hósdagur 25. januar 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. JANUAR 2018
SOSIALURIN 11
13
leggi nakað í tað. Og tað var kjøtið
her. Gott. Ordiliga gott. Har var
einki at seta fingur á annað, enn
at tænarin kanska ikki dugdi heilt
nóg væl at vegleiða mær í um eg
skuldi fáa kjøtið stokt medium ella
rare. Eg endaði við at velja rare, sum
var eitt vet ov rátt til mín smakk.
Men tað var gott kortini. Dámar
tær væl reytt, bløðandi kjøt - vel so
medium. Dámar tær væl (hálv)rátt
kjøt - vel so rare. Vit valdu okkum
kjøt út USA og Írlandið - hitt fyrra
var hitt betra - men bæði vóru góð
- eg haldi at tað fyrra hevði hingið,
og hevði meira smakk. Næstuferð
eg fari, velji eg tað. Eplini afturvið
vóru góð og sósirnar somuleiðis.
Alt í alt eri eg ógvuliga væl nøgd við
høvuðsrættin - rós til kokkarnar!
Um matummælini í Vikuskiftissosialinum
Av og á eru matummæli ella umtala at lesa her á mínum
matsíðum í Vikuskiftissosialinum - tey verða prentað bæði
til tykkara, ið eta (og vilja vita hvar og hvat tit skulu eta
næst) og til tykkara, ið gera mat til fólk (og vilja fáa innlit í,
hvussu eitt av hesum fólkunum upplivir matin og staðið, sum
eru karmar um tykkara gerandisdag, og teirra hugnadag).
Eg havi ikki nakrar serligar førleikar til at ummæla eitt
matstað (annað enn stóran áhuga), og tað er tískil ikki
út frá nøkrum serligum treytum eg ummæli. Heldur
kann hetta hugsast sum umtala - at eg sum gestur á
føroysku matstovunum greiði frá míni uppliving.
Hetta fingu vit báðar
Champagne André Clouet, Brut Grande Reservé
110 kr x 2 = 220 kr
Grillaður skeljafiskur
125 kr
Grillaðar lippur
100 kr
Bakaði epli
35 kr x 2 = 70 kr
Moyrnaður háryggur úr USA, 300 gr - Við Gravy Sauce
440 kr
Írsk neytalundir, 250 gr - Við piparsós
345 kr
Malbec Paraje Altamira, Catena, Mendoza, 2014, Argentina
80 kr
Syrah “Bullnose”, Te Mata, Hawke’s Bay, 2013, New Zealand
120 kr
Whisky sjokulátakøka við geitarosti
90 kr
Tawny Port 10 Years Fonseca, Portugal
100 kr
Espresso Martini
125 kr
PRÍSUR Í ALT
1.815 KR
Maturin
Maturin var ordiliga góður. Kjøtið var perfekt. Annaðhvørt
skeljadjór var eisini perfekt - hin helvtin kendist ikki heilt fesk,
og tað var spell. Somuleiðis við lippunum. Dessertin var fín, men
næstuferð drekki eg mær ein espresso martini omaná í staðin -
dessert og kaffi í einum. Frálíkt.
Umhvørvið
Hetta kvøldið kavaði. Vit sótu við vindeyga og hugdu út yvir
hvíta vakra Vágsbotn. Hølini rigga heilt væl, og ljóðið í rúminum
er behagiligt - haldi sum heild at Gist & Vist (fyritøkan ið eigur
bæði the Tarv, Etika, Hotel Føroyar, Fútastovu, Ræst, Barbaru
við meira) dugur væl við ljóði. Tónleikur var frá, men eg legði
ikki merki til tað, fyrr enn eg lurtaði - og tað er gott fyri eina sum
meg, ið lættliga órogvast av tónleiki og øðrum óljóði (ja, eg veit, eg
fornermi nógv við at kalla tónleik óljóð - men í skeivum umstøðum
og við skeivari útgerð, so ljóðar tónleikur onkuntíð bara sum óljóð
í mínum oyrum). Innrættingin er góð, men kanska í so ‘konsept’-
lig. Alt riggar mestsum í so væl. Ber brá av pakkaloysn, heldur enn
av menniskjum. Men tað ger kanska ikki so nógv, man situr væl
og rúmið er hugnaligt. Eydna av Fløtum gevur tað menniskjaliga
íkastið - tað áttu at verið fleiri Eydnur.
Fari eg aftur?
Ja, tað vænti eg so heilt víst. Men mín pengapungur er mestsum
tómur nú, so tað verður ikki í bræði. Men onkuntíð skjótt fari eg
framvið í barrini - eg mungi eftir espresso martini, og eg eri forvitin
eftir at royna bæði aðrar drykkir og summi av teimum lekkru
vínunum á vínskánni.
Saman við hvørjum?
Saman við vinkonunum, saman við pápa tínum, starvsfólkatúr,
saman við børnunum, fyrstu ferð tú ert úti við onkrum - og til 10
ára brúdleypsdagin. Ja, eg haldi at the Tarv hóskar seg til næstan
alt… Uttan vegetarar - eg vóni veruliga at handan matskráin verður
broytt; viðmerkingin um vegtarmat er pínlig.