruni og at framleiða nýggja vøru, sigur sniðgevin Barbara í
Gongini, sum mikukvøldið fekk handað Mentanarvirðisløn Landsins