hósdagur 25. januar 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. JANUAR 2018
SOSIALURIN 11
7
Tað eru tey nærverandi evnini,
so sum mosi, bassalt og lendi, sum
er umráðandi fyri Barbaru. Hóast
rákini koma og fara, so eru tað
hesi nærverandi evnini, sum av
gera, hvussu tú umsetir rákini.
Klæðir, sum hjá Barbara í Gongini
sniðgevur, vórðu í 80unum kallaði
intellektelli mótin, og í dag verður
tað kallað avant garde.
–Tað snýr seg um, at plaggið er í
andstøðu og kann nýtast til ymisk
endamál. Hugburðurin er, at klæðir
kunnu nakað annað enn at bert at
vera praktisk pløgg, sigur hon.
Tað er eyðsæð, at Barbara hevur
eina listarliga hugsjón og tilgongd
í skapanini av pløggunum. Sjálv
sigur hon, at øll kollektiónin ikki
er soleiðis, og at tørvur eisini er á at
hava og skapa tey róligu pløggini.
–Tað stilla og eksplosiva er spenn
andi. Eg eri fasinerað yvir, hvussu
tað stilla kann vibrera, og hvussu
tað abstrakta fær frið í kaosinum.
Tað sum er í miðjuni áhugar meg
ikki, sigur Barbara í Gongini.
–Eg hugsi um luktin av haga
num, ullini og mosanum í Før
oyum, sigur hon.
Barbara hevur búð longri í
Keypmannahavn enn í Føroyum,
og hon greiðir frá, at innast inni í
kjarnini er hon føroyingur, og tað
differenserar hana onkursvegna.
Og hon kennir seg eisini heima í
Danmark og sum dana.
–Tað er ein framíhjárættur, og
eg eri varug við munin og hvussu
ríka eg kenni meg av tí sama, sigur
hon.
Tað eru líkleiki millum mentan
irnar, og tó er tað als ikki tað sama,
greiðir hon frá og tekur málið sum
dømi.
–Føroyskt hevur útviklað seg
so fantastiska flott, tí føroyingar
leita aftureftir, tá nýggj orð skulu
smíðast. Meir tað luktar av mosa
og timbri, meir sofistikerað er tað.
Danir gera tað øvuta og brúka meir
altjóða heiti. Bæði eru háfloygd,
men hetta eru mótsetingar. So
leiðis kann man draga paralellir,
sigur hon.
–Samleiki er ein spennandi
spurningur. Tað er nakað, ið ein
velur at síggja og viðurkenna og
siga ja til. Føroyar hevur altíð verið
ein partur av mær. Eg eri grund
stoypt í Føroyum, og so trekki eg
uppá tað ráorkuna, leggur hon
afturat.
Vil hava stundir
Spurd hvønn veg brandið fer at
flyta seg í framtíðini, sigur hon, at
hon ikki veit. Hon kundi hugsað
sær onkra broyting, men enn
hevur hon onga klára visión um,
hvussu tað verður.
–Eg sakni at sita meir við pro
duktinum og fara meir í djúpdina.
Hetta, sum eg hevði góðar stundir til,
tá vit byrjaðu við merkinum. Nú er
ein ógvusligur fartur á, og eg kundi
gott hugsað mær at steðga tíðini,
sitið og grunda og skapa uttan larm
rundan um meg, sigur hon.
–Tað handlar um at geva pro
duktinum tíð. Eg skyldi mær
sjálvari og avtakarinum at fara
djúpari inn í stoffið, leggur hon
afturat.
Hon greiðir frá, at tað er torført
at broyta, meðan leikur stendur
á, men hon heldur, at brandið er
búgvið til tað nú.
Mentanarvirðisløn
Landsins
Mikukvøldið fekk Barbara í Gongini
handað Mentanarvirðisløn Land
sins frá Føroya Landsstýri, sum er
150.000 krónur, og hon greiðir frá,
at hon kennir seg bæði rørda og
eyðmjúka.
Hon var júst heimkomin úr
India, har hon saman við femilju
síni hevði verið til jarðarferð hjá
pápa sínum, tá Rigmor Dam, lands
stýriskvinnan í mentamálum, ring
di til hennara. Barbara sat á einum
fundi, tá telefonin ringdi, so hon
legði hornið á. Hon ringir síðani
aftur, tí hon væntar, at hon skal
heim at orna okkurt praktiskt.
– Tá eg tosi við Rigmor Dam,
og hon sigur mær, hví hon hevur
ringt, fái eg ein hvøkk, og fari at
lippa. Hetta havi eg ikki væntað,
sigur hon um heiðurin.
– Hon er gløgg og listaliga gávað.
Hon hevur ment eina burðardygga,
norðurlendska og avbjóðandi vøru,
sum er høgt í metum um allan
heim. Við íblástri úr føroysku
náttúruni gongur hon á odda
innan burðardygga klædnavinnu,
segði Rigmor Dam millum annað í
røðu síni.
–Eg eri rørd og eyðmjúk. Tað
er ein stórur heiður at fáa. Eg eri
glað um, at tað sum eg geri verður
sæð og virðismett. Tað er ómetaliga
stórt og flott, at man eisini í virð
ir okkara vinnu. Eg kenni tað sum
ein sigur fyri yrki, og tað er serliga
stórt, at heiðurin kemur úr Før
oyum, sigur Barbara í Gongini.
–Eitt slíkt herðaklapp hevur
hevur nógv at siga. Ein møtir ofta
nógvum mótgangi, tá ein brýtur úr
konformum, og tað er kanska tí,
at eg havi fingið heiðurin. Eg havi
víst, at tingini kunnu hava eina
aðra djúpd, og at tað er líkamikið
um djúpdin er í einum málningi,
standmynd ella í plaggi, sigur hon.
Hesi listafólk/mentafólk hava higartil
fingið Mentanarvirðisløn landsins:
Fakta
Mentanarvirðisløn
Landsins hevur verið latin
siðani 1998. Talan er um
tvær høvuðsvirðislønir,
sum verða latnar hvørt ár,
tó eru nøkur undantøk,
har virðislønir ikki eru
latnar. Mentanarvirðisløn
landsins er á 150 000
krónur, heiðursgáva
landsins er á 75.000 krónur.
Av og á verður ein triðja
virðisløn latin, hon kann
vera til ungt listafólk ella til
onkran annan serligan bólk
av listarfólki og er á 50 000
kr.
Mentanarvirðisløn
landsins verður givin
sambært grein 8 í
áðurnevndu lóg, greinin
ljóðar soleiðis:
§ 8. Landsstýrismaðurin
veitir eftir tilmæli frá
nevndini heiðursgávu,
nevnd Mentanarvirðisløn
Landsins, at heiðra føroyskt
mentafólk sum tøkk fyri
útinnt listarligt avrik.
Stk. 2. Bert listarlig
eyðkenni kunnu galda
sum metingarstøði fyri
arbeiðið hjá nevndini.
Til tess at kunna fáa
Mentanarvirðisløn Landsins
skal virðislønarevnið hava
skapað listaverk á høgum
støði
Tað stilla og
eksplosiva er
spennandi. Eg
eri fasinerað
yvir, hvussu
tað stilla kann
vibrera, og
hvussu tað
abstrakta fær
frið í kaosinum.
Tað sum er í
miðjuni áhugar
meg ikki
2017 – Barbara í Gongini
2016 - Rúni Brattaberg
2015 - Annika Hoydal
2014 - Tórbjørn Olsen
2013 - Tróndur Patursson
2012 - Tóroddur Poulsen
2011 - Jóanes Nielsen
2010 - Sunleif Rasmussen
2009 - Kári Leivsson (Kári P.)
2008 - Ebba Hentze
2006 - Zacharias Heinesen
2005 - Tita Vinther
2004 - Ongin virðisløn latin
2003 - Hanus Kamban
2002 - Gunnar Hoydal
2001 - Eyðun Johannessen
2000 - Ingálvur av Reyni
1999 - Jens Pauli Heinesen
1998 - Regin Dahl