Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-25, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. januar 2018síða 45

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 21 januar 2018 26 Betri á sjógvi og landi Kom og fá eitt prát við okkum Vinnuráðgevar okkara hava drúgvar royndir og eru altíð til reiðar at vegleiða tær um betri fígging, trygging og pensjón – alt á sama stað. Saman finna vit bestu loysnina fyri teg og tíni starvsfólk. Vit søkja eftir tekniskum leiðara til góðskingarvirkið í Sørvági, sum saman við leiðsluni kemur at hava ábyrgd av at reka og víðarimenna tekniska økið á virkinum. Vit kunnu bjóða Eitt spennandi og fjølbroytt starv, har góðir møguleikar eru fyri bæði fakligari og persónligari menning. Tú kemur at virka í einum framfúsnum, jaligum og óformligum umhvørvi, har dentur verður lagdur á samstarv og álit. Framleiðslan av laksi hjá HiddenFjord byggir á nýhugsan og sera framkomna tøkni. Tú verður partur av einum arbeiðsplássi, har áhaldandi menning á tekniska økinum hevur høga raðfesting, og tað er av stórum týdningi, at tú ert klár/ur til hesa avbjóðing. Arbeiðsøkini verða í høvuðsheitum At leiða, skipa og víðarimenna arbeiðið á tekniska økinum, umframt at seta í verk og reka eina nýggja viðlíkahaldsskipan. Dentur verður lagdur á, at arbeiðsuppgávurnar verða loystar effektivt og við nærlagni. Deildin fevnir um tvey starvsfólk umframt tekniska leiðaran. Vit vænta, at tú hevur • góð evni til at skipa dagliga arbeiðið, • eina jaliga tilgongd til tær avbjóðingar, sum liggja fyri framman, • vilja til nýhugsan og víðari menning, • góð samstarvsevni, ert framskygd/ur, fleksibul og hevur eyga fyri góðari leiðslu, • áhuga fyri røkt, trivnaði og framleiðslu av laksi, og • eina viðkomandi útbúgving sum verkfrøðingur, maskinmeistari, elektrikari ella líknandi. Lønar- og setanartreytir verða ásettar eftir avtalu við leiðsluna. Vit miða eftir at seta starvið sum skjótast. Umsókn við viðkomandi skjølum skal vera HiddenFjord í hendi í seinasta lagi 8. februar 2018 og skal sendast til starv@hiddenfjord.fo Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Óla Hansen á telefon +298 221771. HiddenFjord søkir eftir tekniskum leiðara til góðskingarvirkið í Sørvági Grafix 504251