Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-25, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. januar 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. JANUAR 2018 SOSIALURIN 11 18 TRÓNDUR ARGE N ations League er nýgg ­ja lands­liðs­ kapp­ing­in, sum skal gera lands­liðs­fótbólt meiri spenn­andi. Kappingin skal av­loysa týdningarleysu venj­ ing­ar­landsdystirnir, sum kunnu oyðuleggja heilar vikur hjá fót­ bólts­elskarum. Einasta vaccin­an er um føroyska landsliðið eisini hevur gandað fram ein venj­ing­ ar­lands­dyst, sum tó hendir alt ov sjáldan. Nú er føroyska landsliðið trygg­ja seks landsdystir móti lands­lið­num, sum vit kunnu meta okkum við. Tað vil siga, at vit á FIFA styrkilistanum liggja áleið á sama stigi. Føroyar komu í bólk saman við Aserbadjan, Malta og marruni í fjórða og seinasta styrkilagi, Kosovo. Kosovo er óvia tað sterkasta liðið lægsta styrkis­ bólkinum, har hini londini vóru San Marino, Andorra og Gibraltar. Eg havi verið í Kosovo so seint sum í summar við Víkingi. Tá kunnu vit á teimum, men eg havi eina kenslu av, at landsliðið hjá teimum er sterkari enn lið­fót­ bólt­urin, sigur Atli Gregersen, lið­ skipari á landsliðnum. Hann og Víkingur vunnu á Trepca 89 í fyrsta innleiðandi um­farinum í Champions League í summar, men tað var ikki heilt uttan stríð. Liðskiparin leggur tó afturat, at um vit halda tað er langt til Kosovo, so er tað minst líka langt hjá teimum at koma hendanvegin. Kunnu vinna á øllum - Hetta eru sjálvandi nøkur lið, sum vit hava møguliga at vinna móti, men vit hava eisini sæð fyrr, at vit kunnu tapa móti teimum, sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari. Hann óttast kanska serliga dystin móti Kosovo, sum Føroyar fyrr hava tapt ímóti, 1-0, í einum venj­ingar­dysti. - Eg havi eitt sindur ilt við at gita, hvussu Kosovo fer at spæla. Teir hava nógvar góðar spælarar í ymiskum feløgum í Evropa, og um teir fáa fatur á teimum øll­um, kunnu teir senda eitt sera sterkt lið á vøllin, sigur føroyski lands­ liðs­venjarin, við heimasíðuna hjá Fót­bóltssambandinum. Hann iðrar seg eisini um, at Føroyar mugu heilt til Aserbadjan, sam­stundis sum hann minnir fólk á ikki at undirmeta Malta, tí Føroyar hava áður tapt móti teimum, 3-2. - Vit spældu ein ræðuligan fyrra hálv­leik, men komu fyri okkum í seinna hálvleiki, sum vit vunnu 2-0, men tað var tíverri ikki nokk, sigur Lars Olsen. Atli er bjartskygdur Liðskiparin á landsliðnum er bjart­ skygdur av lyndi. Hann vónar, at vit kunnu geva øllum ein skarpan gang. - Tað fyrsta eg hugsi er, at tað er óheppið at fáa Kosovo úr lægsta bólki­num, men hini londini eru góð at trekkja. Vit hava góðar royndir móti Malta í A-landsliðshøpi, og U21 landsliðið hevur fleiri ferðir fing­ið fín úrslit móti Aserbadjan, sigur Atli Gregersen. Hann leggur dent á, at tað er umráðandi at føroysku áskoðar­ ar­nir kenna týdningin av at møta upp til dystirnar á heimavølli. - At spæla ímóti Kosovo og Aserba­djan á útivølli, passar eitt sindur verri við ferðing, enn til­ dømis at fara til Malta. Men eg síggi okkum hava góðan møguleika móti øllum trimum londunum, og eg veit, at heimavøllurin hjá okkum kann verða avgerandi. Fáa vit tildømis góð úrslit í øllum heima­ dystunum, og nøkur fín úrs­lit á útivølli, kann tað gott røkka nokk­ so langt, sigur Atli Gregersen, sum tó leggur dent á, at fyri at fáa góðu úrslitini á heimavølli, krevst stórur stuðul frá føroysku áskoðarunum. Byrja á heimavølli Stutt eftir lutakastið var skráin klár. Tað er greitt frammanundan at tveir dystir verða í septembur, tveir í oktobur og tveir í novembur. Før­oyar eru eitt av fleiri londum, sum helst ikki skulu spæla á heima­ vølli í novembur, tí mett verður at tað er ov umskiftandi veður. Føroyar byrja við at spæla móti Malta á heimavølli 7. septembur. Síðani verður farið til Kosovo. Fyri at fáa kabalina at ganga upp við ikki at spæla í Føroyum í novem­ bur, so verða tveir dystir á Tórs­ vølli í oktobur. 11. oktober kemur Aser­ba­djan á vitjan. Tiggjar dagar seinni Kosovo. Síðani spæla vit á úti­vølli móti Aserbadjan og Malta í novembur. Misjøvn móttøka UEFA Nations League tykist hava fingið eina misjavna móttøku. Ser­ liga frá onkrum fjølmiðlum í teim­ um størru lond, har spurnar­tekin verður sett við, um tað er skilagott at spælarar skulu spæla enn fleiri kappingarføra dystir. Tað kann so verða eitt argument fyri spælarar, sum umboða stóru feløgini úti í verð, men tað er ilt at síggja nakran vansa fyri føroyska landsliðsfótbólt. Føroyar skulu nú spæla seks landsdystir í seinnu hálvu í ár, har stóri vinningurin er eitt óhoyrt atgongumerki til EM 2020 endaspælið. Føroyska landsliðið hevur sjáldan – um nakrantíð – havt so breitt og gott grundarlag av spælar­ um. Tí fær Lars Olsen eisini møgu­ leikan at spæla fleiri spælarar inn, meðan aðrir fáa fleiri dystirnir í bein­ini. Føroyingar hava stuðlað lands­liðnum væl seinnu árini. Stend­ur tað við, so verður talan um tríggjar dystir, har Tórsvøllur kann væntast at verða fullsettur. Tað gevur altíð ein serliga dám og gevur spælarunum nakað eyka. Landsliðið skal eisini í mars mánaði til Marbella í suðurspania á venjingarlegu, har tveir venj­ingar­landsdystir skulu spælast móti Liktenstein og Lettlandi. Somu­leiðis lond, sum vit ítróttarliga kun­nu samanbera okkum við. Sostatt kunnu vit vænta okkum átta landsdystir, har vit ítróttarliga kunnu verða við. Har vit í summum førum eru favorittar og ikki verða koll­ dømd undan fyrsta bríksli. Tað er ein avbjóðing, sum føroyskur fót­bóltur kann fáa heilt nógv burtur­úr. TRONDUR@SOSIALURIN.FO ÍTRÓTTUR KUNDI VERIÐ BETRI KUNDI VERIÐ VERRI Talan bleiv ikki um nakran dreymabólk, tá lutakastið til UEFA Nations League var í Sveis mikudagin. Tó er semja um, at tað kundi eisini verið verri – Vit kunnu vinna á øllum, sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari UEFA Nations League: