Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. januar 2018síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. JANUAR 2018 SOSIALURIN 11 11 Mið­flokkurin nú upp, at sama royndar­skipan verður sett í verk í Før­oyum. Uppskotið hjá Jenisi av Rana kemur til fyrstu viðgerð í løg­ tinginum 7. februar. Høvuðstættirnir í royndar­ skipan­ini í Danmark eru, at sjúk­ ling­ar við til dømis varandi pínu, við sklerosu ella ógvusligari spýgg­ ju eftir kemoviðgerð kunnu fáa kan­na­bis­heilivág frá lækna, tá onn­ur viðgerð ikki er nøktandi. Tað er tann einstaki læknin, sum hevur ábyrgd av at geva hendan heilivág og tí er týðandi, at læknin kunnar sjúk­lingin um møguliga árin og vand­ar við viðgerðini. - Eg eri greið yvir, at fleiri sjúkling­ar hava gott av at fáa kanna­bis­heilivág sum part av viðgerðini, tá onnur viðgerð hevur víst seg ikki at røkka. Og fleiri føroyskir sjúklingar fáa longu hendan heilivág í dag. Eitt nú fáa sjúk­lingar á Landssjúkrahúsinum kanna­bisheilivág fyri sklerosu og sum linnandi heilivág fyri pínu eftir at øll onnur pínuviðgerð ikki hev­ur virkað. Eisini á Suður­ oy­ar sjúkrahúsi verður kanna­ bis­heilivágur latin, sigur lands­ stýris­kvinnan í tíðindaskrivi frá heilsu­málaráðnum.     - Tað er týðandi at staðfesta, at sum er, hava allir kommunulæknar og allir yvirlæknar á sjúkra­hús­un­ um møguleika at útskriva resept uppá medisinsk kannabis, sigur hon, men ásannar, at nógvir lækn­ ar aftra seg við at gera hetta, onkrir tí teir ikki vilja, onkrir tí teir ikki kenna nóg væl til kannabis sum heilivág. Tí eru landslæknin og lands­apotekarin farnir í gongd við at skriva eina vegleiðing um kanna­bis til medisinska nýtslu. Hon stuðlar tí ikki uppskotinum hjá Miðflokkinum.  - Í mun til spurningin, hvørt vit í Føroyum eisini skulu gerast partur av donsku royndarskipanini við kannabis­heilivági, so er mín støða, at eg í løtuni ikki meti hetta vera neyðugt, sigur hon. Hon vísir á, at tað longu er gjørligt at fáa medisinskt kannabis frá læknum í Føroyum.  - Eg taki til eftirtektar tað, ið lands­læknin og landsapotekarin vísa á, at tað í løtuni ikki er heilsu­ fakligur tørvur á slíkari royndar­ ætlan í Føroyum, tí longu í dag eru nøkt­andi møguleikar fyri at brúka kanna­bis til medisinsk endamál, sigur hon, men leggur afturat, at hon fer at fylgja væl við hvussu royndar­verkætlanin í Danmark eydnast. Kommunulæknar avmarkaðir Signar Dam, kommunulækni á Tvøroyri, sigur tó við Kring­varp­ið, at møguleikarnir hjá kommunu­ lækn­um at skriva út kannabis til sjúk­lingar eru avmarkaðir. Signar Dam sigur við Kring­ varp­ið, at hann hevur roynt at út­skriva kannabis-heilivág til ein sjúk­ling, sum hevði krabbamein, men tað bar ikki til hjá honum. Tí er tað ikki satt, tá Sirið Stenberg sigur, at allir kommunulæknar og allir yvirlæknar á sjúkrahúsinum møgu­leika at útskriva resept upp á medisinskt kannabis - Tvørturímóti. Eg bleiv kløkkur, tá eg hoyrdi hatta. Tí hatta sam­ svarar als ikki við, hvussu eg havi upplivað kannabis-støðuna, sigur Signar Dam. - Antin veit hon ikki betur, ella veit eg ikki betur. Men um so er, at eg kann útskriva kannabis, burdi eg fingið boð um tað, sigur hann.