hósdagur 25. januar 2018síða 29
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vinnublaðið hjá miðlahúsinum
5
januar 2018 26
skjótari og effektivari, sigur hon, og
leggur afturat, at hetta er ikki eitt ein
mansavrik.
– Eg síggi tað, sum eg standi
á odda fyri, sum eitt liðavrik. Eg
kann ikki gera nakað einsamøll. Eg
má hava starvsfólkini við. Tað eru
hóast alt tey, sum bera tað tyngstu
byrðuna. Mín uppgáva sum stjóri er
at røkka úrslit gjøgnum onnur, og
tað er við at fáa starvsfólkini til at
gera sítt allarbesta.
Kapping á tryggingar
marknaðinum
Betri Trygging hevur umleið 70% av
føroyska tryggingarmarknaðinum.
Tryggingarfelagið, sum er tað størsta
í Føroyum, hevur eisini verið longst á
marknaðinum.
Nýggi stjórin í Betri Trygging
heldur, at hetta setur krøv til trygg
ingarfelagið, sum eisini er í harðari
kapping við hitt føroyska trygging
arfelagið Trygd
– Tað hevði verið keðiligt, um tað
bara hevði verið eitt felag á trygging
armarknaðinum. Kappingin er hørð
um kundarnar, og tað haldi eg vera
spennandi. Tað er bara ein avbjóðing
afturat, sigur Ingunn Eiriksdóttir.
Fyrstu tíðina fer Ingunn at brúka
til at seta seg inn í tingini, og síðani
fer hon saman við starvsfólkunum
at stinga út í kortið. Hon leggur
áherðslu á, at alt, sum tey gera, verð
ur gjørt fyri at nøkta tørvin hjá kund
unum, og gera tað betri hjá teimum
at vera kundi í Betri Trygging.
Í desember í fjør víðkaði Betri
Trygging innbúgvstryggingina til eis
ini at umfata samleikastuldur. Nýggi
stjórin sigur, at forarbeiðið var gjørt,
tá hon tók við stjórastarvinum, og at
hon tí ikki fer at taka heiðurin fyri tað,
men at hon við fortíð sínari í Dataeft
irlitinum dugir væl at síggja, hví tað
er neyðugt við slíkari trygging, sum
kann betra um trygdina á netinum.
Stendur við sínar avgerðir
Ingunn Eiriksdóttir torir at taka av
gerðir og at standa við tær. Hon
tryggjar sær altíð, at avgerðin er væl
og virðiliga grundað, áðrenn hon
verður tikin. Tað er nakað sum ligg
ur í sum løgfrøðingur, sigur hon, og
greiðir frá, at hon lurtar eisini væl eft
ir, tí ein avgerð verður ofta best tá.
Og tá avgerðin er tikin, so brúkar hon
ikki nógva tíð at hyggja aftureftir.
– Um tað hinvegin vísir seg, at av
gerðin ikki var røtt, so eri eg heldur
ikki bangin fyri at fara afturumaftur
og gera broytingar. Geri eg eitt mis
tak, so viðgangi eg tað, og tað haldi
– Tað hevði verið keðiligt,
um tað bara hevði verið eitt
felag á tryggingarmarkn
aðinum. Kappingin er hørð
um kundarnar, og tað haldi
eg vera spennandi. Tað er
bara ein avbjóðing afturat
kað starvsfólk. Tað er altíð eitt gott útgangsstøði. Beint her og nú leggi eg høvuðsdentin á, at tað, sum eg geri, verður gjørt væl, sigur nýggi stjórin í Betri Trygging, Ingunn Eiriksdóttir Mynd: Álvur Haraldsen