Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. januar 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. JANUAR 2018 SOSIALURIN 11 8 POLITIKKUR DANJAL AV RANA - Vit eru ikki von við, at nakað fær avleiðingar í Føroyum. Tú kanst forbróta teg sum tú vilt móti almennum reglum, nærmast uttan at nakar rættir hond frá síðu fyri at fáa tingini í rætt lag. Álvarslig brot verða gjørd á galdandi lóggávu, men kortini fær hetta ongar avleiðingar fyri tey, sum hava ábyrgdina. Tað er ov vánaligt, sigur Bjørn á Heygum, sakførari. Í løtuni er tað avgerðin hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um at rinda námsfrøðingunum í verkbanni løn í desembur mánað, sum Bjørn á Heygum ilskast inn á. Tá Fíggjarmálaráðið herfyri valdi at rinda pedagogunum løn, hóast verkbann var lýst móti teimum, vóru reaktiónirnar sera ymiskar. Nøkur gleddust um, at Fíggjarmálaráðið á hendan hátt tryggjaði, at pedagogar um landið kundu halda jól sum vant. Onnur hildu, at hetta var ein skeiv avgerð, sum einans fór at leingja um verkfallið. Bjørn á Heygum, sakførari, hoyrir til seinna bólkin, og setti í miðlunum spurningin, um Fíggjarmálaráðið yvirhøvur hevur lov at rinda verkbannsraktum starvsfólkum løn. Tað er jú ikki vanligt at rinda fólki fyri eitt arbeiðið, sum tey ikki gera. Keypir sær atkvøður Bjørn á Heygum var sera hvassorðaður móti Kristinu Háfoss og segði millum annað, at hon hevði gloymt sín leiklut sum fíggjarmálaráðharri og í staðin vorðin miskunnsami Samverjin. - Slíkt stórsinni hevur neyvan nakar fíggjarmálaráðharri víst í nýggjari tíð, skrivaði Bjørn á Heygum tá og spurdi, um talan í veruleikanum ikki er um mandatsvik. - Veruleikin er nevniliga tann, at ongin munur er á at útgjalda hesar somu pengar til onkran hissini Per ella Pól, sum sjálvsagt hevur líka lítið krav uppá peningin, sum ein hvør limur í Føroya Pedagogfelag í verkfalli hevur tað. Øll vita, at ein grundleggjandi treyt fyri at útgjalda løn er, at lønin er upptjent, og at eitt lønarkrav í heila tikið eksisterar, skrivar Bjørn á Heygum, sum eisini leggur landsstýriskvinnuna undir at royna at keypa sær atkvøður við almennum peningi. Gongur onga aðrastaðni Men, sigur Bjørn á Heygum í samrøðu við Miðlahúsið, sum vanligt í politisku skipanini fær heldur ikki hetta nakrar avleiðingar. - Einki annað samfelag hevði staðið modell til tað, sum gongur fyri seg, men í Føroyum fær einki fylgir, sigur Bjørn á Heygum. - Vit eru ikki von við, at nakað fær avleiðingar í Føroyum. Tú kanst forbróta teg sum tú vilt móti al­mennum reglum, nærmast uttan at nakar rættir hond frá síðu fyri at fáa tingini í rætt lag, sigur Bjørn á Heygum. Bjørn á Heygum dregur linjur aftur til 80’ini, tá álvarslig brot vóru gjørd á galdandi lóggávu sigur hann. - Peningur bleiv útgoldin í hundrað­tals milliónum uttan nakra heimild, veðhald vóru givin uttan nakra heimild. Landskassin leið eitt ovurhonds stórt tap upp á milliardir, orsaka av lógloysi og skila­leysum avgerðum frá landsins myndug­leikum. Og faktum er, at tað fekk ongar avleiðingar, greiðir Bjørn á Heygum frá. Bjørn á Heygum sigur, at tað er ein ávís orsøk til at vænta, at ting skulu vera annarleiðis í dag. - Síðani tá, í 1996, hava vit fingið lógina um ábyrgd lands­stýris­ manna. Tað vil siga, at ein lands­ stýris­maður nú kann dragast til svars fyri sínar handlingar, í fall at hann handlar í heimildarloysi, brýtur lógina ella annað, sigur hann. Eingin ákærdur enn Tað er tó ein trupulleiki – hóast lógin hevur verið í gildi síðani 1996, er eingin ákærdur fyri brot á lógina um ábyrgd landsstýrismanna. - Vit kunnu kortini staðfesta, at nógv lógarbrot eru framd í hesum tíðar­skeiðnum, har tað fyrst og fremst snýr seg um man ikki virðir almennan pening sum sín egna, og har man ikki heldur seg til teir karmar og tær heimildir, sum man skal virka innanfyri. Man rindar pen­ing út uttan at hava mandat, uttan dekning, og tað er hent í fleiri før­um. Tað er beinleiðis lógarbrot, sigur Bjørn á Heygum. Hann vísir á, at sambært stýris­ skipan­arlógini má eingin peningur rind­ast, uttan at tað fyriliggur ein játt­an, ein heimild í fíggjarlógini ella aðrari lóg. - Kortini vita vit, at peningur er goldin út í ólukkumát í heimild­ ar­loysi, millum annað tá Hans Pauli Strøm í sínari tíð rindaði oman­fyri hundrað milliónir út í heimildarloysi, sigur Bjørn á Heyg­um. Hans Pauli Strøm fór frá í kjalar­vørrinum av málinum, men bleiv ikki ákærdur eftir lógini um ábyrgd landsstýrismanna. - Tað sama er galdandi fyri Johan Dahl, har Strandferðslan rind­aði eina upphædd upp á fleiri milliónir í heimildarloysi, sambært lands­stýrismálanevndini. Kortini hevði Løgtingið fult álit á Johan Dahl. At bróta lógina í Føroyum er vist ikki so álvarsamt, sigur sak­ førarin. - Triðja dømi er stóra, umfatandi kann­ingin av Kára P. Højgaard og Kaj Leo Holm Johannesen, fyrr­ ver­andi landsstýrismaður og løg­ maður. Niðurstøðan var, at Kaj Leo Holm Johannesen hevði logið fyri løg­tinginum. Men eingin ákæra bleiv reist og løgmaður skrivaðu út nýval. So var hann sloppin, sigur hann. Líkasælan ræður Bjørn á Heygum heldur, at or­ søkin til, at slíkt ikki fær størri av­ leiðingar er, at Føroyar eru eitt lítið samfelag. Hann heldur, at vit hava lyndi til at bera yvir við hvørjum øðrum og fjala yvir hvønn annan og vilja ikki gera okkum ópopuler, sum man gjarna verður, um man setir fingurin á nakað. Samstundis heldur hann, at ein líkasæla og apati ræður í samfelagnum. - Tað er meiri ómakaleyst at sita hendur í favn og ikki reager­ að. Í øðrum londum eru tey meiri kon­sekvent, meiri displinerað. Man heldur reglurnar og handhevur tær. At hava reglur uttan at handhevja tær gevur onga meining, sigur hann. Avleiðingin av øllum hesum er at skipanin so líðanid verður undir­grivin og niðurbrotin. At enda verður respektin fyri lógum og reglum undirgravað. - Tá man veit, at hetta ikki fær av­leiðingar, tí tað fekk tað ikki fyri onnur, so sigur tað seg sjálvt, at tað skapar hetta eitt fordømi. Tá hugsa fólk, at eg kann loyva mær at fara út um mínar heimildir og brúka al­mennan pening uttan mandat. Hetta fær ikki fylgir fyri meg, tí at tað gjørdi tað ikki fyri hann, sigur Bjørn á Heygum, sum heldur, at skipanin burdi sett eitt mark, tíðin er komin at revsa onkran til ávaringar, fyri at varðveita virð­ ingina fyri lógini, sigur hann. Bjørn á Heygum heldur, at hetta er nakað serstakt fyri politisku skipan­ina, har man hevur valt at bera yvir við hvørjum øðrum, hevur valt ikki at reagerað og hand­hevja reglurnar, tí tað er tað mest hugaliga. Trupulleikin er, at vit ikki hava eitt uttanveltað ákæru­vald, sum kann kanna málið nærri og hyggja, um lógin veruliga er brotin. - Tað er ein veikleiki, at í slíkum mál­um er tað politiska skipanin sjálv, sum skal reagerað. Tað er ein meiri­luti í løgtinginum, sum skal taka avgerð um, hvørt ákæra skal reisast móti einum floksfelaga. Nú eru tað floksfelagar, vinir, sum skulu reisa ákæru og tað er sjálvandi ein trupulleiki. Teir føla jú ein loyalitet móti sín­um egnu floksfeløgum ella sam­gongu­ feløgum, sigur hann. Hann heldur ikki, at politisku av­leiðingarnar, at fara frá ella fáa minni undirtøku við næsta val er nokk. - Fólksins dómur er ikki nokk, tá talan er um lógarbrot. Tað má fáa avleiðingar fyri politikkarar á sama hátt sum fyri privatfólk. Vit skulu ikki gera mun á politikkarum og vanligum fólkum, tá talan er um lógar­brot, men tað gera vit í dag, Vit gera mun á politikkarum og øðrum Einki fær avleiðingar fyri føroyskar politikkarar. Tað vísa fleiri dømi seinastu árini, sigur Bjørn á Heygum, sakførari