Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-25, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. januar 2018síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 20 januar 2018 26 Nýggjur marknaðar- og samskiftis­leiðari hjá Betri  Terji Nielsen Betri samtakið hevur sett Dánial Hoydal í starv sum marknaðar- og sam­skiftisleiðara. - Vit lýstu í bløðunum eftir einum marknaðar- og samskiftisleiðara, tí vit ynsktu at styrkja bæði markn­ að­arføringina og samskiftið hjá sam­takinum. Vit fingu fleiri enn tjúgu umsóknir til starvið, og eftir sam­røður við umsøkjarar fall valið á Dánial Hoydal, sigur Mortan Poul­ sen.  Dánial Hoydal starvaðist framm­ anundan hjá Faroe Ship, har hans­ ara starvsheitið var Marketing, HR & Business Development, og er hann harumframt stýrisformaður í Vinnu­ frama. Nýggjur partnari og stjóri í Roknskapar­ felagnum Terji Nielsen Herfyri rundaði Roknskaparfelagið tey 25 árini, og felagið hevur nú styrkt seg við nýggjum partnar og við­stjóra. Talan er um Tórur við Áir, ið júst hevur tikið prógv sum skrásettur grann­skoðari, ið nú hevur tikið við sum stjóri saman við Olaf Frits Joen­ sen, ið er stovnarin av Rokn­skap­ar­ felagn­um. Olaf byrjaði upprunaliga sítt virk­ semi á Eiði í 1984 sum eitt ein­stak­ linga­virki, ið  átók sær bókhald og rokn­skaparhjálp. Síðani 2006 hevur felagið hildið til í Hornabø í Havn og har starvast nú sjey fólk. Sissal E. Lervig nýggja Marknaðar/ samskiftisfólkið hjá IRF Terji Nielsen IRF hevur sett 29 ára gomlu Sissal Evudóttir Lervig av Strondum, sum nýggja Marknaðar -og samskiftis fólkið hjá IRF. Sissal er kandidatur í talgildum samskifti frá Aalborg Universiteti, umframt at hon hevur lisið Altjóða Marknaðarføring á Aka­demiútbúgvingini hjá Glasum. Sissal hevur harumframt við­ kom­andi arbeiðsroyndir frá lýs­ing­ ar­fyritøku í Danmark, eins og frá før­oyskari fyritøku. Sissal kemur at sita á skrivstovuni hjá IRF í Klaksvík og byrjar í starvinum um miðjan februar. Sissal fer at taka sær av lýs­ing­ arátøkunum hjá RF, heimasíðu og sosialu miðlunum, umframt breið­ari innanhýsis – og uttanhýsis sam­ skift­isuppgávum. Starvið, sum er nýtt hjá IRF, skal síggjast sum ein liður í strategi­ ini hjá IRF at ganga á odda á um­ hvørvis­økinum og geva okkara íkast til einar grønari Føroyar. Nýggj fólk á arbeiðsplássinum? Hava tit søgur um nýggj starvsfólk á arbeiðsplássinum - ella onkur hevur fingið nýggjar avbjóðingar, latið okkum frætta. Sendið tekst og mynd til vinnan@sosialurin.fo