sunnudagur 31. oktober 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 208 - 30. oktober 2004
Leiðari til dag-
stovnin í Hósvík
Hósvíkar kommuna byggir ein nýggjan dagstovn í
Hósvík, har pláss verður fyri 58 børnum í aldrinum 0-
10 ár.Í hesum sambandi verður søkt eftir leiðara.
Høvuðsuppgávur:
• At hava leiðsluna og ábyrgdina av stovninum
• At samskipa arbeiðið á stovninum
• At skapa trivnað á stovninum
Vit sóknast eftir persóni, ið:
• Kann ganga á odda og dugir væl at fyrisita/leiða
• Dugir at arbeiða sjálvstøðugt
• Kann virka í góðum samstarvi við starvsfelagar,
foreldur og myndugleikar
• Er opin fyri nýhugsan
Útbúgving/royndir:
• Námsfrøðiliga útbúgving.
Royndir innan leiðslu og umsiting kunnu vera ein
fyrimunur.
Lønar- og setanarviðurskifti:
Eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagog-
felag og Føroya Kommunala arbeiðsgevarafelag.
Starvið verður at seta skjótast gjørligt.
Meir fæst at vita við at venda sær til kommunu-
skrivstovuna, tlf. 422366.
Umsóknir saman við viðmælum og upplýsingum
um útbúgving og royndir skulu vera Hósvíkar
kommunu, Rættarvegur 10, 420 Hósvík, í hendi í
seinasta lagi 8. november 2004.
Hósvíkar kommuna
Arbeiðshandskar
til øll endamál - bæði á sjógvi og landi
Landsins størsta úrval
frá eingangshandskum til
fóðraðar Japan-handskar
Beinleiðis frá framleiðara
Sosialurin 311820
spf
GSM telefonir
Tráðleysar
Til skip og bátar
Nokia - Siemens - Motorola
Ericsson - Panasonic
Siemens Dect.
Kunnu ikki avlurtast
NMT 450 - VHF telefonir v.m.
SØLA & TÆNASTA
Minningarhald
í Søldarfirði
Minningarhald teirra sjólætnu verður
við minnisvarðan í Søldarfirði
Allahalgannadag kl. 14.00.
Meinhard Bjartalíð, prestur talar.
Aftaná verður drekka at fáa í bønhúsinum
í Søldarfirði.
Runavíkar býráð
Kunngerð
Til veljarar til kommunuvalið tann 9. november
2004 í Sumbiar kommunu.
Atkvøðugreiðslan fer fram týsdagin 9. november
2004 á hesum støðum:
Fyri veljarar í Sumba og Víkarbyrgi:
á kommunuskrivstovuni í Sumba
Fyri veljarar í Lopra og Økrum:
í skúlanum á Leiti
Atkvøðugreiðslan fer fram millum kl 10.00 og kl.
20.00 og heldur fram, so leingi veljarar møta uttan
steðg.
Veljarar, ið sambært vallógina hava rætt til at nýta
brævatkvøðu, kunnu atkvøðu á kommunuskriv-
stovuni til og við mánadagin 8. november 2004.
Tey,ið vegna sjúku ella væntandi førleika ikki kunnu
koma á valstaðið,kunnu velja heima til og við dagin
fyri valið. Hesi kunnu boðað kommunuskrivstovuni
frá hesum á tlf.nr.370344,373506 ella 370006 í sein-
asta lagi mánadagin 8. november kl. 15.00.
Gjørt verður kunnugt, at valkort verða send øllum
veljarum, ið standa á vallistanum. Veljari, sum ikki
fær valkort, ella fær valkort við villum í, eigur at
venda sær til kommunuskrivstovuna sum skjótast.
28. oktober 2004
v/Valnevndina í Sumbiar kommunu
Amy Bech
Hjálpargrunnurin
fyri óarbeiðsførar fiskimenn
Umsóknarbløð til grunnin fáast við at skriva til:
Postboks 2114, FO-165 Argir, ella at ringja á tlf.
31 60 89 (svarar eftir arbeiðstíð) ella leggja boð á
telefonsvararan.
Umsóknir til hjálpargrunnin mugu vera grunnin-
um í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 10.
desember 2004.
Hjálpargrunnurin
Hósvíkar kvøldskúli
veturin 2004/2005
Undirvíst verður í Handarbeiði/ítriti í vetur.
Luttøkugjald: 300 kr.
Tilmelding hjá læraranum:
Emly Olsen,tlf. 422348/722348.
Undirvísingin er treytað av, at nóg nógv tekna seg.
Hósvíkar kvøldskúli
FØROYA ARBEIÐARAFELAG
ÁMINNING til limir felagsins
Vit skulu enn einaferð minna limir okkara á, at
limur sum gerst arbeiðsleysur ella sjúkur, kann
halda áfram í Felagslívstryggingarskipanini til 67
ára aldur, við at gjalda eitt ávíst mánaðargjald til
FA – gjaldingin skal byrja áðrenn 3 mánaðar frá
tí, at limurin er givin at arbeiða.
Limir fáa nærri upplýsingar við at venda sær til FA
á tlf. nr. 312101.
Jørn Nielsen úr
Danmark talar á
hesum fundum kring
landið um evnið
»Ísrael og viðurskiftini
í Miðeystri í dag«
Sunnudagin 31. oktober kl. 14.30:
Fyrilestur í Høllini á Hafnia
Týskvøldið 2. november kl. 19.30:
Almennur fundur í kafeteria í Ítróttarhøllini
á Kambsdali
Mikukvøldið 3. november kl. 20.00:
Fundur í Betesda, Klaksvík
Hóskvøldið 4. november kl. 20.00:
Ísraelsfundur í Fildelfia, Gøtu
Leygardagin 6. november kl. 16.00:
Almennur ísraelsfundur í Ósáskúlanum í Klaksvík
Sunnudagin 7. november kl. 14.30:
Almennur ísraelsfundur á Hotel Øravík
Mánakvøldið 8. november kl. 19.30:
Almennur ísraelsfundur í Samljóð í Skopun
Ísraelsfelagið
Kunngerð
Gjørt verður kunnugt, at ferðslan í Kvívík er
broytt soleiðis, at:
Áarvegurin er einsrættaður
oman móti Toftunum.
Vegurin niðan frá Toftunum (móti Fúta-
stræti), er einsrættaður niðan til Víkarvegin.
Kvívíkar Kommuna
Nr. 208 • leygardagur • 30. oktober 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Sponsor-nøvn sleppa ikki framat
Sjónvarpið og Út-
varpið vilja ikki, at
teirra sendingar
skulu setast í sam-
band við sponsorar
hjá triðja parti
SPONSOR-AVTALUR
Jákup Mørk
Herfyri kunngjørdi Hond-
bóltssambandið á tíðinda-
fundi, at teir høvdu gjørt
avtalu við Atlantic Airways
og Sunset Boulevard, sum
framyvir
skuldu
stuðla
bestu mans- og kvinnu-
deildini í landinum.
Millum annað innibar
avtalan, at hondbóltskapp-
ingarnar framvyir skulu
broyta navn, soleiðis at talan
nú verður um ávíkavist
Atlantic Airways-kapping-
ina og Sunset-kappingina.
Slíkar avtalur hava verið
vanligar uttanlands í fleiri
ár, og einki er at ivast í, at
Hondbóltssambandið við
hesum hevur roknað við
einum møguleika at økja
um inntøkugrundarlagið.
Skilir ikki orsøkina
Men tað er nú nógv, sum
bendir á, at hetta lýsingarav-
talurnar ikki verða so
áhugaverdar, sumk HSF
hevði ætlað.
Í øllum førum tykjast
hvørki Út- ella Sjónvarpið
at hava tikið nýggju nøvn-
ini til sín.
Og tað er einki at ivast í,
at hetta ikki gevur sponsor-
unum tað, sum tey høvdu
ætlað at fáa burturúr avtal-
uni.
– Um so er, at miðlar ikki
vilja brúka nøvnini á deild-
unum, so fáa vit í øllum
førum ikki tað burturúr eini
slíkari avtalu, sum vit
høvdu roknað við. Nú eri
eg sum so ikki kunnugur
við nágreiniliga innihaldið
í sjálvari avtaluni, men tú
kanst tú jú spyrja teg
sjálvan, hvat ein slík avtala
er verd, tá støðan er soleið-
is, sigur Magni Arge, stjóri
á Atlantsflog.
– Og eitt er, hvat hon er
verd fyri okkum, men eg
rokni við, at smeiturin er
ikki minni hjá Hondbólts-
sambandinum, sum soleiðis
verður blokerað í einum lýs-
ingarmøguleika. Uttanlands
sært tú jú nøvn sum Sas-
ligan og Landsbankadeildin,
so eg skilji ikki, hví tað ikki
skal góðtakast her.
– Sjálvur haldi eg, at tað
kundi verið áhugavert at
vita, hvør grundgevingin er
fyri eini slíkari støðu. Tað er
einki at ivast í, at fjølmiðlar,
ítróttur og sponsorar øll
hava brúk fyri hvørjum øðr-
um. Og miðlarnir vilja jú
fegnir vera við, tá onkur
stuðlar teirra sendingum.
Einaferð var tað jú soleiðis,
at eingin vildi hoyra talan
um lýsingar í elektronisku
miðlunum, men tann støðan
er í øllum førum broytt í
dag, heldur Magni Arge.
Vilja ikki dikterast
Og tað tykist í øllum før-
um, sum hava loftbornu
miðlarnir
eina
púrasta
greiða støðu til, hví nøvnini
á deildunum ikki verða lýst
soleiðis, sum HSF og
sponsorarnir vilja hava tað.
Í Sjónvarpinum er støðan
í øllum førum púrasta
greið. Øssur Winthereig,
sum er tíðindaleiðari í SvF,
sigur, at fyri teirra viðkom-
andi er talan um ein prin-
sipiellan spurning. Og at
Sjónvarpið í øllum førum í
fyrstu atløgu hevur tikið
eina greiða støðu.
– Tað er rætt, at vit ikki
vilja brúka hasi nøvnini.
Hjá okkum er talan um eitt
prinsipp-mál, har vit ikki
vilja lata okkum diktera av
fólki uttanífrá, hvat verður
sagt ella kemur á skíggjan í
Sjónvarpinum. Og vit vilja
so ikki verða koblað upp á
eina sponsoravtalu, sum
onkur annar hevur gjørt við
eina fyritøku, sum vit einki
hava at gera við.
Spurdur, hvørt tað er rætt
at hava slíka støðu, tá líkn-
andi avtalur eru at síggja í
londunum kring okkum,
sigur Øssur, at tað kunnu
tey ikki taka atlit til.
– Tað er fullkomuliga
líkamikið, hvussu tey gera
aðrastaðni. Spurningurin er
í mínari verð ógvuliga prin-
sippiellur, tí hvat verður so
tað næsta, sum fólk skulu
diktera okkum, fyri at tey
kunnu forvinna pengar.
Sponsorpengar, sum í prin-
sippinum eins væl kundu
enda í kassanum hjá Sjón-
varpinum?
– Nú skal eg ikki leggja
nakran undir nakað sum
helst. Men eg rokni við, at
handan avtalan millum ann-
að er tengd at, at navnið á
stuðlinum skal síggjast á
skíggjanum hjá okkum,
men tað verður so av ong-
um. Vit fara ikki at skriva
produkt-nøvn á skíggjan,
bara tí onnur vilja hava tað,
staðfestir Øssur Winthereig.
Samstundis vil tíðinda-
leiðarin tó eisini viðganga,
at miðlar og ítróttur hava
tørv á hvørjum øðrum.
– Sjálvandi er sjónvarpið
og lýsingar ein partur av
spælinum. Vit gera jú eisini
samrøður, fyri tað um ein
leikari er í einum búna, har
stuðlarnir síggjast, ella um
ein lýsingarveggur verður
settur aftanfyri. Enntá um
hesin oyðileggur myndina.
Munurin tá er bara tann, at
tá er hetta sum bakgrund til
tað, sum vit vilja vísa.
Markið hjá okkum er, tá
hetta brádliga skal verða
forgrundin, staðfestir Øssur
Winthereig at enda.
– Hjá okkum er talan um eitt prinsipp-mál, har vit ikki vilja
lata okkum diktera av fólki uttanífrá, hvat verður sagt ella
kemur á skíggjan í Sjónvarpinum, sigur Øssur Winthereig
– Uttanlands sært tú jú nøvn sum Sas-ligan og
Landsbankadeildin, so eg skilji ikki, hví tað ikki skal góðtakast
her, sigur Magni Arge, stjóri á Atlantic Airways
Søljan aftur til próvtøku
Positiva elementið
higartil í kappingini,
Søljan, hevur truplast
hugsandi uppgávuna,
tá tær á útivølli hitta
meistaraliðið
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Sum vant verða fýra dystir
leiktir í bestu kvinnudeild-
ini um vikuskiftið, og ser-
liga í Klaksvík tykist talan
verða um áhugaverda upp-
gerð.
Søljan
hevur
higartil
verið positva innslagið í
landskappingini, og tó at
tær seinasta vikuskiftið
máttu lúta fyri VB, so góvu
tær greið tekin um, at tær
ætla sær at vera við frammi
í oddinum hetta kappingar-
árið.
Ta ferðina skrivaðu vit,
at talan var um próvtøku,
og hendan er ikki minni
leygardagin, tá tær vitja hjá
Stjørnuni.
Stjørnan hevur ikki tapt
landskappingardyst síðani
tær í mars mánaði taptu
heimadystin móti VB, og
tær miðja helst eftir sigri
aftur hesaferð. Avrikið móti
Neistanum seinast staðfesti
tó, at meistararnir kunnu
vera til at tosa við. Ikki
minst hevur tað týdning,
um Joan M. Djordjevic
kemur heim til dystin.
Og skal Søljan fylgja við
heilt frammi, so er ein
sigur
sera
umráðandi.
Gaman í er talan enn bert
um grundspælið, har stig-
ini at kalla bert telja hálvt,
men sálarliga hevur tað
helst stóran týdning, at
munurin ikki gerst ov
stórur ov tíðliga.
Hin dysturin leygardagin
verður millum Neistan og
Tjaldur, og eftir úrslitunum
higartil at døma, so verður
talan her um tryggan
heimasigur.
Sunnudagin eru so aftur
tveir dystir á skránni. Í
Havn fara Kyndil og VÍF at
dystast um, hvør teirra skal
sleppa sær longur úr botn-
inum. Bæði fingu tey síni
fyrstu stig í triðja umfar-
inum, og so verður spenn-
andi at síggja, hvørt tað
verða Ioana Rápa og VÍF
ella Lotte Sørensen og
Kyndil, sum fara avstað
við stigunum.
Seinasti dysturin er á
Skála, har VB vitjar StÍF.
Eftir tepra tapið fyri Stjørn-
uni í fyrsta umfarinum
hevur VB víst, at tær ætla
sær at fylgja við í oddinum,
og so er kravið heilt einfalt
ein sigur á Skála.
C
M
Y
K
19
18