hósdagur 25. januar 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. JANUAR 2018
SOSIALURIN 11
15
Almennar pensiónir
Heri Mohr
Í Sosialinum nr. 7, 15. januar 2018
hevur Árni Gregersen, journalistur,
nakrar hugleiðingar um almennar
pensiónir, nú løgtingið hevur havt
1. viðgerð av nýskipan av pensión
um.
Hóast ein av grundgevingunum
fyri umlegging av pensiónum eftir
hansara áskoðan er, at pensionistar
skulu hava meira ”at liva fyri,”
so er høvuðsgrundin, at ”skil má
fáast á langtíðarhaldførinum á
samlaða føroyska búskapinum.”
Í sama andadrátti fáa vit at vita,
at fólkapensiónin kom í Føroyum
1959, og at í mong ár stóð á almenn
um lønarseðlum, at ”so ella so
stórur partur av skattinum fór til
fólkapensión.”
Ein slíkan seðil hevur undir
ritaði ikki sæð. Tey gomlu fingu jú
ellisrentu, aðrenn fólkapensiónin
kom í 1959.
Undirritaði var í tænastu
mannastørvum á Føroya Gjald
stovu frá 1956 til 1991.
Hóast greinin hjá Gregersen í
roynd og veru viðger málið um, at
”nú fáa vit øll annað slag av pen
siónum,” og ”tað er ógvuliga torført
at gera tað áhugavert at lesa um
pensiónir” – so skilji eg satt at siga
lítið av tí, sum eg havi lisið av um
røddu hugleiðingum.
Hóast alt so átti tað ikki at verið
so torført at lisið um okkara pen
siónir:
Tá ið fólkatingið og løgtingið
høvdu viðtikið lógir um almennar
pensiónir í Føroyum og lógir og
reglugerðir um hesar pensiónslógir,
vórðu tríggjar almennar pensiónir
veruleiki, nevniliga: Fólkapensión,
avlamispensión og einkjupensión.
Hesar pensiónir vórðu fíggjaðar
soleiðis:
Fólkapensión helvt um helvt
millum ríkiskassan og landskass
an. Av landskassans parti vórðu
10% álíknað øllum kommununum
við støði í fólkatali og kommunu
skattainntøku (hetta var eitt sind
ur fløkjasligt býti).
Avlamispensión á sama hátt
sum fólkapensión.
Einkjupensión helvt um helvt
millum ríkiskassan og landskassan
[minnist meg rætt].
Samsvarandi galdandi lógum
varð í mong ár eitt fólkapensións
gjald upp á 1½% (ella 2%?) av botn
gjaldi av folkapensión og avlamis
pensión goymt í einum grunni
í landskassans ársroknskapum
ætlað lánveiting til bygging av
nýggjum røktarheimum. Hesin
grunnur varð fyrst umsitin av
Ríkisumboðnum og seinni av
Almannastovuni, tá ið hon varð
veruleiki. Men Fólkapensións
grunnurin lá tryggur í landskass
anum á Føroya Gjaldstovu.
Við útlánum úr Fólkapensións
grunninum varð byggikostnaðurin
til fylgjandi røktarheim fíggjaður:
Í Vágum, Suðuroy, Klaksvík,
Eysturoy, Suðurstreymoy og á
Sandi.
Ein sonn massakra fór fram í
landskassanum í 1991. Eirindaleys
sum á sinni í Stockholm 1520.
Fólkapensiónsgrunnurin og
útvið 100 aðrir landskassagrunnar
hvurvu so at siga í myrkri og í
heimildarloysi. Eisini fólkapen
siónsgrunnurin við tøkum peningi
og øllum útlánunum hvarv sum
sagt í 1991.
Í 1992 varð hendan massakran
lóggildað við tveimum løgtings
lógum (sjá síðu 6 í landskassans
ársroknskapi 1991).
Eisini tann ríki Oljugrunnurin
við nógvum tøkum milliónum
og stórum útlánum hvarv í sama
myrkri, men Palleba og Marsanna
knógva framhaldandi til dagin
í dag við oljugjaldi við ongum
grunni.
Eg má siga við mín góða
vin Árna Gregersen – við góð
um skúla í Føroyum og Dan
mark og fjølbroyttum arbeiðs
royndum í Føroyum og á
Bornholm – at tað, ið tú sigur um
tað, ið landsstýriskvinnan við
pensiónsmálum sigur um nýskip
an av pensiónum, er so fløkt og
torskilt, at tað valla verður lisið av
fólki við vanligum viti og skili.
Eg kann upplýsa, at í 1956 vóru
tríggir eftirlønargrunnar í lands
kassans ársroknskapum:
Eftirlønargrunnur tænastu
manna, Eftirlønargrunnur lærar
anna og Eftirlønargrunnur sjúkra
húsanna. Teir vórðu allir avtiknir
einaferð í 1960-unum. Harmiligt!
Sjálvur fái eg í dag tríggjar
ymiskar almennar eftirlønir, og
eg havi ongantíð rindað nakað
eftirlønargjald. Men mín sjálv
sagda skatt havi eg sjálvandi goldið
til dagin í dag.
Í roynd og veru er ikki so nógv
broytt av hesum pensiónslógum
hesi 48 árini annað enn tað, at
løgtingið við fíggjarlógini 2002
stongdi fyri øllum dýrtíðarhækk
ingum av ríkiskassans helvt uttan
tó at útvega landskassanum aðrar
inntøkur í staðin til pensiónirnar.
Loksins vil eg leggja dent á, at eg
serliga sakni at fáa at vita, hvussu
ein radikal umlegging av eftir
lønarskipanini skal fíggjast, her
undir hvussu ríkiskassans partur
kemur inn í myndina.
Rættleiðing til lesarabræv hjá Rune Nolsøe
Georg F. Hansen, formaður
Føroya Arbeiðarafelag
Í Sosialinum frá 22. januar 2018
hevur Rune Nolsøe rættuliga
hvassorðaðar skuldsetingar móti
Føroya Arbeiðarafelag, sum hann
leggur undir at fremja rán móti
limum felagsins í sambandi við
samhaldsføstu lívstryggingarskip
an okkara.
Av tí at Rune ikki skrivar hvat
tað er, sum tryggingarnar dekka
hjá ávikavist Føroya Arbeiðara
felag og hjá danska fakfelagnum,
so er neyðugt við hesari rættleið
ing.
Til ber ikki bert at hyggja at
hvat tryggingin kostar, tí uttan at
hyggja at hvat fæst fyri trygging
argjaldið, so fær ein ikki eina rætt
vísandi mynd av einari trygging
arskipan.
Hvat fáa tey eftirsitandi
um limur í Føroya
Arbeiðarafelag doyr
Sum tað sæst á heimasíðu okkara,
so dekkar samhaldsfasta lívstrygg
ingarskipan okkara:
Útgjald við deyða kr. 365.976,00
Útgjald í sambandi við hættis
liga sjúku kr. 91.493,00
Útgjald við hættisliga sjúku hjá
børnum kr. 91.493,00
Útgjald við 67 ára aldur kr.
100.000,00 um arbeiðsfólk hava
verið við í skipanini seinastu fylgj
andi 10 árini.
Hvat fáa tey eftirsitandi
um limur í 3 F doyr
Útgjald við deyða um limurin er 54
ár kr. 112.098,00
Síðani lækkar útgjaldið við ár
unum, soleiðis at útgjald við deyða
um limurin er 61 ár ella eldri er kr.
49.822,00.
Harumframt fáa børnini út
gjald, sum liggur frá kr. 28.024,00
til kr. 11.210,00 fyri hvørt barni, alt
eftir aldri og aldrinum hjá liminum
sum doyr.
Hetta eru tøl, sum síggjast
á heimasíðuni hjá danska fak
felagnum.
Føroya Arbeiðarafelag
hevur eina samhaldsfasta
skipan, har øll gjalda
prosent av lønini inn og
um limurin doyr ella gerst
álvarliga sjúkur, so fáa øll
somu upphædd útgoldna
Vit í Føroya Arbeiðarafelag hava,
sum hini feløgini í Føroyum, valt
at hava eina samhaldsfasta lívs
tryggingarskipan, har øll eru við
at gjalda, og um limir doyr, so
verður upphæddin sum tey eftir
sitandi fáa útgoldið tann sama utt
an mun til hvussu gamal limurin
var og uttan mun til hvat tann
einstaki limurin hevði goldið til
tryggingina.
Hetta meta vit sum eina góða
skipan fyri limir okkara.
Donsku fakfeløgini fáa
uttan iva stórkunda
fyrimunir tí limatalið er
nógva ferðir størri enn hjá
fakfeløgum í Føroyum.
Vit ivast ikki í, at eitt fakfelag í
Danmark, sum t.d. hevur 50.000
limir hevur møguleika at samráða
seg fram til lægri tryggingargjald
pr. lim enn eitt fakfelag í Føroyum
við t.d. 3.500 limum.
Tí er einki løgið í, at tryggingar
gjøldini, sum danskir løntakarar
gjalda eru væl lægri enn tað, sum
løntakarar í Føroyum gjalda.
Sum sagt bert tó ikki til bert at
hyggja at inngjaldssíðuni uttan eis
ini at hyggja at, hvat fæst fyri hesi
tryggingargjøld.
Kritikkur eigur at byggja
á veruliga lýsing av bæði
kostnaði og veitingum.
Vit hava sjálvsagt einki ímóti
kritikki, men umráðandi er, at tann
sum førir fram kritikkin, kannar
veruligu umstøðurnar, soleiðis at
málið verður lýst frá øllum síðum,
og at upplýst verður loyalt um
bæði gjald og veitingar.
Tórshavn, 23.01.2018
KJAK
men Palleba
og Marsanna
knógva
framhaldandi
til dagin í dag
við oljugjaldi við
ongum grunni
Hetta eru tøl,
sum síggjast
á heimasíðuni
hjá danska fak
felagnum
Tí er einki løgið
í, at trygging
argjøldini,
sum danskir
løntakarar
gjalda eru væl
lægri enn tað,
sum løntakarar í
Føroyum gjalda