sunnudagur 31. oktober 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 208 - 30. oktober 2004
Brak á Hálsi
Fyrsta útgávan av
stóra klassikaranum í
føroyskum mans-
hondbólti verður
leikt um vikuskiftið.
Og bæði Neistin og
StÍF skulu nú royna
at ressast aftur
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað verður ikki meira
spennandi enn tað sama.
Seinasti og altavgerandi
dysturin í manskappingini í
hondbólti í vár millum
Kyndil og VÍF varð ikki av-
gjørdur, fyrr enn klokkan
stóð á 30.00. Brotskastið,
sum Jónleif Sólsker tá setti
í netið, bjargaði Kyndli
javnleikin og harvið før-
oyameistaraheitið, og so
kundu grønu viðhaldsfólk-
ini fegnast, meðan vest-
menningarnir ilskaðust um
brotskastið, sum teir ikki
vildu kennast við.
Nervin verður har
Sunnudagin hittast somu
liðini við somu dómarum,
og tó at talan neyvan verður
um sama intensitet og sama
spenning, so er einki at ivast
í, at talan er um ein dyst,
sum fer at hava stóran
áhuga. At talan so eisini er
um tey bæði liðini, sum hig-
artil hava staðið seg best í
kappingini, fer á ongan hátt
at gera spenningin minni.
VÍF hevur higartil gjørt
tað til sína sergrein at vinna
teprar sigrar. So leingi sum
munurin er eitt mál, so
koma stigini til høldar,
tykist hugburðurin at hava
verið, og heldur tað aftur
hesaferð, so er einki at ivast
í, at tey í VÍF eru vælnøgd.
Hinvegin er einki dulsmál,
at skal VÍF gera sær vónir
um stig sunnudagin, so skal
avrikið helst verða nakað
betri, enn tað var seinast, tá
teir vóru mest sum hepnir
við at toga sær tvey stig bur-
tur úr dystinum móti KÍF.
Tí eftir eitt sjokk-tap fyri
KÍF í fyrsta umfarinum,
hevur Kyndil verið mest
sum flúgvandi. Bæði Neist-
in og StÍF eru send heim
við stórum ósigrum, og
kann sama skjóta spælið
fasthaldast sunnudagin, so
kann tað sama væl henda
enn einaferð. Tað kann tó
væl hugsast, at nervin í
dystinum hesaferð verður
ein annar, enn hann hevur
verið tær báðar ferðirnar.
Er tað nakað, sum hesi lið
ikki vilja, so er tað at tapa
fyri hvørjum øðrum, og tí
er tað einasta, sum tykist
heilt víst, at kreftirnar fara
ikki
at
verða
spardar
sunnudagin.
Neistin og StÍF í
mótbrekku
Leygardagin verður tó eis-
ini hondbóltur í Havn.
Neistin skal á heimavølli
móti KÍF royna at sannføra
um, at teir hava eitt betri
lið, enn stigaleysa stiga-
talvan ber boð um. Tað lík-
ist kanska ikki eini heilt
vónleysari uppgávu móti
KÍF, men hinvegin hava
kollfirðingar í nógvar mát-
ar roynst drúgvari, enn fólk
høvdu roknað við hesar
fyrstu dystirnar.
Seinasti dysturin verður á
Skála sunnudagin, har StÍF
skal reisast eftir risa-tapið
fyri Kyndli. Tað verður tó
ikki nøkur løtt uppgáva.
Hoyvíkingar hava fingið
eina fína byrjan upp á
kappingarárið. Teir spæla
bæði skjótt og kontant, og
so er spurningurin, hvørt
strandingar hesaferð eru
meira vaknir, enn teir vóru
seinasta sunnudag.
VÍF-Tjaldur 36-21 (21-8):
Tjaldur í botni
Eftir stórtapið í
Vestmanna tykist
stóri spurningurin
vera, hvørt tað yvir
høvur fer at eydnast
Tjaldri at fáa stig
hetta kappingarárið
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Enn eru bara trý umfør far-
in av hondbóltskapping-
unum, men longu nú tykist
í øllum førum greitt, hvat
botnliðið
í
bestu
kvinnudeildini verður.
Tjaldur hevur sýnt lítið
sannførandi avrik í teim-
um báðum fyrstu dystun-
um. Dysturin móti VÍF
mátti herfyri eisini út-
setast, tí trupulleikar vóru
við at fáa fólk til uppruna-
liga leikdagin, men hóast
dómaraseðilin kundu fyll-
ast hóskvøldið, so munaði
hetta lítið samanlagt.
VÍF – sum undan dysti-
num var stigaleyst – snøgt
sagt
hølvaði
Tjaldur
ígjøgnum, tá dysturin varð
leiktur hóskvøldið. Longu
fyrsta
korterið
vóru
greiðar ábendingar um, at
her fór bara at verða ein
vinnari, og tá heimaliðið
so økti úr 12-6 upp í 21-8
mundi eingin ivi vera um,
at talan fór at gerast um
stórsigur.
Seinna
umfarið
var
munurin ikki heilt so
stórur, men spenningur
kom so ongantíð í. VÍF
meira ella hugsaði um at
halda tørn, samstundis
sum tær kundu taka sær
hálvgum av løttum, og so
var ikki so øgiliga nógv at
tosa um. Mest merkisvert í
so máta var helst, at Alis
Høghamar nú aftur er á
vøllinum, hóast hon fyri
góðum ári síðani staðfesti,
at nú var liðugt hjá henni
við hondbólti í bestu
deildini.
So
er
spurningurin,
hvørt VÍF við hesum fekk
nakað av sjálvsáliti undan
næstu uppgávuni. Hon er
sunnudagin ímóti Kyndli,
sum heldur ikki tykist vera
millum sterkastu liðini í
deildini. Tjaldur skal tá
royna seg á útivølli móti
Neistanum, sum tykist
vera komið heilt væl frá
byrjan.
VÍF-Tjaldur 36-21 (21-8)
Málskjúttar
VÍF: Ioana Rápa 12(3), Eyðritt Andreasen 9, Alis
Høghamar 3, Annfríða Helgadóttir 4, Kirstin Helga-
dóttir, Tórunn Andreasen 2, Linda Johannesen 2,
Sára Jógvansdóttir
Tjaldur: Vesna Tomajek 9(4), Kristine Ellingsgaard
3, Heidi Heinesen 3, Jacoba Langgaard 2, Anni Høj-
gaard 1, Kirstin Jacobsen 1, Julianna Rasmussen 1,
Mona Langgaard 1
Brotskøst: VÍF 3, Tjaldur 4
Útvísingar: VÍF 3, Tjaldur 5
Dómarar: Hannis Wardum & Uni Wardum
FAKTA UM DYSTIN
Nr. 208 • Vikuskiftið 30.–31. oktober 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Miðvís granskingar-
menning ella Disney
Lesið síðu 38
UMMÆLI
Kirstin Joensen, skiftisnæmingur
í Coshocton, Ohio i USA
Tað var týsdagur 19. oktober.
Hevði havt ein vanligan dag í
skúlanum. Gingið og runnið aft-
ur og fram millum flokkarnar og
tosað amerikanskt allan dagin.
Eg kom so heim og fór at
kanna teldupostin. Fann eitt
bræv, sum pápi mín hevði sent
mær, har hann fortaldi at Teitur
skuldi spæla í Columbus, Ohio.
Tað tekur bara umleið ein tíma
at koyra til Columbus hiðani,
sum eg búgvi, so eg spurdi míni
vertsforeldur, um vit ikki kundu
fara. Tey vóru beinanveg við
uppá tað, so vit avgjørdu at fara.
Mær hevur altíð dámt tónleikin
hja Teiti, so eg helt, at tað for at
verða nokk so stuttligt at fara.
Kanska eg eisini møtti onkrum
føroyingi har?
Eftir skúlatíð dagin eftir fóru
vit so avstað. Hann skuldi spæla
á einum staði, sum kallaðist
Little Brother‚s.
Tað tók eina góða løtu at finna
staðið. Tað var ein gamal banki,
sum var gjørdur um til eitt lítið,
hugnaligt spælistað. Vit stóðu
uttan fyri og bíðaðu i eina góða
løtu fyri at sleppa inn. Fleiri onn-
ur fólk stóðu eisini og bíðaðu.
Eg tosaði við tvær gentur, sum
gingu á The Ohio State College.
Tær fortaldu mær, at øll á skúl-
anum tosaðu um Teit, um hvussu
væl hann dugdi o.s.fr., so fleiri
av teimum vóru komin har at
lurta tað kvøldið. Helt at tað var
nokk so stuttligt, at so nógv
høvdu hoyrt um hann.
Vit sluppu so inn. Keyptu
atgongumerki og settu okkum
niður. Ein maður kom so á pall-
in. Hann segði, at hann skuldi
hita upp fyri Teit. So hann spældi
í eina góða løtu. Hann var úr
Columbus sjalvur. Hann dugdi
ógvuliga væl. Spældi akustiskan
gittara og sang sínar egnu sangir.
Aftaná helt eg so, at Teitur for
at koma a pallin, men tá kom ein
annar bólkur. Teir skuldu eisini
hita upp fyri Teit. Teir vóru allir
úr Nashville. Teirra tónleikur var
ein blandiningur av Coldplay og
Saybia, haldi eg. Teir dugdu
ógvuliga væl!
Og sum tíðin gekk, komu
fleiri og fleiri fólk. Hesin bólkur-
in spældi í umleið 1 tíma. Teir
góvust so at spæla. Haldi at tað
vóru uml 40-50 fólk inni tá, so
tað var nokk so fult. Ein maður
fór á pallin, gjørdi alt klárt.
Hann tendraði fleiri stearinljós
og setti tey á pallin fyri at gera
tað meira hugnaligt. Men eigarin
av hesum spælistaðnum vildi
ikki hava tey á pallinum, so hann
mátti sløkkja tey.
Endiliga kom Teitur á pallin.
Hann var vanliga klæddur. Sá av-
slappaður út. Øll fólkini klapp-
aðu.
Hann setti seg á ein stól og tók
gittaran fram og byrjaði at spæla.
Hann spældi sangir av fløguni
»Poetry and aeroplanes«. Øll
sótu og smiltust og lurtaðu.
Veit ikki heilt, hvat tað er, sum
ger at man fer at smílast, tá man
lurtar eftir honum, men man
kann ikki lata vera!
Teitur hevði ikki brúk fyri at
hava stearinljás á pallinum fyri at
gera stemningin hugnaligari. Tað
var hann, sum gjørdi tað hugna-
ligt við síni rødd og gittarspæli.
Teitur fekk hjálp fra einum
dana, sum spældi trummur og
bass. Hann spældi í umleið ein
tíma. Hann spældi eisini nakrar
nýggjar sangir, sum hann stutt
sídani hevði gjørt. Hann dugdi
væl at undirhalda eisini. Fortaldi
nakrar jokes.
Tá konsertin var liðug klapp-
aðu øll, alt tað tey kundu.
Konsertin var væleydnað. Fólk
reistust og fóru at keypa fløguna
hjá honum. Eg fór so eisini yvir
har. Har stóð ein maður. Hann sá
einki serliga amerikanskur út, so
eg spurdi bara, um hann var
føroyingur, og ja, tað var hann.
Haldi, at hann var hjálparfólk hjá
Teiti ella okkurt líknandi. Tað var
ógvuliga stuttligt endiliga at
síggja ein føroying eftir at hava
verið her í næstan tríggjar
mánaðar. Hann var ovfarin av at
síggja meg, ein føroying, har.
Hann spurdi, hvat eg gjørdi
her, og hvaðani eg var. Tað var
bara stuttligt. Eina løtu aftaná
kom Teitur. Eg tosaði so eisini
við hann. Hann var bara heilt
fittur. Var eisini ovfarin av at
síggja meg har. Tað var deiligt at
sleppa at tosa við onkran føroy-
ing aftur. Tað segði Teitur eisini
sjálvur.
Hann spurdi so eisini, hvussu
mær dámdi her og hvussu tað
gekk. Teitur man vita eitt sindur
um, hvussu tað er at vera burtur
frá familju, vinum og Føroyum.
Tað hoyrir man í sangunum hjá
honum. So tað er nokk so hugna-
ligt at sita og lurta eftir tónleik-
inum hjá honum, tá man er í
somu støðu.
Teitur hevur leingi verið ein
stjørna í Føroyum og er tað eisini
í USA nú. Men háast tað, so er
hann "down-to-earth". Hann skal
nokk klára seg fínt í framtíðini
við evnunum, sum hann hevur.
Kirstin hitti Teit í Ohio
C
M
Y
K
23
22