hósdagur 25. januar 2018síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
22
januar 2018
26
Vilmund Jacobsen
Tað er Annvør Jacobsen, ættað úr Saltangará,
sum er stjóri og stendur á odda fyri fyritøkuni
á Eiði, Salmon Proteins, sum tekur ímóti av
skurði, ryggjum, slógvi, gørnum og sjálvdeyð
um alifiski.
Hon er gift Tóri Jacobsen, ið arbeiðir sum
timburmaður og hevur framt og verið partur av
fleiri verkætlanum innan byggivinnuna, bæði í
Føroyum og uttanlands.
Annvør Jacobsen byrjaði hjá Salmon Pro
teins sum skrivstovufólk á hálvari tíð í 2003,
men gjørdist stjóri í fyritøkuni í 2005.
- Eg lærdi í sínari tíð til skrivstovufólk hjá
Trúgva Samuelsen, advokati, men øll míni
bestu ár arbeiddi eg sum skrivstovufólk á
Dómaraskrivstovuni.
Hon starvaðist á Dómaraskrivstovuni í
tveimum umførum og í nøkur ár hvørja ferð.
- Tá eg flutti norður til Eiðis at búgva, gavst
eg á Dómaraskrivstovuni og arbeiddi tá nøkur
ár í Sparikassanum á Eiði.
Tá tey so søktu eftir skrivstovufólki á
Dómaraskrivstovuni, søkti hon og arbeiddi
aftur har í nøkur ár.
Eitt stutt skifti, áðrenn Salmon Proteins
byrjaði sítt virksemi í 2003, arbeiddi Annvør
Jacobsen sum avloysari í eldrarøktini á Eiði.
Eitt gott arbeiðspláss
Tað kann tykjast sum eitt langt lop - at byrja
sum skrivstovufólk á hálvari tíð í 2003 og
síðan at taka við stjórastarvi í 2005.
- Jú, tað er rætt, at eg eri stjóri á virkinum,
men vit eru ikki so nógv arbeiðsfólk, tó at
nøgdirnar av súrløgu eru stórar. Umframt meg
sjálva, hava vit ein maskinmann, eitt fólk á
skrivstovuni hálva tíð, og so hava vit vaskifólk.
Annvør Jacobsen sigur, at tað kann vera eitt
sindur friðarligt og stundum einsligt á skriv
stovuni um dagarnar viðhvørt.
- Men, eg havi yvir langar tíðir verið í starvi,
har ikki so nógv fólk er og kemur á gátt, og eg
haldi, at hetta er nakað, tú venur teg við.
Skemtandi sigur Annvør Jacobsen, at hóast
hon lyfti seg upp í stjórastarv frá at arbeiða
hálva tíð sum skrivstovufólk, so hevur hon
kortini hug at “umskylda” seg, tá onkur spyr,
hvør er stjóri á Salmon Proteins.
- Tí, eg eri bara skrivstovufólk við skriv
stovuútbúgving, sum hon so lítillátin tekur til.
Tók ketilpassaraskeið
Tað hevur verið eitt krav, at súrløga frá laksi
skal hitaviðgerast á Salmon Proteins, og so
leiðis hevur verið gjørt øll árini, síðan virkið
byrjaði at taka ímóti.
Men, nú er hetta broytt, soleiðis at súrløgan
ikki skal hitaviðgerast.
Stjórin sigur, at tað eru ES-reglur, sum eru
broyttar í hesum sambandi, og síðan er tað
Heilsufrøðiliga Starvsstovan, sum setir Salmon
Proteins galdandi treytir.
- Jú, tað er nógv at seta seg inn í, tá tú tekur
við ábyrgd av einum slíkum virki og eitt, sum
eg mátti gera, tá eg tók við stjórastarvinum,
var at taka eitt ketilpassaraskeið á Vinnuhá
skúlanum fyri at kunna passa ketilin, har hita
viðgerðin fer fram.
Annvør Jacobsen sigur, at hennara dagliga
arbeiði serliga er at hava samskifti við við
skiftafólk.
- Hetta er eitt týdningarmikið virkið, sum
alivinnan eigur, og tað er brúk fyri okkum alla
tíðina, leggur hon aftrat.
Tað eru eisini langir dagar á Salmon Pro
teins, tá súrløgur skal avskipast.
- Goymslan av súrløgu í bólki 3 (lágvanda
bólkur) er á 2000 tons, og goymslan av súr
Øll laksavinnan hevur
brúk fyri Salmon
Proteins á Eiði
Í FJØR TÓK SALMON PROTEINS ÍMÓTI 19.500 TONSUM AV SÚRLØGU FRÁ VANLIGUM AVSKURÐI, RYGGJUM, SLÓGVI OG GØRNUM
- OG ÍMÓTI 5.200 TONSUM AV SJÁLVDEYÐUM OG MØGULIGA SJÚKUM ELLA VIÐGJØRDUM FISKI. VIT HAVA SKIFT ORÐ VIÐ
STJÓRAN, IÐ BYRJAÐI SUM SKRIVSTOVUFÓLK Á HÁLVARI TÍÐ, MEN ENDAÐI SUM STJÓRI Á VIRKINUM TVEY ÁR SEINNI
Salmon Proteins byrjaði sum ein verkætlan í samband við ILA, umframt at Føroyar eisini gjørdu eina veterinera avtalu við ES. - Hetta er eitt týdningarmikið virkið, sum alivinnan eigur,
og tað er brúk fyri okkum alla tíðina, sigur stjórin