hósdagur 25. januar 2018síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vinnublaðið hjá miðlahúsinum
10
januar 2018
26
Eirikur Lindenskov
Beint fyri jól bórust tíðindini, at tríggir
mans høvdu bilasøluna Wenzel, sum
er Ford og Volvo umboð í Føroyum.
Tá vit tosa um Ford-umboðið í
Føroyum, so fevna vit um alla ta før
oysku bilasøluna – tí Ford var fyrsti
bilur í Føroyum.
Tað var tann 6. mai í 1922, at
DFDS skipið »Island« kom á Havn
ina við fyrsta bilinum, einum Ford TT
lastvogni, sum kom á land á Konga
brúnni á einum prámi hendan dagin.
Teir, ið keyptu, vóru Johannes Ol
sen og Júst Sivertsen í Havn. Og teir,
ið seldu vóru havnarmaðurin Wenzel
Petersen og danin Vilhelm Nielsen,
sum vóru giftir hvør sínari systir –
døtrar hjá Óla Svenn Svendsen í
Havn.
Hendan sølan var byrjanin til
Ford-umboðið í Føroyum, sum var
í familjuni hjá Wenzel Petersen í
eini 84 ár – til Gunnar Justinussen í
2006 yvirtók umboðið.
Upprunaliga hevði fyritøkan røtur
heilt aftur til 1917, tá Wenzel Petersen
stovnaði ein maskinhandil í Havn.
Nýggju eigararnir eru Rúni M.
Djurhuus, sum eigur meirilutan. Hinir
eru Petur Slyne og Bárður Brimvík.
Rúni Djurhuus er stjóri í P/F
Wenzel, og hóast hann er kendur
fyri at vera uppi í nógvum virksemi,
so verður tað bilasølan, sum verður
fulltíðarstarv í gerandisdegi hansara
frameftir.
Hinir báðir eigararnir hava eisini
sínar uppgávur í fyritøkuni, hóast tað
Volvo er tryggasti b
Ford skal aftur í frem
Stendur tað til nýggja eigaran og stjóran
hjá P/F Wenzel, so skal bilmerkið Ford aft
ur gerast eitt av Føroya mest seldu bil
merkjum, og hann hevur góðar vónir um
luksusbilin og trygga bilmerkið Volvo