sunnudagur 31. oktober 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 208 - 30. oktober 2004
Nr. 208 - 30. oktober 2004
21
Hjá Frem var tað
vónbrot, at teir ikki
megnaðu at spæla seg
í fjórðingsfinaluna í
steypakappingini,
meðan lagið var gott í
Fremad Amager og
Horsens, sum bæði
vunnu á feløgum í
superliguni
DANSKA
STEYPAKAPPINGIN
Jóannes Hansen
Trý feløg, sum hava føroy-
ingar í mansskapinum, eru
framvegis partur av donsku
steypakappingini, nú bara
átta feløg eru eftir. Tey trý
eru FCK, Fremad Amager
og AC Horsens.
Hjá Fremad Amager var
lagið framúr gott miku-
kvøldið, tá ið teir á heima-
vøllinum, sum hesa ferð var
í Tårnby, høvdu vunnið 3-2
á superligu felagnum FC
Nordsjælland.
Einki mál varð skorað í 1.
hálvleiki. Fremad Amager
legði seg framum, men tað
sá einki út, tá ið gestirnir
eftir lítlari løtu høvdu skor-
að tvey mál og harvið vóru
á odda 2-1. Fýra minuttir
undan
leikloki
javnaði
Fremad Amager, og tað
restaði ein minuttur, tá ið
teir skoraðu til 3-2. Andrew
av Fløtum og Hjalgrím Elt-
tør vóru báðir komnir á
vøllin, tá ið Fremad Amag-
er skoraði tvey tey síðstu
málini. Andrew kom á vøll-
in, tá ið tað restaðu nítjan
minuttir, og støðan var 1-1,
og Hjalgrím Elttør varð
settur inn, tá ið tað restaðu
trettan minuttir, og støðan
var 2-1 til gestirnar.
Sigurin hjá Johan Byrial
Hansen og Horsens var
móti uppaftur størri mót-
støðuliði, enn sigurin hjá
Fremad Amager varð vunn-
in. Horsens hevði vitjan av
AaB, sum í mai mánað tapti
steypafinaluna móti FCK.
Heimaliðið vann 1-0. Hetta
var fyrsta tapið hjá AaB í
seks dystum, og teir úr Aal-
borg søgdu seg iðra seg
ógvuliga nógv um tapið.
FCK spældi í Parkini
móti OB, sum í 2002 vann
steypafinaluna móti júst
FCK. Mikukvøldið mintust
tey undan dystarbyrjan 24
ára gamla mannin, sum
sunnudagin doyði, tá ið
hann fall tíggju metrar í
Parkini. Á vøllinum gekk
væl hjá FCK, sum vann 2-
1, eftir at tað hevði verið
málleyst í steðginum, og
eftir at Miti hevði lagt OB
framum, tá ið tað restaðu
nítjan minuttir. Hjalte Bo
Nørregaard javnaði við
brotssparki, tá ið tað rest-
aðu fimm minuttir, og inn-
skifti Ole Tobiasen skoraði
sigursmálið í 89. minutti.
Álvaro Santos og Zuma
vóru í FCK álopinum. Men
Álvaro noyddist av vøllin-
um við skaða í lærkrikan-
um, tá ið eitt lítið korter var
farið. Tá kom Peter Møller
inn.
Hjá Jón Róa Jacobsen og
Frem gekk ikki so væl.
Ebbe Skovdahl var so mik-
ið braneggjaður upp undir
dystin, at hann metti tað
ikki vera heilt burturvið at
rokna við møguleikanum,
at Frem kundi spæla seg í
finaluna Kristi Himmal-
ferðardag. Tað verður av
ongum. Á heimavølli móti
Skjold, sum eisini er í næst-
bestu deildini, tapti Frem 2-
0, eftir at støðan í steðgin-
um hevði verið 1-0. Longu
í vikuskiftinum fær Frem
nýggjan møguleika móti
Skjold. Tá fara hesi bæði
feløgini í Keypmannahavn
at hittast í landskappingini.
Jón Rói Jacobsen var á
vøllinum allar 90 minuttir-
nar. Undan steðginum var
hann í miðverjuni. Beinan-
vegin eftir steðgin varð
hann fluttur í álopið. Í 47.
minutti stútaði hann dygst
upp um málið, og eina ferð
seinni var um reppið, at tað
eydnaðist einum viðspæl-
ara at spæla føroyingin
púra blankan, men ein
verjuspælari rakk akkurát
at steðga ætlanini.
Brøndby er oddalið í
landskappingini, og miku-
kvøldið megnaðu teir í tor-
føra útidystinum í Esbjerg
við 1-0 sigri at spæla seg í
fjórðingsfinaluna í steypa-
kappingini. Jonas Kamper
stútaði einsamalla málið í
1. hálvleiki.
FCM vann 4-1 í Her-
følge, og talan var eisini um
favorittsigur í Køge, har
AGF vann 2-1. Gestirnir
hildu seg ikki hava spælt
tað, sum teir eiga at megna,
men teir vóru ikki kroystir,
tí Køge minkaði ikki um
munin fyrrenn vanliga leik-
tíðin var um at vera farin.
Ølstykke vann longu
mikudagin seinnapartin 3-1
á heimavølli móti Sønder-
jyskE. At dysturin varð
spældur so mikið tíðliga
komst av, at einki ljós er
kring vøllin í Ølstykke.
Í fjórðingsfinaluni verður
spælt soleiðis: Ølstykke-
FCM, AC Horsens-AGF,
Skjold-Brøndby og Fremad
Amager-FCK. Tveir teir
fyrru dystirnir eru á skránni
10. november, og tveir teir
seinnu eru ásettir at verða
spældir 6. mars.
Allir uttan teir í Frem halda fram
Formaðurin í fel-
agnum vil ikki siga,
hvørjar leikarar talan
er um, men tað tykist
ikki valda ivi um, at
fleiri leikarar eru
ávegis til felagið
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Seinnu árini hevur B36
verið eitt av føroysku feløg-
unum,
sum
hampuliga
støðugt hevur leitað sær
heilt fram móti oddinum.
Tey bæði seinnu árini hevur
úrslitið verið silvurmerki,
og tó at felagið hevur upp-
livað stóra frágongd, so
tykist leiðslan ikki hava
ætlanir um at skrúva niður
fyri ferðini.
Avtalur eru longu fingnar
upp á pláss við Jákup
Mikkelsen, Herbert í Lon
Jacobsen og – sum vit
skrivaðu í gjár – Niclas
Niclasen, men framvegis
verða fleiri nøvn sett í
samband við felagið.
Formaður
felagsins,
Kristian á Neystabø, vil tó
ikki siga nakað um, hvørjir
leikarar
møguliga
eru
ávegis til felagið, men hann
váttar, at talan helst verður
um meira tilgongd enn tað,
sum nevnt er omanfyri.
– Hópurin hjá okkum
byrjar venjingarnar longu
fyrst í november. Enn er tó
langt til kappingarbyrjan,
men tað er væl møguligt, at
fleiri leikarar fara at leggj-
ast afturat teimum, sum nú
eru í felagnum, sigur hann.
Nøvn vil formaðurin
sjálvandi ikki seta, men tað
er helst einki dulsmál, at
tað í fleiri førum er heilt
nær við, at undirskriftir
verða settar á pappírið.
Mikkjal Thomassen hev-
ur áður verið í B36, og tó at
tað ikki gekst heilt eftir vild
hjá honum á Toftum í fjør,
so tykist tað vera víst, at
hann fer at spæla í hvíta
búnanum
komandi
ár.
Somuleiðis tykist tað vera
sannlíkt, at Fróði Benja-
minsen er ávegis til B36.
Hann hevur í ár spælt við
íslendska Fram, men sum
skilst, so verður tað ikki
har, at hann fer at spæla
komandi ár.
Hartil hava teir báðir út-
lendingarnir, sum í seinnu
kappingarhálvu í ár vóru í
ÍF, eisini verið settir í sam-
band við B36. Enntá rætti-
liga álítandi, skilst. Ahmed
Sylla og Gunnar B. Nielsen
hava í øllum førum havt
onkur ørindi í B36-húsin-
um hesa vikuna, hóast hes-
ar upplýsingar, so bil
Kristian á Neystabø einki
siga um, hvørt felagið er í
ferð við at gera avtalu við
teir báðar ella ikki.
Fróði Benjaminsen er ein av
leikarunum, sum sigst vera
ávegis til B36
B36 leitar sær styrk
Dystir um vikuskiftið
Hondbóltur - Sunset-kappingin
Dagur
Kl.
Dystur
Dómari
30.10
14.30
Neistin-Tjaldur
Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen
30.10
17.00
Stjørnan-Søljan
Heri Petersen & Brandur Johannesen
31.10
14.30
Kyndil-VÍF
Kristian Johansen & Sámal Hansen
31.10
14.30
StÍF-VB
Hannis Wardum & Uni Wardum
Atlantic Airways-kappingin
30.10
16.00
Neistin-KÍF
Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen
31.10
16.00
Kyndil-VÍF
Kristian Johansen & Sámal Hansen
31.10
16.00
StÍF-H71
Hannis Wardum & Uni Wardum
Flogbóltur - Meistaradeild kvinnur
30.10
14.00
SÍ-KÍF
TB
31.10
14.00
Mjølnir-Dráttur
SÍ
31.10
14.00
ÍF-TB
KÍF
Meistaradeild menn
30.10
16.00
SÍ-Fram
Fleyr
31.10
16.00
Mjølnir-Fleyr
ÍF
Hondbóltsstøður
Sunset-kappingin
v.
t.
mál-
dystir v - j - t
mál
mál munur
stig
1 Stjørnan
3
3 - 0 - 0
76
60
16
6
2 Søljan
3
2 - 0 - 1
93
67
26
4
3 VB
3
2 - 0 - 1
83
65
18
4
4 Neistin
3
2 - 0 - 1
81
66
15
4
5 StÍF
3
1 - 1 - 1
74
77
-3
3
6 VÍF
3
1 - 0 - 2
73
76
-3
2
7 Kyndil
3
0 - 1 - 2
57
82
-25
1
8 Tjaldur
3
0 - 0 - 3
64
108
-44
0
Atlantic Airways-kappingin
v.
t.
mál-
dystir v - j - t
mál
mál munur
stig
1 VÍF
3
3 - 0 - 0
72
68
4
6
2 Kyndil
3
2 - 0 - 1
92
70
22
4
3 H71
2
1 - 0 - 1
63
53
10
2
4 KÍF
3
1 - 0 - 2
73
80
-7
2
5 StÍF
3
1 - 0 - 2
75
89
-14
2
6 Neistin
2
0 - 0 - 2
52
67
-15
0
Flogbóltsstøður
Meistaradeild, kvinnur
v
t
+/-
d
v - t
sett
sett
sett
stig
1 Mjølnir
2
2 - 0
6
1
5
4
2 TB
2
2 - 0
6
1
5
4
3 Dráttur
2
1 - 1
5
4
1
2
4 KÍF
2
1 - 1
3
5
-2
2
5 ÍF
2
0 - 2
2
6
-4
0
6 SÍ
2
0 - 2
1
6
-5
0
Meistaradeild, menn
v
t
+/-
d
v - t
sett
sett
sett
stig
1 Fleyr
2
2 - 0
6
0
6
4
2 Mjølnir
2
2 - 0
6
1
5
4
3 SÍ
1
0 - 1
1
3
-2
0
4 Fram
1
0 - 1
0
3
-3
0
5 ÍF
2
0 - 2
0
6
-6
0
Omanfyri 50/50
Føroyska talvlands-
liðið hevur undan
seinasta umfarinum
møguleika at røkka
málinum um 50%
skoru
TALV
Carl Eli Samuelsen sigur frá
Mallorka: Vit vunnu í 13.
umfari ein greiðan 3-1
sigur á Paraguay, sum ann-
ars vóru styrkismettir ovari
enn vit, nevnliga nr. 82
ímóti okkara 87. 130 lond
taka lut á talvolympiaduni.
Martin Poulsen leikti ein
tryggan javnleik ímóti al-
tjóða meistara. Talvið vardi
nærum fýra tímar og javn-
leikurin var ongantið í
vanda. Hans Kristian Sim-
onsen bardi seg frá ivasam-
um byrjanarspæli til vunnið
endatalv móti javntsterkum
telvara.
Kollfirðingurin
heldur treiskur fram við
góðum úrslitum.
Liðleiðarin Mogens Niel-
sen vísti Olafi Berg álit og
hesum vísti yngsti maðurin
á liðnum honum aftur við at
vinna á 3. borði. Olaf hevur
havt eina heldur ringa
kapping, men hevur nú 2
stig av 8 og fær kjansin at
betra um skoruna í seinasta
umfarinum fríggjadagin.
John Rodgaard tók ein
skjótan javnleik á 4. borði.
3-1 var eitt megnarúrslit,
sum merkir at vit nú eftir
trettan umfør hava 26,5
stig, omanfyri 50%, og eru
á einum deildum 56. plássi.
Tredivu pláss omanfyri
styrkismetingina.
Ukraina hevur nærum
við vissu tryggjað sær OL-
gull. Teir hava 36,5 stig og
næstir teimum eru russar
við 33,5 stigum. Seinast
nakað annað land enn
Russland/Sovjet vann OL,
var í 1978, tá Ungarn vann.
Danir hava einans 27,5 stig
og um talvgudinnan Caissa
er við okkum, ja so hava vit
kjansin at yvirhála danska
liðið.
Í 14. og seinasta umfarin-
um hitta vit fyri fyrstu ferð
Ísland í OL-høpi! Teir hava
eisini 26,5 stig. Íslendingar
hava tríggir stórmeistarar
og tríggir altjóða meistarar
við sær til Mallorka og
væntandi hava teir sterkasta
lið á pappírinum í uppgerð-
ini um norðatlantshavið.
Vit eru sjálvasagt spentir
um uppgávuna. Ísland er
kent sum kanska relativt
tað sterkasta talvlandið í
heiminum og ein javnleikur
móti teimum hevði verið
ein sensatión. Fyri at fáa
50% skoru skulu vit minst
fáa 1,5 stig. Tað er málið.
Men realistisk eiga vit
heldur ikki at gráta um ein
3-1 ósigur.
Einkultúrslitini innan
seinasta umfar:
Martin Poulsen
4,0 av 10
Hans K. Simonsen
7,0/11
Olaf Berg
2,0/8
John Rodgaard
8,0/11
Eyðun Nolsoe
3,0/7
Carl Eli N.
Samuelsen
2,5/5
Føroyska talvlandsliðið hevur staðið seg sera væl á Talv-OL, og
við einum góðum úrsliti á seinasta leikdegi kunnu okkara
menn nú taka seg framum danir
Sunnudagin verður
aftur talan um
toppdyst, tá Mjølnir
og Fleyr hittast í
bestu mansdeildini
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er annars nakað síðani,
at soleiðis var, tí meðan
Mjølnir støðugt hava hildið
fast um sína støðu heilt
frammi í oddinum, so hava
avrikini hjá Fleyr seinnu
árini verið nakað misjøvn.
Nú er tó broytt í so máta.
Fleyr hevur byrjað kapp-
ingarárið við tveimum sigr-
um, og tað tykist ikki valda
nakar ivi um, at teir aftur
vilja hava eitt orð at siga í
oddinum. Spurningurin er
so, hvørt tað í sjálvum sær
er nóg mikið til at basa
Mjølni í egnari holu, ella
um klaksvíkingarnir hava
eitt ov sterkt og ov saman-
spælt lið, soleiðis at heldur
ikki Fleyr fær gjørt nakað
við teir enn.
Hin dysturin í mansdeild-
ini verður leygardagin, tá SÍ
og Fram hittast. Her er einki
at ivast í, at sørvingarnir
skulu roknast sum fav-
orittar, og tað er eisini neyð-
ugt hjá teimum við einum
sigri nú, skulu teir gera sær
nakrar vónir um at fylgja
við oddaliðunum báðum.
Oddurin stendur við
Hjá kvinnunum hevur tað
mesta higartil snarað kring
Mjølnir og TB. Tey spæla
bæði
sunnudagin,
men
longu leygardagin er fyrsti
dysturin á skránni. Her
hava kvinnurnar hjá SÍ iva-
leyst vónir um fyrstu stigini
bestu deildini yvirhøvur, tá
KÍF kemur á vitjan.
KÍF verður ikki roknað
sum eitt av liðunum, sum
veruliga skal gera um seg í
ár, men stríðs-sigurin á
Drátti seinast bar tó boð um
styrki og treiskleika. So tal-
an verður á ongan hátt um
nakra lætta uppgávu hjá SÍ.
Oddaliðini bæði fara so í
eldin sunnudagin, og aftur
hesa ferð kann roknast við,
at tey fara at fáa fult.
Mjølnir skal á heimavølli
taka ímóti Drátti, og tað
tykist óhugsandi, at Dráttur
í hesum dystinum skal reisa
seg eftir ósigurin seinast.
TB skal á vitjan á
Kambsdali, har ÍF hoyrir
heima. Tað er ikki júst dyst-
urin, sum TB hevur bestu
royndirnar av, men í ár
tykist styrkismunurin tó at
vera somikið greiður, at
tvørakvinnurnar neyvan fáa
teir heilt stóru trupulleikar-
nar av ÍF kortini.
Aftur á slóðina
Sum vit áður hava skrivað,
so hevur verið tosað um at
gera enn eina roynd, har
Sumba og VB skulu leggja
feløgini saman.
Nevndirnar báðar hava
tosað saman um málið í
eina tíð, og í vikuni hava so
limafundir verið, har tað
hevur verið kannað, hvørt
limirnir eisini eru sinnaðir
fyri eini samanlegging.
Og tað eru tey eftir øllum
at døma. Bæði í Vági og í
Sumba hava nevndirnar
fingið fullan stuðul, tó at
nakrar einstakar treytir
eisini fylgdu við stuðlin-
um. Eitt nú tykist greitt, at
feløgini í øllum førum
komandi árið fara at halda
fast um nøvnini, soleiðis
VB hevur liðið í bestu
mansdeildini og Sumba í
teirri næstbestu. Einamest
tí feløgini bæði hava stórar
føðingardagar at halda
komandi ár.
Í næstum verður farið
undir ítøkiligar samráðing-
ar um treytirnar fyri eini
ætlaðari samanlegging.
-jm
Saman-legging nærkast
C
M
Y
K
21
20