Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-25, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. januar 2018síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vinnublaðið hjá miðlahúsinum 6 januar 2018 26 eg, er ein styrki, sigur stjórin í Betri Trygg­ing. – Men um avgerðin er røtt fakliga, og eg eri fyri ágangi, so bakki eg ikki. Eg toli væl mót­støðu, og tað havi eg eisini ofta upplivað í teimum størv­ unum, sum eg havi verið í. Er av­ gerðin væl grundað, og eg eri sann­ førd um, at tað, sum eg geri, er rætt, so tori eg at standa við tað. Somu krøv til bæði kyn Spurd, um kvinnuligir stjórar hava aðr­ar av­bjóð­ingar enn menn í stjóra­ størv­um, sigur Ingunn Eiriksdóttir, at tað held­ur hon ikki. – Tá ein situr í stjórasessinum, so eru av­bjóð­ingarnar og krøvini tey somu til bæði kynini. Tú hevur eina nevnd, sum vil hava avkast og úrslit, og tú hev­ur nøkur mál, sum tú skalt røkka. Men kanska er vegurin til stjóra­starv­ið ymiskur. Kanska verða størri krøv sett til kvinnurnar, áðrenn tær verða settar í starvið. Men eg havi so ongantíð upplivað mítt kyn sum eina forðing, sigur hon. Hon heldur, at stjórastarvið er ein leik­lutur, og at tað avgerandi er, hvør per­sónurin í leiklutinum er. Tað veldst um persónleika og leiðsluhátt. Tað er tað, sum er avgerandi, og ikki kyn­ið. Kortini heldur hon, at tað hev­ ur týdning, at bæði kyn eru umboðað í øll­um størvum. – Soleiðis fáa vit tey bestu úrs­ lit­ini og tær bestu avgerðirnar, sig­ur Ing­unn Eiriksdóttir, sum er einsa­ mall­ur kvinnu­ligur stjóri í Betri sam­ taks­leiðsl­uni. Ikki eitt annaðhvørt ella Ingunn Eiriksdóttir sigur um seg sjálva, at hon er ein karrierukvinna, sum sam­stundis er familjukær. Ing­ unn, sum er gift og hevur tvey børn, ið eru 12 og 17 ár, sigur, at tað er ikki eitt ann­að­hvørt ella, tá talan er um stjóra­starvið og familjuna. – Eg veit ikki, um tað ber so væl til, men eg veit, at tað ber til. Sjálvandi kann ein ikki gera alt allastaðni, men tað ber til at planleggja væl, soleiðis at ein góð loysn verður funnin fyri báð­ar partar, sigur hon. – Eg vildi gjarna sagt, at eg velji fam­iljuna framum, um onkur á­trok­ andi ar­beiðsuppgáva stingur seg upp, sam­stundis sum okkurt týðandi er á skránni í familjuni. Men eg haldi, at tað er ofta arbeiðið, sum verður tik­ið framum. – Tað kann ofta ikki bíða, um tú situr við ábyrgd, men so ræður um at leggja ætlanir, sum báðir part­ar kunnu liva við, sigur Ingunn Eiriks­ dótt­ir, og leggur afturat, at heima hjá teim­um hava tey megnað at funnið eina javnvág, hóast bæði hon og mað­urin sita í leiðarastørvum. Runnið tvey hálvmaraton Í frítíðini dámar Ingunn væl at fara út at renna. Hon sigur, at hon er ikki mill­um tey, sum renna øgiliga nógv og langt, men hon hevur runnið tvey hálv­mar­aton í Føroyum. Eitt í Gása­ dali og eitt í Suðuroy. – Eg renni fyri mína egnu skuld. Eg kopli væl úr, og eg fái eisini nógv góð hug­skot, meðan eg renni, sigur Ing­unn, sum eisini hevur gingið til yoga í nógv ár. – Yoga gevur mær ró og javnvág, sig­ur hon, og, heldur tað vera gott fyri hana, tí hon er so íðin og virkin, og er í gongd frá morgni til myrkurs. Hon er eisini partur av frí­tíð­ar­í­triv­ u­num hjá børnunum, har hennara leik­lutur ofta verður at skipa fyri og at standa á odda fyri at savna inn pening. Tað dugi eg ordiliga væl, sig­ur Ingunn, sum í løtuni stendur fyri peningainnsavning til eina utt­ an­lands­ferð hjá fimleikaliðnum, sum dótt­irin er partur av. – Tað er aftur hatta við, at har sum eg eri, har eri eg virkin, sigur Ingunn Eiriks­dóttir, sum eisini hevur verið nógv uppi í flogbólti, sum sonur henn­ara spælir. Handil í Vági Umframt at hava sitið í fleiri stjóra­ størv­um, so arbeiddi Ingunn Eiriks­ dóttir eisini í fleiri ár á Løg­mans­skriv­ stov­uni, har hon fekk starv, tá hon var lið­ug at lesa til løgfrøðing. Eisini hev­ur hon roynt seg við egnum handli, sum hon við góðari hjálp frá mann­inum læt upp í Vági í 2005, tá hon var í barsilsfarloyvi. – So eg havi roynt at verið úti í vinnu­lívinum, har tað ræður um at for­vinna pening, sigur Ingunn Eiriks­ dótt­ir, sum altíð hevur havt hug til at royna at hava egnan handil. – Tað er nokk hendan í­verk­set­ ar­a­trongd­in, sum ger seg galdandi. Hetta at seta okkurt í gongd og byggja tað upp. So eg royndi tað. Eg setti eitt konsept saman við vørum, so sum taskum, smyrsli, húgvum, hál­s­turrikløðum og smúkkum og læt upp handi­lin, sum fekk navnið Marita Emma. Ingunn stóð á odda fyri tí yv­ir­ skipøaða arbeiðnum. Hon valdi út vør­u­r­nar, fekk avtalurnar í lag, keypti inn og tók sær av tollavgreiðsluni og prís­ás­eting. Mamma hennara stóð í handli­num, sum var opin í trý ár. – Tað gekk væl, men tá eg gjørd­ ist stjóri í Dataeftilitinum í 2007, so bleiv tað ov nógv. Har var ongin ann­ ar av taka sær av tí partinum, sum eg gjørdi, og tí avgjørdu vit at lata hand­ il­in aftur í 2008, greiðir hon frá. Uppvaksin í Lopra Tað var ikki av tilvild, at Ingunn valdi at lata handilin upp í Vági. Hon er upp­vaksin í Lopra, og har búgva for­ eldr­ini hjá henni enn. Hon gekk í lítla bygdaskúlanum í Lopra, har børnini í 1. til 5. flokk fingu und­ir­vísing í einum og sama høli. Tað vóru fýra næmingar í hennara flokki, tá hon byrjaði í skúlanum, og Ing­unn var tann einasta gentan. Ong­in onnur genta í Lopra var javn­ gom­ul við Ingunn, sum er fødd í Kefl­ avík. Pápi hennara doyði, tá hon var árs­gom­ul, og tá flutti mamman heim til Lopra við Ingunn. Í 6. flokki fóru tey til Vágs at ganga í skúla, og tá hon var liðug við 9. flokk, gjørdi hon av at fara til Havn­ ar at ganga í studentaskúla. Tað bar til at fara á HF í Suðuroy, men Ingunn hevði sett sær fyri, at hon vildi verða stud­ent, og tí flutti hon til Havnar, har hon búði á kostdeildini í Hoydølum, til hon hevði tikið studentsprógv. Vildi hava hægri útbúgving Hóast tað ikki var so vanligt, haðani Ing­unn Eiriksdóttir kom frá, so hevur tað altíð ligið í kortunum, at hon skuldi hava eina hægri útbúgving. – Tað vóru kanska ikki so nógv, sum fóru tann vegin, men hjá mær var tað so­leiðis, at eg skuldi hava eina útbúgving, og tað var eisini tann leið­in, sum eg valdi. Mær hevur altíð dámt væl at gingið í skúla, og tað er al­tíð fallið mær lætt. Og so havi eg eis­ini altíð lisið alt, sum eg fekk fatur á, sig­ur hon. Hon ivaðist, um hon skuldi fara at lesa til lækna ella løgfrøði, men end­ aði við at velja løgfrøði. – Eg haldi, at tað var hesin tankin um at arbeiða fyri rættvísi og rætt­ ind­u­num hjá tí einstaka, sum dró meg tann vegin, greiðir hon frá. Tá valið var tikið, var hon ong­an­ tíð í iva um, at hon hevði valt rætt. Eg visti, at hetta er tað, sigur Ing­unn, sum arbeiddi á einari ad­vo­kat­skriv­ stovu, meðan hon las løgfrøði á un­i­ vers­i­tet­i­num í Keypmannahavn. Hon umhugsaði eisini eitt skifti at verða verandi í Danmark og arbeiða sum advokatur har, men so møtti hon mann­inum, sum ongantíð var í iva um, at hann skuldi heim aftur til Før­oya at búgva. Og Ingunn er glað fyri, at tey fluttu heimaftur. – Eg elski at vera í Føroyum, sigur hon. Eri har, sum eg vil vera Ingunn Eiriksdóttir, sum hevur sitið í stjór­a­sessinum í Betri Trygging í slak­ar tveir mánaðir, er stjóri hjá um­ leið 70 fólkum í hugnaliga bygn­ingi­ num á Kongabrúnni. – Eg kenni meg væl í starvinum. Betri sam­takið hevur ein fjøltáttaðan bygn­að, men tað haldi eg, at eg havi roynd­ir við frá tíðini sum mið­fyri­sit­ ing­ar­stjóri hjá Tórshavnar Kommunu, sum er eitt av Føroya størstu ar­ beiðs­pláss­um. Og tá tú situr á toppi­num, so eru málini, sum skulu loys­ast, ofta tey somu, sigur Ingunn Eir­iks­dóttir. – Umhvørvið her á Kongabrúnni er ó­trú­liga hugnaligt, og her eru sera nógv væl skikkað starvsfólk. Tað er altíð eitt gott útgangsstøði. Beint her og nú leggi eg høvuðsdentin á, at tað, sum eg geri, verður gjørt væl. Tað ræð­ur um at gera sítt besta, so leingi mann er her, sigur nýggi stjórin í Betri Trygging. – Ongin veit, hvat framtíðin hevur at bjóða, og mann má taka tað, sum tað kem­ur. Men beint nú eri eg har, sum eg vil vera, sigur hon. Ingunn Eiriksdóttir torir at taka av­gerð­ir og at standa við tær. Hon tryggj­ar sær altíð, at avgerðin er væl og virðiliga grundað, áðrenn hon verð­ur tikin. Mynd: Álvur Haraldsen