Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-25, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. januar 2018síða 28

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vinnublaðið hjá miðlahúsinum 4 januar 2018 26 Mildrið Jacobsen mildrid@sosialurin.fo Ingunn Eiriksdóttir, sum tók við sum stjóri í Føroya størsta trygg­ing­ar­fel­ agi tann 1. desember í fjør, gjørdist eitt sind­ur ovfarin, tá hon fekk í boði at ger­ast stjóri í Betri Trygging. Men hon hugs­aði nokk so skjótt, at hesa upp­gáv­una vildi hon fegin átaka sær. – Tá tilboðið um stjórastarvið kom, hugs­aði eg, at hetta er eitt spennandi starv og eitt spennandi øki, sum eg feg­in vil vera við til at mynda. So eg hugs­aði rættiliga skjótt: Ja, takk, hetta vil eg fegin royna. – Hinvegin var eg eisini eyðmjúk um at skula standa á odda fyri ein­ um felagi, sum hevur so stóran týdn­ ing í før­oyska samfelagnum, og sum hev­ur so stóra ávirkan á gerand­ is­dag­in hjá føroyingum. Tað er ein risa­á­byrgd, at viðurskiftini eru í lagi, tí trygg­ing kemur jú inn í hvørt heim, sig­ur tann 47 ára gamla Ingunn Eir­ iks­dótt­ir, ið hevur sett sær fyri at leggja alla sína orku í starvið. Hon hevur ikki arbeitt innan trygg­ing­arøkið áður, men hon sat í nevnd­ini hjá Betri Trygging í stívliga tvey ár, áðrenn hon fekk boðið stjóra­starv­ið í tryggingarfelagnum. – Meðan eg sat í nevndini fekk eg inn­lit í tryggingarvirksemi á einum yv­ir­skip­aðum og strategiskum stigi, sig­ur Ingunn Eiriksdóttir, sum dámar væl nýggjar avbjóðingar. – Mær dámar væl at hava ábyrgd og á­virkan, og eg eri als ikki bangin fyri at royna nýggjar leiðir. Eg eri am­b­i­ti­øs og fari heilhugað inn í mál, sum eg haldi vera áhugaverd. Eg hugsi nógv í møguleikum og havi ofta hug­skot, sum eg eisini tori at royna í verki. Hon leggur afturat, at hon hevur al­tíð verið málrættað, og um tað er okk­urt, sum hon vil, so fer hon eftir tí. – Eg kann ikki lata vera við at fara upp í og vera virkin, har sum eg eri, sig­ur Ingunn Eiriksdóttir, sum hevur ver­ið forkvinna í nógvum nevndum, og sum eisini hevur drúgvar royndir sum stjóri – Eg eri eisini bersøgin. Mær dám­ar best at siga tað, sum tað er. Og at tey, sum hava nakað at siga við meg, siga tað, sum tað er. Ella, sum vit siga, at kalla ein spaka fyri ein spaka. Drúgvar royndir sum stjóri Ingunn Eiriksdóttir, sum er uppvaksin í Lopra, er útbúgvin løgfrøðingur og hev­ur diplom í leiðslu, og hon hevur sit­ið í stjórastørvum tey seinastu 10 ár­ini. Frá 2007 til 2013 var hon stjóri í Data­eft­ir­litinum, og hon hevði verið mið­fyr­i­sitingarstjóri hjá Tórshavnar komm­unu í fýra ár, tá hon brádliga fekk í boði at taka við sum stjóri í Betri Trygging. Tá hon gjørdist stjóri í Data­eft­ir­li­t­i­ num, varð stovnurin júst umskipaður, og høv­uðs­upp­gávan hjá stjóranum var at byggja upp og skipa arbeiðið á stovn­inum. Og júst hetta at byggja upp, dámar henni sera væl. Ing­unn sigur, at tá hon byrjaði sum stjóri í Dataeftirlitinum, vistu fólk næst­an ikki, hvat Dataeftirlitið var. Hetta setti hon sær fyri at broyta, og ar­beiddi miðvíst eftir einari strategi við fimm málum, sum hon legði høv­ uðs­dentin á. Samstundis tók hon leiðsl­u­útbúgving. Eftir seks ár í stjórasessinum í Data­eft­litinum hevði hon rokkið tey mál, sum hon hevði sett sær fyri, og hon hevði nú hug at royna seg í ein­ um størri høpi við fleiri av­bjóð­ing­um og fleiri starvsfólkum. – Eg søkti starvið sum mið­fyri­sit­ ing­ar­stjóri hjá Tórshavnar kommunu, og fekk tað. Har treivst eg eisini sera væl, til hetta starvið brádliga kom fram­við. – At vera stjóri í miðfyrisitingini hjá Tórs­havnar kommunu var sera av­bjóð­andi, og at arbeiða í einum pol­itiskum bygnaði gevur nakrar eyka av­bjóð­ingar, sigur Ingunn Eir­ iks­dóttir, sum nú hevur tikið við fyrsta stjórastarvinum í privatu vinn­ uni. Stór menning innan trygging Ingunn Eiriksdóttir heldur, at trygg­ ing snýr seg um tryggleika, og at tað tí er um­ráð­andi at hava eitt sterkt trygg­ing­ar­felag, sum kann røkja sín­ ar skyld­ur í framtíðini. Hon vís­ir á, at trygg­ing­ar­marknaðurin í lond­u­num rund­an um okkum er í stórari broyt­ ing og menning. – Eg vil hava, at kundar okkara her í Før­oyum fáa lut í tí menningini, sum er. Vit skulu eisini vera best til tað, sum vit gera, ikki bara her í Før­ oy­um men eisini í londunum, sum vit van­liga samanbera okkum við, so­leið­is at kundar okkara eru nøgdir, tá teir eru í samband við Betri í síni heild, sigur Ingunn Eiriksdóttir, sum legg­ur seg eftir at betra og menna ar­beiðið, har sum hon er. – Eg skumpi til verandi støðu og hugsi nógv um, hvørt vit kunnu gera tað betri, og um vit kunnu gera tað Ivaðist ikki tá eg fekk stjórastarvið í boði – Mær dámar væl at hava ávirkan og ábyrgd. Eg havi eisini altíð havt dirvi til at taka við avbjóðingunum, sum eg havi fingið. So eg brúkti ikki nógva tíð at hugsa meg um, áðrenn eg tók av tilboðnum um at gerast stjóri í Betri Trygging, sigur Ingunn Eiriksdóttir – Eg eri eisini bersøgin. Mær dám­ar best at siga tað, sum tað er. Og at tey, sum hava nakað at siga við meg, siga tað, sum tað er. Ella, sum vit siga, at kalla ein spaka fyri ein spaka Betri Trygging – Umhvørvið her á Kongabrúnni er ó­trú­liga hugnaligt, og her eru sera nógv væl skikk