Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. januar 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. JANUAR 2018 SOSIALURIN 11 12 SKRIVAÐ HEVUR TJÓÐHILD PATURSSON S tørsta íblásturin til mína egnu matgerð, fái eg við at lesa um hvat, onnur gera - mat­bøkur og matbløð - og við at eta matin hjá øðrum - har­ mill­um matstovuvitjanir og tær fáu ferðirnar, eg eri so heppin, at vin­fólk og/ella elskarar gera mær mat - (ja, góðu tit, eg reki fram und­ir, at tit kunnu gera tað (enn) oftari, men eisini ein áminning um, hvussu glaða tað ger meg, tá ið tit gera mær mat). Tí haldi eg eina rúgvu av matbløðum, fái javnan smá­ar kassar við bókum sendand,i og hvørja ferð eg fái møguleikan og/ella havi ráð, fari eg út at eta. Hetta kvøldið á the Tarv gav mær góð­an íblástur - men mest av øllum minn­ti tað meg á týdningin og virð­ ið á dugnaligum starvsfólkum. Týdningurin av góðum tænarum Eydna av Fløtum er matstovu­ leiðari á the Tarv. Hon er blíð, stutt­lig, fyrikomandi, fitt, røsk og alt møguligt annað; men mest av øll­um er hon ómissilig. The Tarv hevði ikki verið sama stað uttan Eydnu - hon lyftir alt rúmið, fólkið og stemmningin. Ja, hon hevur al­ ment rós uppiborið: Eydna tú ert ein fantastiska góð­ur vertur, og tað er gull fyri eina matstovu at hava eina sum teg. Vónandi kennir tú, og tey tú ar­beiðir fyri, títt virði (Pssst.: Tað er nú tú skalt biða um lønarhækkan og hatta skeiðið, sum tú vilt sleppa á ;) ). Tað er kanska eitt sindur órími­ ligt fyri kokkaranar, at Eydna skal eiga alt rósið. Tit, kokkar hetta kvøld­ið, eiga heilt víst eisini rós uppi­borið; í Føroyum er bara nógv meira óvanligt við góðum tænarum enn góðum kokkum, og tí vil eg draga tað fram. Mín vón er eisini, at mat­stovur byrja at skilja týdningin av góðum vertum/ tænarum - og lønir teimum har eftir. Eg haldi, at tíðin er komin til, at tænarayrkið verður, nettup, eitt yrki; heldur enn eitt fyribils arbeiði, sum tú gert í eitt ár eftir student. Bara við at løna starvs­ fólki ordiligt, útbúgva tey og geva teimum avbjóðingar, ber til at flyta tænarastarvið í Føroyum frá at vera eitt fyribilsstarv, til at vera eina lívsleið. Og uttan fólk sum Eydnu av Fløtum, vera mat­stovu­ upp­livingar ongantíð heilt nóg góð­ar. Tænarin/verturin hevur eina ábyrgd, sum eg virði nógv meira eftir vitjanina á the Tarv, enn áðrenn. Takk Eydna. Tú vart størsti íblást­urin fyri meg hetta kvøldið. Vínskáin sum fær teg at munga Eydna av Fløtum visti av, at eg og Barbara báðar eru í holt við sommelierútbúgving; so hon kom bein­anvegin rennandi við vín­ korti­num. Eitt ótrúliga lekkurt vínkort! Hitt mest áhugaverda eg havi sæð í Føroyum higartil (KOKS undantikið - KOKS telur ikki ordiliga við, tá ið eg tosi um mat­stovur í Føroyum) - kanska tí eg júst eri byrja at hava áhuga fyri vín­kortum. Vit vóru bara tvær, og vildu royna meira enn eitt slag av víni - nú vit júst eru vorðnar so vín-áhugaðar - so vit keyptu onga fløsku, men heldur gløs av teirri min­nu vínskránni. Vínið var alt sera gott. Champagna er altíð eitt hitt hjá mær - bæði smakkurin og kenn­ingin av champagnu er nakað fyri seg. Unna tær champagnu, tað ger lívið ríkari (men bankakontoina fá­taks­ligari). Tey bæði reyðu vín­ ini vit royndu vóru góð - tað er lang tsíðani eg veruliga havi not­ið reyðvín (eg plagdi annars altíð at vera reyðvínsdrekkari burtur­av), men hetta kvøldið var tað júst hitt rætta. Eg leingist eftir saman­renn­ ingini millum kryddaða og tunga shiraz vínið og kolroykin av kjøti­ num. Onkuntíð skjótt fari eg fram­ við í barrini, sum er á fyrstu hædd, og deili eina vínfløsku við eitt av mínum vinfólkum - hvør vil við? Vegetar kommentarurin!! Við champagnuglasinum í hond­ini, settust vit at hyggja at mat­skrán­ni. Spennandi, spenn­andi. Men HOV, hvat var hatta? Ein vegetar­møgu­ leiki - kul - vegetarar fara jú eisini út saman við ikki vegetarum; gott tey hugsa um vegetararnar. Grilled Veggies For those who don’t eat real Food … Álvara!? Vit blivu heilt kløkkar. Las eg skeivt? Nei, hatta stendur har… í matskránni… við vilja? Eg haldi viðmerkingina vera beinleiðis pín­liga. Eg havi slettis ikki hug at viðmerkja tað meira, enn at heita á the Tarv um at fáa hatta broytt. Tí tað er kiksað. Ógvuliga kiksað. Vit krymp­aðu tærnar. Alt er annars so gjøgnum­ført. Grillað skeljadjór og lippur, fesk - í øllum førum helvtin av teimum ‘Fá tær bara meira av mínum lipp­um, mær dámar tær ikki’, segði Barbara. So eg fekk mær eina afturat. Men hvat nú? Lippan var ikki góð, slettis ikki. Hon kend­ist ikki fesk, sum hin fyrra eg át, og smakkaði eitt sindur av… petroleum? Tað var ordliga spell, tí tær lippurnar, ið vóru góð­ar, tær vóru ordiliga góðar! Sami trupuleiki var við grillaðu skelja­ djórunum, tey vóru ov ymisk í dygd. Møguliga vóru vit bara ó­hepnar. Einki var galið við til­gerð­ ini, kokkarnir høvdu gjørt arbeiði væl - rávørurnar vóru bara ikki (allar) heilt nóg góðar. Kjøt, kjøt, kjøt At seta ein parttíðar vegetar at um­ mæla eitt stað sum the Tarv - har kjøtið liggur til framsýningar í køli­ d­iskum - ljóðar kanska bæði býtt og løgið. Hinvegin er ein hálvvegetar kanska størsti kjøtkrittikarin - kjøt skal veruliga vera gott, áðrenn eg MATUR: The Tarv Grillhouse Á VITJAN HJÁ TARVINUM The Tarv eitur nýggj matstova í Vágsbotni í Havn - hon er nýggj, men hon hevur longu tryggja sær pláss millum bestu matstøðini í býnum; eftir mínum tykki. Tað merkir tó ikki, at ongar betringar kunnu gerast - tað kunnu tað altíð (næstan). Afturat matstovuni er ein barr sum mett eftir drykkskránni og tí eina drykkinum eg royndi, hevur uppiborið sítt heilt egna ummæli - tað verður ein annan dag. Í dag sigi eg ikki annað um tað enn: Far oman og keyp ein Espresso Martini. Nú aftur til Tarvin.