Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. januar 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. JANUAR 2018 SOSIALURIN 11 6 hungu saman sum tíðin leið, og eg legði skjótt til merkis at hetta var sum ein nýggjur heimur, ið lat seg upp. Eg havi ótilvitað leitað eftir burðardyggum klæðum ella vevnaði, tí eg havi upplivingarnar og føroysku virðini frá barndóminum. Tað bleiv stórt fyri meg at finna tilfar, sum er framleitt, litað og viðgjørt á ein reinan hátt, sigur hon. –Er man eitt náttúrubarn, so berur man seg so soleiðis at uttan at hugsa um tað. Tað er ein vandi við stóru globalu digitali­ser­ing­ini, at man flytur seg ov langt fysiskt frá elementunum, tí tað er nemm­ ari og bíligari. Tá verður ikki hugsað um løn, arbeiðsvirðurskiftir og umhvørvið, sigur Barbara í Gong­ini. Er ein vanur við, at seyður til dømis verður dripin og alt verður etið og brúkt, eftir at hann hevur livað eitt gott lív og man hevur verið um hann, so er javnvág í, held­ur hon og greiðir frá, at tað hevði verið særandi og skeivt at farið út í hitt. Barbara í Gongini hevur tó hug­savnað seg um burðardygd langt áðrenn, tað varð modernað. Hon heldur, at tað er sera torført hjá brúkarum at finna runt í, hvat burðar­dygd merkir og hvørji val eru tey røttu. Í matvøruídnaðinum hevur tað eydnast væl at umseta alt til vist­ frøðiligar vørur, men til­gongd­in í klædnaídnaðinum er tor­førari, og tað fer at taka fleiri ár, heldur hon. Føroyski marknaðurin Tað er torført at siga, um tað er munur á, hvussu klæðini hjá Bar­ baru verða móttikin á føroyska mark­naðinum í mun til marknaðir úti í heimi. –Eg haldi ikki, at eg havi so stóra føling við, hvat selur best. Í Før­oyum eru vit bara umboðaði á einum staði, og so hava vit havt pop-up handil av og á. Føroyingar hava lagt seg meir eftir tí komplek­ su vøruni, sum til dømis leður­ jakkar við nógvum lynlásum, og turri­kløðum, ið kunnu nýtast á ymisk­an hátt. Tað var eg bilsin av, sigur hon. Føroyingum dáma best ta vøru­ na, sum hevur brodd. Tað er eisini tann vøran, ið eyðkennir avant garde sniðini hjá Barbaru í Gongini, og tað grundarlagið undir vøruni fer hon ikki at broyta. –Tað liggur ikki í okkum at bróta frá dna’num. Vit hava ongan­ tíð gjørt neyðsemjur, men kort­ ini hava vit fingið semjur í lag, tá tað snýr seg um snið. Vi hava definerað tað, sum vit standa fyri, men tú finnur eisini ein vanligan jakka í kollektiónini, sigur hon og ger klárt, at tað tó eru sniðini við broddi, sum hon heldur hava eydn­ ast best. – Merkið snýr seg ikki um tað van­liga kommersiella, og tí er tað tor­ført at vera har, sum vit eru, hóast vit hava 12 fólk á lønar­lista­ num, sigur hon. –Men tað er hart arbeiði hvørja sesong. Her eru ongir lættir vegir, men tað snýr seg ikki um lættar vegir. Tað snýr seg um at menna seg í vøruni og at framleiða nýggja vøru, leggur hon afturat. Hon hevur ikki ætlanir um at víkja frá tí, sum grundleggjandi er Barbara í Gongini. Heldur verður merk­ið meir víðgongt og fram­kom­ ið. Hon dylur tó ikki fyri, at hon, sum onnur, verður ávirkað av tíðini vit liva í, men hon hevur funn­ið sín egna grundform, og tá er man onkursvegna heldigur, heldur hon. Svart er grundarsteinurin Klæðini, sum Barbara í Gongini snið­gevur, flyta mørk í sniði og skapi, hóast tey aloftast eru í svørtum. Hon greiðir frá, at ein­ littu pløggini skapa rúm fyri ein­um skeivum og undarligum grundformi. Er ov nógv prent og mynstur á einum plaggi, so larmar tað eisini alt ov nógv. Tí er tað av rein­um tørvi, at hon velur einlitt – og serliga svørt – pløgg. Tað er eitt friðar­ligt lørift, greiðir hon frá. –Eg upplivi tað sum stilli, sigur hon. Í nýggju kollektiónini eru tó fleiri litir at síggja, so sum hvítt og ymiskir brúnir jarðlitir, men pløgg­ini eru einlitt, og alt fæst í svørtum eisini. –Eg elski litir, sum eg síggi sum eitt univers fyri seg, men í hesum høpinum havi eg tørv á, at tað skapandi kemur til sjóndar í búnanum og ikki í prentinum, sig­ ur hon. Orsøkin er duld, greiðir hon frá, tí snúði tað seg um at endurnýggja eina skjúrtu hvørja sesong, so er upp­lagt at broyta lit, men Barbara í Gongini ger ístaðin eina nýggja skjúrtu hvørja sesong. Íblástur Barbara greiðir frá, at hon javnan verður spurd møðsama spurningin, hvaða­ni hon fær íblástur til tað, sum hon skapar. Hon er lítið upp­ tikin av svarinum til spurn­ing­in, tí hon hevur tilgongdir til skapanina, sum eru mentalar og ítøkiligar, og síðani verða ting ella tilvísingar blandaði uppí. Men kjarnin er óivað at vera útiseti og føroyingur í einum. PERSÓNSSØGA: Barbara í Gongini Fakta · Barbara í Gongini er fødd í 1966 · Hon er uppvaksin í Tórshavn · Barbara í Gongini er klædnasniðgevi · Hon býr í Rødorve saman við manninum Óla og synunum Tóka og Hauga. · Hon fekk prógv á Designskúlanum hjá Kongaliga Danska Kunstakademinum í 1996. · Í 2005 setti hon fyritøkuna Barbara í Gongini á stovn. · Seinastu árini hevur fyritøkan veruliga fingið vind í seglini. Millum kundarnar eru rokkstjørnan Lenny Kravitz, og hon hevur eisini sýnt fram millum annað á Copenhagen Fashion Week. Tað snýr seg um, at plaggið er í andstøðu og kann nýtast til ymisk endamál. Hugburðurin er, at klæðir kunnu nakað annað enn at bert at vera praktisk pløgg