hósdagur 25. januar 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. JANUAR 2018
SOSIALURIN 11
9
tá vit siga, at ákæra einans kann
reisast av teirra egnu, og ikki av
einum uttanveltaðum stovni, sigur
hann.
Ein skylda at siga frá
Bjørn á Heygum sigur, at hann følir
tað sum sína borgaraskyldu at siga
frá, tá okkurt ikki er í lagi.
- Tað er ikki bara ein rættur,
men eisini ein demokratisk skylda
at siga frá. Eg føli tað, at rættar
samfelagið sum vit búgva í verður
undirgravað av hesum. Eg føli eina
vreiði, tá galdandi reglur og lógir
ikki vera hildnar. Tí tá byrji eg
eisini at føla meg ótryggan, sigur
hann og heldur á:
- Eg veit, at tað sjáldan er væl
umtókt at siga frá, tí ofta rakar
tað onkran persónliga. Í Føroyum
verður tað tíverri vent soleiðis, at
man er persónliga ímóti viðkom
andi, sum tað rakar. Men tað er
ikki tað, sum talan er um. Talan er
um at hava nøkur prinsipp, sigur
sakførarin.
- Vit mugu hava nøkur grund
leggjandi prinsipp fyri, hvussu vit
gera í hesum samfelagnum, og tá
má tað vera líka mikið, hvønn tað
gongur út yvir. Vit mugu hava eitt
rættarsamfelag, sum vit kunnu
vera stolt av og hava virðing fyri,
sigur Bjørn á Heygum.
Piparnøturnar hjá Kaj Leo
Noktaði Strandferðsluni at spara
Brúkti 170 milliónir krónur ov nógv
- Eg havi ikki gjørt nakra avtalu
við CIP, eg fari ikki at gera nakra
avtalu við CIP, eg kundi ikki
droymt um at gjørt eina avtalu
við CIP, segði løgmaður á sinni.
Nakrar mánaðir seinni, í juni
2015, kom Hans Gammeltoft-
Hansen, kanningarstjóri til ta
niðurstøðu, at løgmaður segði
ósatt fyri tinginum.
Tað var løgmaður, sum gjørdi
sonevndu break-fee avtaluna við
CIP var ein av niðurstøðunum
hjá Hans Gammeltoft-Hansen.
Tískil metti kanningarstjórin
eisini, at løgmaður leyg fyri
løgtinginum, tá hann av
løgtingsins røðarapalli segði,
at hann einki kendi til hesa
avtaluna.
- Í veruleikanum var tað
løgmaður, sum gjørdi avtaluna.
Í samrøðu undir fýra eygum
við Rúna Bro Róin frá CIP og
seinni á fundi við umboð fyri
CIP og innlendismálaráðið,
var leikluturin hjá løgmanni
av slíkum slag, at tað í
veruleikanum var hann, sum
gjørdi avtaluna, segði Hans
Gammeltoft-Hansen í framløgu
síni av kanningararbeiðinum.
Hans Gammeltoft-Hansen
ásannaði, at løgmaður hevði
heimild at gera eina slíka avtalu,
eins og hann hevði heimild
at avlýsa ætlaða fundin, har
avtalan um eysturoyartunnilin
skuldi undirskrivast.
Tó, segði Hans Gammeltoft-
Hansen,
útsagnirnar
hjá
løgmanni eru ikki sagdar fyri at
dylja yvir nakað lógarbrot, og tí
átti ein revsing ella átala eisini
at endurspegla hetta. Hann
mælti tí til, at Kaj Leo Holm
Johannesen, løgmaður, eins og
Kári P. Højgaard, fyrrverandi
landsstýrismaður, fekk eina nøs
fyri síni úttalilsi av løgtingsins
røðarapalli.
Ein góðan mánað seinni, í
Ólavsøkurøðu síni, skrivaði Kaj
Leo Holm Johannesen nýval út,
orsaka av politiska órógvinum.
Á valinum í 2011 fekk Kaj Leo
Holm Johannesen 1.979 atkvøður
og gjørdist toppskorari. Á
valinum í 2015 fekk hann 601
atkvøður og gjørdist nummar
tvey á Sambandslistanum.
Í 2014 kemur landsstýrismála
nevndin til ta niðurstøðu, at
stýrisskipanarlógin, játtan
arlógin og lógin um ábyrgd
landsstýrismanna er brotin í
samband við at Strandferðslan
í 2013 hevði eitt undirskot á
4,3 milliónir krónur. Lands
stýrismálanevndin er tó ikki
samd um, hvør hevur brotið
lógina. Ein minniluti, Eivin
Jacobsen, tingmaður fyri Sam
bandsflokkin, er samdur við
Vinnumálaráðnum, at tað er
Strandferðslan sjálv, sum hevur
brotið lógina og ikki landsstýris
maðurin.
Hans Petur Joensen, fíggjar
leiðari á Strandferðsluni, sendi
limunum í Fíggjarnevnd løg
tingsins bræv, har hann kunn
aði teimum um fíggjarligu
støðuna hjá stovninum, tí hann
metti, at Johan Dahl hevði hildið
týðandi upplýsingum aftur fyri
fíggjarnevndini. Hans Petur
Joensen greiddi frá, at Strand
ferðslan fleiri ferðir hevði gjørt
landsstýrismannin varugan við,
at játtanin ikki fór at halda, og
biðið hann um loyvi at fremja
sparingar, men at Johan Dahl
hevði noktað hesum.
Bæði Bogi Mortensen, stjóri,
og Hans Petur Joensen, fíggjar
leiðari, mistu størv síni, men
misálitisuppskotið á Johan Dahl,
landsstýrismann, fall í tinginum.
Johan Dahl stillaði ikki upp
aftur á valinum í 2015.
Í juli 2009 legði Hans Pauli Strøm,
landsstýrismaður í almanna- og
heilsumálum frá sær. Tíðina
frammanundan hevði nógv rok
verið í politisku skipanini, eftir
at Landsgrannskoðarin vísti á, at
Hans Pauli Strøm hevði nýtt 170
milliónir krónur ov nógv í tíð síni
sum landsstýrismaður í ABC-
samgonguni. Meirnýtslan var í
høvuðsheitum farin til at rinda
eftirløn og sjúklingaviðgerðir
uttanlands.
Landsstýrismálanevndin við
gjørdi málið og kom til ta niður
støðu, at landsstýrismaðurin
hevði brotið stýrisskipanarlóg
ina.
Á valinum í 2008 varð Hans
Pauli Strøm fjórðvaldur við
383 atkvøðum og tók tí sæti á
tingi, tá hann legði frá sær sum
landsstýrismaður. Á valinum í
2011 gjørdist Hans Pauli Strøm
nummar 12 á Javnaðarlistanum
við 127 atkvøðum.