sunnudagur 31. oktober 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 208 - 30. oktober 2004
Nr. 208 - 30. oktober 2004
25
HUGLEIÐING OG UMMÆLI
Øssur Johannessen
SJ Mikines er stóri klassikarin í
føroyskari list, verður mettur at
vera faðir at føroysku listini.
Hann verður sagdur at vera Før-
oya fyrsti profesionelli lista-
maður. Mikines innleiddi tann
seriøsa partin av føroyskari list,
skrivaði Willliam Heinesen. Eg
eri als ikki samdur í hesum. Før-
oya fyrsti seriøsi profesionelli
listamaður var Niels Kruse av
Eiði, sum gjørdi nøkur eina-
standandi natúralistisk meistara-
verk m.a. av Eiðisvatni ein
heystardag, men listin bleiv ein
lívsavbjóðing fyri SJ Mikines,
sum kravdi nógv stríð, líðingar
og sálarkvøl.
SJ Mikines var føddur í 1906 í
Mykinesi. Sum ungur var hann
sera musikalskur, tað var hann
sjálvsagt alt lívið, hann sang og
spældi violin og klaver. Hann
bleiv á ungum aldri brúktur sum
sangari longu, tá ið onkur var
deyður og skuldi syngjast út.
Deyðans álvara lærdi hann at
kenna longu sum heilt ungur.
Hann fór á Kunstakademiið í
Keypmannahavn og hevði Ejnar
Nielsen og Aksel Jørgensen sum
professarar, serliga fyrstnevndi
kom at hava stóran týdning fyri
Mikines.
Longu sum 28 ára gamal
málaði hann nøkur av sínum
høvuðsverkum, m.o. Sakn í 1934
og Aftur av Gravarferð í 1937.
Hansara myrka tíðarskeið sum
listamaður vardi í 10 ár. William
Heinesen kallaði hetta tíðar-
skeiðið Mikinesar passiónsmusik
og skrivaði seinni at lívið hjá
Mikinesi bleiv ein listarligur
Jákupsbardagi. Fleiri tragiskar
syrgiligar hendingar løgdu í
30‚unum lunnar undir hansara
tragisku høvuðsverk. Í 1934
gingu tvær sluppir burtur og 43
menn sjólótust, sum fólk í
Mykinesi kendu væl. Tvey av
syskjunum hjá Mikines doyðu av
tuberklum og pápi hansara doyði
eisini í 30‚unum.
30’ini vóru ein ónd tíð hevur
Mikines sagt í einari samrøðu.
Eg var so langt niðri í depressi-
ónini og vónloysinum. Í myndini
Saknur síggja vit tríggjar kvinnur
sita í stovu, allar í svárari sorg
aftaná tragediuni úti á havinum,
sum hevur gjørt tær til einkjur.
Tað er heilt tíðiligt, at hetta eru
kvinnur, Mikines hevur kent og
hetta er nakað, hann hevur sæð
og upplivað, men tað er fyrst og
fremst hansara egnu sorg, líð-
ingar og sálarkvøl, ið hann
málar. Málningurin Aftur av
gravarferð varð málaður aftaná,
at pápin var deyður. Mikines
hevði Edward Munch sum sína
størstu fyrimynd og Munch
hevur eisini málað nógv um
deyðan. Hann misti mammu
sína, tá ið hann var heilt ungur
og hartil eisini systir sína. Miki-
nes var nógv ávirkaður av
Edwardi Munch og tað sæst heilt
tíðiliga, hann hevur bæði lænt og
stolið nógv hugskot frá Munch.
Men hesar døkku myndirnar um
sorg, tragediu og deyðan eru so
mikið ektaðar, erligar og djúpar,
málaðar av egnari líðing og
myrkari depressión. Og tað
merkist tíðiliga; hesin myrki
stemmningurin streymar tær á
møti og fer beint inn, tá ið tú
stendur framman fyri hesum
málningunum í Listaskálanum.
Hesir málningar eru málaðir við
innlivan og eyðmjúkum kenslum
úr einum píndum hjarta, tað er
høvuðsorsøkin til, at teir gera so
stórt inntrykk.
Mikines málaði eina sjálvs-
mynd í 1933, eins og nógv onnur
listafólk í Føroyum var Mikines
sinnissjúkur og plágaðist av hes-
um alt lívið, og hetta sæst týði-
liga aftur á forpínda, álvarsama
og depressiva andlitsbráðnum.
Eyguni eru myrk og kraftig og
handan eyguni finst eitt ræðuligt
myrkur av depressiónum og
psykiskum líðingum. Henda
sjálvsmyndin útstrálar eisini
sjálvsálit, og hansara listarligu
dreymar og ambitiónir streyma
tær í møti, sum um hann sigur
„eg skal nokk koma upp á toppin
á tí størsta fjallinum í Føroyum",
og tað kom hann eisini. Hetta er
ein samansett mynd, ið útstrálar
bæði ovurviðkvæmi og galsskap
í andlitsbráðnum. Tá ið tú hygg-
ur at hesari myndini er tað sum
um, at listamaðurin noyðist at
koma til sættis við sína lagnu,
sum um at hann setir sálina hjá
sær frammanfyri spegilin og
hann sær, at við stóru listarligu
gávunum fylgja ræðuligar
plágur. Hetta eru treytirnar, ið
Guð hevur givið honum. „Eg fati
ikki, at fólk ikki síggja deyðan í
sama vakurleika sum tey síggja
lívið" segði Mikines einaferð.
Myndin av móðir míni er djúpt
religiøs mynd, har ið Mikines við
eyðmjúkum kenslum, virðing og
kærleika avmyndar mammu sína
og hennara religiøsu kristnu
trúgv. Hennara boygda høvd
endurspeglar tað at hon undir-
gevur seg og boyggir seg fyri
kristnu trúnni. Hetta er ein sjáld-
sama sterk, kensluborin og erlig
mynd, og hartil sera einføld.
Andlitið skínur í myrku stovuni,
hendurnar eru savnaðar saman í
álvarsligari bøn. Myrki svarti
liturin í sjallinum nærmast skínur
í sínum vakra inniliga klangi.
Tann svarti liturin er ikki bara
málaður men eisini upplivaður
og Mikines kendi svarta litin.
Mynd av faðir mínum er eisini
málað við inniligheit og eyð-
mjúkum kærleika. Myrku eyguni
eru klók og kensluborin og
livandi. SJ Mikines segði, at
hann hevði listagávurnar frá
pápa sínum. Dunga Hans Pauli
frá 1934 er enn eitt meistarligt
portrett hjá Mikines. Tað er heilt
tíðiligt at listamaðurin bæði
kennir og dámar henda mann,
sum hann hevur avmyndað. Ein
ektaður føroyingur í føroyskum
klæðum og hartil eitt náttúru-
menniskja. Litirnir eru eisini
føroyskir.
Mikineskona frá 1934 er helst
besta protrettmynd, sum Mikines
málaði. Bárður Jákupsson kallar
hesa mynd eina av teim vakrastu
kvinnumyndunum í norður-
lendskari list og eg kann ikki
annað enn vera samdur við
honum í hesum. SJ Mikines kom
saman við og var partur av
einum intellektuellum umhvørvi
sum umfataði vinfólk so sum
skøldini Janus og Hans Andrias
Djurhuus, Richard Long,
Christian Matras og Karstin
Hoydal og serstakliga William
Heinesen.
Fólk við havið frá 1942 er ein
mynd av einum føroyskum pari,
ið hyggur út á havið. Har er eitt
mystiskt og guddommiligt ljós,
sum lýsir yvir havið. Hetta er
sólin men sólin er í hesum førum
eitt symbol uppá Guð sum tað
upprunaliga kærleiksljósið
haðani vit øll koma frá. Grá
skíggj síggjast eisini men ljósið
er tann alt dominerandi kraftin í
hesi mynd.
Spakuligani sum tíðin leið fór
Mikines vekk frá tí myrka tíðar-
skeiðnum frá 30‚unum og
arbeiddi meira koloristiskt í
litum. Umframt svart og reytt var
hann eisini ein meistari í at mála
grønt, sum vit kenna so væl í
Føroyum. Um summarið er so
nógv grønt, grasið og fjøllini.
Onnur føroysk listafólk hava
eisini dugað at mála grønt, m.o.
Frimod Joensen, Torbjørn Olsen,
Rannvá Mortensen og ikki minst
Arnold Vegghamar.
Postbáturin frá 1955 er ein
mynd av fiskimonnum, sum siga
konum sínum og næstringum
farvæl. Harða arbeiðslívið á sjó-
num er fíggjarliga grundarlagið í
føroyska samfelagið byggir á.
Havið gevur og havið tekur.
Hetta er ein døpur mynd, ið sigur
frá longsli og ótta. Fólkini, havið
og báturin renna saman í eina
nátúrreligiøsa heild. Mikines var
eins og Niels Kruse ein meistari
at mála brim og hav. Mykines er
jú brimpláss og SJ Mikines hev-
ur frá tí at hann var smádrongur
upplivað hetta. Hann hevur tíð-
liga studerað ljós og litbrigdini í
havinum, briminum og somu-
leiðis organisku og dramatisku
rørslurnar í havsins friðleysu
aldum.
Súgur við Lendingina frá 1952
er eitt av høvuðsverkum
Mikinesar. Myndin er øll eitt
stórt musikalskt ljómandi blá-
grønt brot við sjálvlýsandi
hvítum litbrøgdum. Hetta øðiliga
brotið loypir beint á áskoðaran.
Henda myndin er eitt gott dømi
um dramatisku kreftirnar, sum
búgva í havinum og føroysku
náttúruni.
Slættaratindur frá 1940 er
mynd, sum Mikines hevur málað.
Niels Kruse hevur málað sama
motiv og Mikines er tíðiliga
ávirkaður av honum. Men mynd-
irnar, sum Niels Kruse gjørdi av
Slættaratindi eru nógv betri tí
hetta landslagið stendur honum
nærri. SJ Mikines málar sínar
bestu myndir úr heimbygdini, tí
her hevði hann sínar røtur.
Drykkjumaður frá 1943 er
vertshúslýsing úr Keypmanna-
havn, har ið Mikines búði
megin-partin av lívinum. Fremst
á myndini situr ein fullur ólukku-
liga forelskaður maður meðan
kvinnan, hann hevur hug á,
fríggjar við einum øðrum. Hann
er í sorg og um at detta av og
verturin hyggur ørkymlaður at.
Mikines kom nógv saman við
donskum listafólki, eitt nú Henry
Heerup og Laurits Harts. Hann
var eisini ávirkaður av danskari
list, eitt nú av Jens Søndergaard
og Oluf Høst sum hann vitjaði á
Bornholm. Í 1955-56 málaði
Mikines fleiri myndir av Tofta-
vatni, hetta var uppgáva, ið abbi
mín, Niels Pauli Hansen, kall-
aður arkitekturin av Glyvrum,
bílegði frá honum, tá ið hann var
borgarstjóri í Nes Sóknar
Kommunu. Ein lækni skuldi
hava málningarnar til gávis og í
skuffuni hjá abba mínum lógu
tvey hondskrivað brøv, sum
Mikines skrivaði til hansara.
Mikines kom inn á Skálafjørðin
og abbi koyrdi hann út á Skorð-
hæddina, har ið Mikines gjørdi
skitsur. Tá ið Mikines kom inn til
abba í heimstovu á Glyvrum og
sá málning av Sigmundi Petersen
á vegginum, segði hann ber-
søgin, at handa myndin hevði
riggað betur á ranguni. Abbi tók
myndina niður alt fyri eitt og gav
hana burtur.
SJ Mikines málaði nakrar
religiøsar myndir, eitt nú Jesus á
Genesaretvatni frá 1944. Fleiri
útróðramenn sita í báti og Jesus
hómast við gullitari auru á sjó-
num umgyrdur av grønlitum
havið. Teir hyggja undrandi og
bergtiknir at honum.
Og so koma vit til tey mynda-
evnini, sum SJ Mikines fram um
alt annað er kendur fyri at dyrka.
Grindadrápsmálningarnir eru
mangir í tali í hansara umfatandi
produktión. Mikines málaði í
hesum myndum øðiliga drama-
tikkin, um stríðið fyri at yvirliva,
at fáa mat á borðið og ræðuliga
týningina av hvalunum og alt tað
reyða blóðið. Richard Morten-
sen, heimskendi abstrakti danski
listamálarin, sum gekk á aka-
deminum saman við Mikines,
skrivar einastaðni at meðan hann
málaði eina mynd av dreingjum
sum svumu í ljósabláum og
Mikines dapur og besettur
málaði svart og eina ørgrynnu av
reyðum. Men hví alt hatta reyða,
spurdi Richard Mortensen
Mikines, hatta er ikki hav, hatta
er blóð svaraði hann. Tann dagin
fekk eg lykilin til Føroyar, skriv-
ar hann. Men grindadrápsmynd-
irnar hjá Mikines fortelja eisini
um psykiska bardagan, ið hann
stríddist við. Einaferð eg møtti
Karen Joensen Mikines, seinnu
konu Mikines, í Føroyahúsinum í
uml. 1995, segði eg við hana, at
eg uppfataði ikki grindadráps-
myndirnar bara sum grindadráp
men líka so nógv ein psykiskan
kamp hjá listamanninum, menn-
inir við spjótunum vóru depress-
iónirnar, ið lupu á, hvalirnir vóru
sensitiva psykan hjá listamann-
inum og so málaði hann sítt
psykiska blóð á løriftið. Ja, segði
hon og hugdi imponerað og gav
mær sítt hemmiliga telefon-
nummar, tíanverri var eg
ongantíð og vitjaði hana. Eg havi
ongantíð stungið ein hval, segði
Mikines í eini samrøðu. Mikines
byrjaði at mála grindadráps-
myndirnar undir krígnum og tær
endurspegla væl sagtans eisini
krígsins óndskap. Tann reyði
liturin er tann sterkasti og mest
intensi, hann symboliserar bæði
kærleika men eisini líðing og
deyðan. Reytt er fyrst og fremst
ein blóðlitur og sólin er reyðlitt,
tá ið hon fer niður.
SJ Mikines málaði nógvar
góðar myndir og nøkur meistara-
verk men hann málaði sanniliga
eisini nógv lort. Myndirnar hjá
honum eru sera dýrar og fram-
sýningarnar, ið eru gjørdar í
Danmark eftir hansara deyða,
eru framúr væl vitjaðar og
fagnaðar. Sum áður nevnt, var SJ
Mikines ein plágað sál og strídd-
ist við sinnissjúku og eisini
alkohol og rúsevnismisnýtslu
mesta partin av lívinum og hann
endaði syrgiliga síni síðstu sjey
ár á sinnissjúkahúsinum Skt.
Hans í Roskilde. Í eini sjón-
varpssamrøðu frá sjúkrahúsinum
hugdi hann rundanum seg og
segði bersøgin og beitskur við
arrogantari rødd „og nu sidder
jeg her blandt alle disse idioter".
Men lat okkum fyrst og fremst
minnast hann sum tann veruliga
listamannin, hann var. Hann lýsti
Føroyar, menniskjans kor í
náttúruni, havið og brimið,
heimbygdina, sorg, tragediu og
deyðan, grindadráp, portrett og
menniskjalýsingar við ektaðari
religiøsari og melankolskari
kenslu.
Eg droymdi um Mikines, at
hann kom yvir til mín úr myrkri
og rósti mær fyri mínum mynd-
um og segði „hygga morgun-
roðin har" og so vaknaði eg. Eg
var og vitjaði hansara grøv í
Vestre Kirkegaard úti við Syd-
havn í Keypmannahavn. Har var
ein góður stemmningur á grøvini
og eg fekk tíðiliga ta fatan, at
hansara sál umsíðir hevði funnið
frið. SJ Mikines hevur við síni
list givið Føroyum so ófatuliga
nógv, ein gáva, ið ikki kann
virðast ov høgt.
Sorg, tragedia og deyðin. Havið og grindadráp og SJ Mikines
-SJ Mikines hevur við síni list givið Føroyum so ófatuliga nógv, ein gáva, ið
ikki kann virðast ov høgt skrivar listamaðurin Øssur Johannessen í hesum
hugleiðingunum rundanum um listina hjá S. J. Mikines.
Saknur, 1934
Kvinnumynd, 1934
Súgur við lendingina, 1952
S. J. Mikines
C
M
Y
K
25
24