hósdagur 25. januar 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. JANUAR 2018
SOSIALURIN 11
10
LÍVSSTÍLUR: Gunnvá T. Joensen
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
– Løgreglumaðurin var eitt
sindur hvassoraður, tá ið hann
spurdi um eg hevði bílagt nakað
úr Danmark, og tá ið eg játtaði,
greiddi hann mær frá, at hetta er
ólógligt, og at eg tí verður ákærd
og fái eina bót, sigur Gunnvá
Tróndardóttir Joensen, sum er
ákørd fyri at hava roynt at inn
flutt rúsandi evni til landið
– Tað einasta eg vil, tað er at
finna okkurt, sum kann geva mær
ein linna fyri mína sjúku. Tað sigur
Gunnvá Tróndardóttir Joensen úr
Klaksvík.
Á summri í 2015 fekk Gunnvá
diagnosuna sclerosu, og hóast
hon hevði livað við sjúkuni í fleri
ár frammanundan, so kom hon tá í
heilsuverkið, og hon fekk tá bjóðað
ein ávísan heilvag, sum tey nevna
fyrsta val til nýdiagnoseraði. Hetta
er ein ógvusligur heilivágur, sum er
sterkur og hevur síni hjáárin. Hon
føldi onkursvegna, at hon mátti
taka av, tí annars gjørdi hon ikki
alt tað, sum hon kundi fyri at linna
sjúkuna.
Eg reageraði eisini ógvusliga
uppá tann heilivágin, og eg fekk
ógvuslig hjáárin, sigur hon og
greiðir frá, at hon síðani slapp at
skifta heilivág.
– Hetta setti eisini nakrar tank
ar í gongd um, hvat ein noyðist at
gera sum sjúklingur, og hvønn av
gerðarrætt ein sjálvur hevur, sigur
hon.
Síðani fór Gunnvá at lesa meir
um heilivág, og tá ið hon frætti, at
úrdráttir úr kannabis kunnu hjálpa
sjúklingum við sclerosu, fekk hon
áhuga fyri at sleppa at royna tað.
Hon sigur, at hon hevur tosað
við onkrar læknar um tað, men hon
hevur ikki fingið nakað veruligt
svar.
– Tað er sum um at læknarnir
ikki ordiliga tora at nerta við tað,
tí teir mestsum bara yppa øksl, tá
ið eg havi tosað um at fáa heilivág
við kannabis. Eg skilji tað sum at eg
eri ikki nóg illani fyri til at sleppa
at royna tað, sigur hon.
So tá ið Gunnvá kom í samband
við ein dana, sum gjørdi slíkan heili
vág, ivaðist hon ikki í at bíleggja
nakað av tí. Og tískil bílegði hon
av nakað av sjokolátubønum við
kannabis í.
Narkopolitii ringir
Tíðin gekk, og sjokolátabønirnar,
sum Gunnvá hevði bílagt komu
ongantíð fram, men ein dagin
ringir telefonin, meðan Gunnvá
situr í bilinum á veg til Havnar til
neurolog, sum hon javnan gongur
til.
Hon varð eitt sindur kløkk, tá ið
boðini í hinum endanum vóru, at at
tað var frá narkopolitiinum.
– Tað fyrsta eg hugsaði var, at
nú arbeiðir onkur uppá meg, sigur
hon skemtiliga.
– Løgreglumaðurin var eitt
sindur hvassoraður, tá ið hann
spurdi, um eg hevði bílagt nakað úr
Danmark, og tá ið eg játtaði, greiddi
hann mær frá, at hetta er ólógligt,
og at eg tí verði ákærd og fái eina
bót, sigur hon frá.
–Eg kann ikki nokta, at eg havi
bílagt hesa vøruna. Mítt kort hevur
goldið fyri tað, og mítt navn og
addressa eru á pakkanum, hóast eg
ongantíð fekk pakkan, sigur hon.
Men kannabis er ikki eitt evni,
hon er serfrøðingur í, so hon hugs
aði ikki um, at í tí hon hevði bílagt,
var THC í, sum er tað evnið í kanna
bis, sum gevur rús, og sum er ólóg
ligt.
Hon hevði ikki væntað, at tað
fór at verða so álvarsamt, at hon
skuldi í Føroya Rætt fyri tað, sum
hon hevði gjørt. Heldur hevði hon
væntað, at um okkurt var í vøruni,
sum ikki skuldi innflytast, so varð
tað bara burturbeint, greiðir hon
frá.
Løgreglumaðurin í telefonini
spurdi Gunnvá, hví hon hevði
bílagt hesar sjokolátabønirnar.
– Tá eg so greiddi frá, at eg hevði
sclerosu og eg hetta var ætlað sum
heilivágur, varð hann mildari á
málinum, og spurdi um eg ikki
kundi fáa tað frá lækna, og bað
meg spyrja læknarnar um tað. Men
hann gjørdi mær kortini greitt, at
eg varð ákærd fyri at hava roynt at
innflutt tað, sum svarar til 0,1 til 0,9
gramm av hassji til Føroyar.
Føroya Rættur
Tí var Gunnvá Tróndardóttir
Joensen í Føroya Rætti 28.09.2017.
Rættarfundurin endaði við, at
málið varð latið ákæruvaldinum
aftur. Orsøkin var, at av tí, at Gunn
vá Tróndardóttir Joensen ikki vildi
játta seg treytaleyst seka, má málið
koyrast sum revsimál, har hon
hevur møguleika at hava verja
við, fyri at hjálpa sær at bera sína
søk fram. Hon skal tí møta aftur í
Føroya Rætti 26. Februar 2018.
–Trupulleikin er, at eg eri ákærd
fyri at hava roynt at innflutt hassj.
Tað vil eg ikki viðganga. Endamálið
var ongantíð at rúsa meg. Eg visti
ikki, at bønirnar innihildu THC.
At eg nú standi ákærd fyri at hava
roynt at innflutt hassj er bara við
til at økja um stigmatiseringina av
kannabis sum heilivági, segði hon
við in.fo eftir rættarfundin.
–Tað er orðið hassj, sum eg
ikki vil standa við, og tað sum eg
havi lært eftirfylgjandi er, at tað
er tann mongdin, sum tey brúka
at umrokna til. Eg haldi, at tað er
primitivt onkursvegna, at tað ikki
ber til at gera tað um til annað enn
hassj, sum jú er eitt annað produkt
av kannabis plantuni, sum hendan
oljan ikki er. Tí vildi eg ikki standa
við hasa ákæruna, sigur Gunnvá
Tróndardóttir Joensen.
- Eg veit, at fleiri onnur í Føroy
um bæði hava tørv á og ynskja at
nýta kannabisúrdrátt, og eg helt,
at hetta mátti vera mátin, tey
gjørdu tað. Tað er stórt spell, at
tað skal vera svarti marknaðurin,
sum stýrir økinum, men soleiðis er
tað í dag, segði hon við in.fo eftir
rættarfundin.
Fyri Gunnvá Tróndardóttir
Joensen og hini, sum stríðast fyri
at fáa kannabisúrdrátt góðkendan
sum heilivág, er hetta ikki eitt stríð
um at sleppa at innflyta tað sjálvi.
–Vit vita, at kannabisúrdráttur
kann hjálpa nógvum sjúkum í dag,
og hevur ikki meir neiliga ávirkan
enn nógvur annar heilivágur,
ið verður brúktur í dag. Tí vilja
vit so fegin, at eisini sjúklingar
í Føroyum skulu fáa atgongd til
hesar vørurnar, sigur Gunnvá
Tróndardóttir Joensen.
Hetta var fyrstu ferð, at hon
sá ein rættarsal innan, og hon
harmast um, at sjúklingar við
ringum sjúkum koma í støður sum
hesar, tí tað er staðfest, at úrdráttir
úr kannabis kunnu veita ein linna
fyri nógvar ymsar sjúkur – og
serliga sklerosu.
Tilvildarligur forsprákari
Í og við at alt hetta hendi, eftir at
Gunnvá fór at leita eftir linna fyri
mongu dagligu súmptomini, sum
hon stríðist við orsakað av sjúkuni
sclerosu, so er hon onkursvegna
tilvildarliga vorðin forspákari fyri
kannabis sum heilivág.
– Sosialu miðlarnir gera tað lætt
í dag at koma alment út við einum
boðskapi. Tað er tað, sum eg eisini
havi gjørt, sigur hon.
Hon greiðir frá, at hon hevur
fingið nógvan stuðul frá fólki, eftir
at hon valdi at vera opin um tað,
sum er hent henni.
– Orsøkin til dygga stuðulin er,
at tíðin er búgvin til hetta. Vit eru til
reiðar at tosa um hetta trupla evni.
Eg haldi eisini, at eg havi fingið
hendan stuðulin, tí eg eri ein vanlig
kona við skrivstovu útbúgving, eg
eri gift einum sjómanni og saman
eiga vit trý børn. Tað er øgiliga
standard. Tað at eg eisini tosi um
eitt kontroversielt evni, tí mær
tørvar linna vegna sjúkuna, haldi
eg eisini er ein orsøk til at hetta
veruliga varð loftað av nógvum
fólki, sigur hon.
Hon greiðir frá, at fleiri seta seg
í samband við hana og greiða henni
frá, at tey stuðla henni. Fleiri eru
sjúklingar, sum hon, ella avvarandi
og tey orka ikki stríðið sjálvi.
– Tey føla, at tey hava fingið
eina rødd í og við, at onkur annar
tosar um evnið. Tað sum tey fáa
gjørt er at stuðla mær. Tí føli eg, at
eg kann ikki gevast, tí tað snýr seg
ikki bara um meg meir, sigur hon.
Spurd um, hvat hon vónar
verður ein avleiðing av øllum hes
um her, sigur hon, at hon er glað
um, at vit sum samfelag nú tora
at taka evnið upp, og at tað verður
tikið í álava.
–Eg veit ikki, hvat skal til, tí økið
er fløkt. Skal eg vera ærlig, so haldi
eg, at tey, sum skulu umsita økið
vita ikki, hvussu tað skal umsitast.
Eg haldi enn, at fólk ræðast økið.
Tí vóni eg, at vit fáa greiðar reglar
og staðfest, hvat vit hava brúk fyri.
Tey sum hava brúk fyri tí mugu fáa
tað.
Kommunilæknar
skulu fáa heimild
Tí heldur hon, at tað er so púra
sjálvsagt, at kommunulæknar fáa
heimild til at geva sjúklingum heili
vág við kannabis í.
– Sum støðan er nú, eru slíkir
sjúklingar tvingaðir til at fáa út
vega sær hendan heilivágin á
svarta marknaðinum, og tað er
rættiliga óheppið. Í fyrra lagi
tvingar tað illa sjúk fólk í lógloysi,
og harafturat kemur tað, at í roynd
og veru er ongin trygd fyri, hvat er
í heilivági, sum verður keyptur á
svarta marknaðinum, sigur hon.
– Tá hevði tað verið betur fyri
allar partar, at tað vóru kommunu
læknar, sum fáa heimild at geva
henda heilivágin, tí so er tað
heilsuverkið, sum umsitur heili
vágin. Og tá fæst trygd fyri, at
dygdin er, sum hon eigur at vera,
sigur Gunnvá Tróndardóttir Joen
sen.
– Tað einasta sjúklinga vilja, er
at fáa linna fyri eini herviligari
sjúku, so eg vóni at okkurt seriøst
og ítøkiligt verður gjørt, so vit fáa
atgongd til hetta hendan vegin,
sigur hon.
Politikarar ikki samdir
Í kjalarvørrinum av at danska
fólkatingið hevur viðgjørt og
samtykt eina royndarskipan við
medisinskum kannabis skjýtur
SJÚKLINGUR LEITAÐI EFTIR LINNA FYRI SJÚKU:
BÍLEGÐI RÚSANDI EVNI
TIL FØROYA AV ÓVART
– Løgreglumaðurin var eitt sindur hvassoraður, tá ið hann spurdi um eg hevði
bílagt nakað úr Danmark, og tá ið eg játtaði, greiddi hann mær frá, at hetta er
ólógligt, og at eg tí verður ákærd og fái eina bót, sigur Gunnvá Tróndardóttir
Joensen, sum er ákørd fyri at hava smugglað rúsandi evni til landið