Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-25, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. januar 2018síða 35

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vinnublaðið hjá miðlahúsinum 11 januar 2018 26 Føroya fyrsti bilur var ein Ford TT lastvognur Eirikur Lindenskov Føroya fyrsti bilur var ein Ford TT lastvognur – Ford T var sniðið, og seinna T'ið stór fyri 1 tons lastvognur. Sum greitt frá í fyrru greinini kom hann til Føroya við M/S Island hjá DFDS tann 6. mai í 1922, og vóru keypararnir seinni kendir bilasølumenn í Havn. Wenzel við Ford og Vilhelm Nilesen við Chevrolet, Bedford og seinni serliga Vauxhall og Opel. Júst Sivertsen (føddur í 1892) var kendur bilførari í Havn. Men Johannes Olsen (føddur í 1894) doyði longu í 1924 av vanlukku, tá ein ketil sprongdist á nýggja Alexandrines Hospitali. Ein teirra, sum var á Kongabrúnni, tá bilurin kom í land 6. mai 1922, var Oluffa Jensen (Luffa í Gongini 1912-2000) í Havn. Hon var tá tíggju ára gomul, men hon minnist hendingina væl, tí Johannis og hon vóru systkinabørn – og vuksu upp í sama húsi undir Kletti í Havn. Í viðtalu við Sosialin 12. juni 1996 segði hon: – Eg minnist væl tann dagin. Nógv fólk var komið saman, og bilurin kom í land á einum prámi. Eg minnist ikki, hvørjum skipi hann kom við, men har var eingin, sum dugdi at koyra bilin. Hann var tí skumpaður niðan í Quillingsgarð, har Wenzel og Vilhelm høvdu smiðju. – Johannes var tann fyrsti, sum koyrdi. Tað var danin, Plank (pápi Viggo Plank), sum lærdi hann at koyra. Ta fyrstu tíðina var tað bara Hannes, sum koyrdi, segði Luffa. Hannis førdi annars Reyða Kross, men fór seinni á hospitalið at arbeiða sum montørur, sum tað kallaðist. – Tá haldi eg, at Júst tók yvir bilin, segði Luffa. Hannis arbeiddi nógv, greiddi Luffa frá. – Fysikus Herup hevði altíð boð eftir honum, og tað var eisini tí, at vit vóru millum tey fyrstu, sum fingu telefon. Minnist meg rætt, hvødu vit nummar 13. Hvussu nógv var at koyra fyrstu tíðina, minnist Luffa ikki reiðiliga. – Men teir koyrdu við fólki, tað minnist eg væl. Teir koyrdu túrar niðan á Sanatoriið og aðrar túrar við. Minnist meg rætt, so kostaði tað 50 oyru fyri vaksin og 25 oyru fyri børn. Eg minnist væl, at Johannes hevði eina pappeskju við 25 oyrum undir seingini. Um bilin sigur Luffa, at hon heldur hann var svartur ella rættuliga myrkur. Hann hevð ikki el-startara, men skuldi vindast í gongd. ilur og mstu røð Tað er Føroya elstu bilfyritøku, sum Rúni Djurhuus nú stjórnar. Ford hevur eina drúgva søgu í Føroyum, tí fyrsti bilur, sum kom til landið, var ein Ford Myndir: Álvur Haraldsen ikki verður fulltíðarstarv teirra. Petur Slyne, sum hevur drúgvar roynd­ir sum marknaðarmaður – eis­ ini við at marknaðarføra bilar, fer at taka sær av allar marknaðarføringini. Bárður Brimvík, sum hevur arbeitt sum grannskoðari í nógv ár, og sum hev­ur sítt egna bókhaldsvirki, fer at taka sær av bókhaldinum. – Vit fara eisini at bjóða nýggj pro­dukt, so sum at leasa bilar til vinn­una. – Endmálið hjá okkum er sjálv­ andi at veita bestu tænastuna til kund­an. Vit vilja eisini menna søl­una soleiðis, at vit fáa ein størri markn­að­ ar­part, sigur Rúni Djurhuus. P/F Wenzel umboðar Ford og Vol­vo í Føroyum. Ford-umboðið hevur sum nevnt altíð verið í fyritøkuni, men Volvo­um­ boðið kom afturat í 2009. Rúni Djurhuus sigur, at Ford í sínari tíð var millum mest seldu bilar í Føroyum. – Vit vilja fegin uppaftur har við søluni. Vit hava í dag ein markn­að­ ar­part upp á umleið 10 prosent við báð­um bilmerkjum okkara – og vilja feg­in vaksa enn meira. Hjá P/F Wenzel starvast í dag um 25 fólk. Bilasølan húsast í tveimum bygn­ingum millum Slættanesgøtu og Akranesgøtu úti við gamla Vel­ ba­stað­vegin í Havn. Rúni Djurhuus sigur, at bygn­ing­ ur­in sum hýsir verkstaðnum er í góð­ um standi, men tað er bygnignurin, sum hýsir bilasøluni ikki er tíðar­ hósk­andi. Tann bygningurin verður tí sum skjótast tikin niður og nýggjur bygn­ingur reistur á staðnum. Fyri­ reik­ing­ar­nar eru longu farnar í gongd, sigur hann. Tað starvast 25 fólk fólk hjá fel­ ag­num. Tá vit vitja Rúna Djurhuus hendan dag­in fæst hann við at selja ein Volvobil. Hann greiðir okkum frá, at frá 2020 fáast allir bilar frá Volvo fá­ ast sum hybridbilar eisini umframt sum dies­el og bensin. Hann vísir okkum eisini á at Volvo XC60 júst kostin tryggasti bil­ur í 2018. – Og vit frætta eisini frá Volvo, at mál­ið hjá teimum er, at eingins skal doyggja av skaða í nøkrum Volfo eft­ir ár 2020. Soleiðis hevur Volvo sett sær 0-hug­sjónina fyri. Hóast tað kann tykj­ast í so framfýsið, so kunnu vit bara minna á, at tað júst var Vol­vo, sum uppfann trýpunkts trygd­ar­seðl­ an, sum verður nýttur á øllum setrum í øllum bilum í dag. Í 1970 flutti bilasølan og bilverkstaðið hjá Wenzel Petersen í hendan spildurnýggja og tíðarhóskandi bygningin við Oyggjarvegin í Havn Sjúklingar á sanatoriinum í Hoydølum eru sloppin útferð við Føroya fyrsta bili – helst tíðliga í 20'unum