hósdagur 25. januar 2018síða 47
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
23
januar 2018 26
løgi í bólki 2 (hávandabólkur) er á 500 tons.
Stjórin vísir á, at virkið hevði umleið 18 av
skipingar í fjør, og tað eru teir, sum keypa súr
løguna, sum sjálvir koma eftir henni á Eiði.
Hetta eru skip við tangum sum lasta umleið
2000 tons.
- Lágvanda súrløgur fer gjøgnum rør úr
tangunum og út til skipið, og hávandað verður
koyrdur í tangabili og út á bryggjuna.
Annvør Jacobsen sigur, at tað er rættiliga
ymiskt frá tíð til aðra, hvussu stórar nøgdirnar
av súrløgu eru, og tí fella nøgdirnar, sum tey
taka ímóti, eisini ógvuliga ymiskt.
24.700 tons í fjør
Í fjør tók Salmon Proteins ímóti 19.500 tonsum
av vanligum avskurði, ryggjum, slógvi og
gørnum (bólkur 3) - og ímóti 5.200 tonsum
av sjálvdeyðum og møguliga sjúkum ella
viðgjørdum fiski (bólkur 2).
Súrløgan frá laksavinnuni verður soleiðis
býtt upp í tveir bólkar, hávandað (bólkur 2)
og lágvandað (bólkur 3), har nøgdirnar av lág
vanda gjarna eru nógv størri.
Hvussu hesar nøgdir býta seg, er sjálvandi
tengt at framleiðsluni á laksavirkjunum.
Annvør Jacobsen sigur, at tað hevur lætt
nógv um arbeiðsgongdina á virkinum og
hevur spart virkinum fyri nógvan pening, at
kravið um hitaviðgerð av hávanda súrløgu ikki
er galdandi í løtuni.
- Tað er alivinnan sjálv, sum hevur kvørn og
tilsetir meyrusýru, soleiðis at ph-virðið verður
undir 3,7, og súrløgan ikki rotnar.
Hon vísir á, at neyðugt var at hitaviðgera
í døgndrift, tá nøgdirnar av hávanda súrløgu
vóru stórar.
- Tað tekur umleið 80 minuttir at viðgera
hvørji trý tons, og soleiðis kunnu vit hitaviðgera
umleið 50 tons um døgnið. So hvørt, sum súr
løgan hevur fingið sína viðgerð, fór hon í tang
ar, sum vit hava standandi úti.
Stjórin dugir ikki at meta um, hvussu verður
við krøvum til hitaviðgerð í framtíðini, og tí fara
tey sjálvandi at hava ketilin standandi á virki
num, um brúk verður fyri honum aftur.
- Tað kunnu jú eisini vera onkrar serstakar
umstøður, sum gera, at hitaviðgerðin av
hávanda súrløgu aftur verður eitt krav, leggur
hon aftrat.
Fyribyrgja útbreiðslu
Tað var, tá ILA herjaði tíðliga í hesi øldini - ser
liga í 2003 og 2004, og nógvur alifiskur doyði
- at neyðugt varð við einum virki, sum kundi
taka ímóti og samstundis fyribyrgja útbreiðslu
av smittu.
- Tað primera er, sigur Annvør Jacobsen, at
Salmon Proteins tekur ímóti allar súrløgu, sum
kemur frá alibrúkum, kryvjivirkjum og fram
leiðsluvirkjum kring landið. Vit taka stutt sagt
ímóti øllum, sum er eftir, tá framleiðslan - ella
heili fiskurin - er farin av landinum.
Salmon Proteins byrjaði sum ein verkætlan
í samband við ILA, umframt at Føroyar eisini
gjørdu eina veterinera avtalu við ES.
Síðan virkið á Eiði byrjaði at taka ímóti,
hevur úrdrátturin verið útfluttur, serliga til
Noregs og Danmarkar.
Prísur fæst fyri lágvanda súrløgu, men tað
skal gjaldast fyri at sleppa av við hávanda.
Føroyskir bóndur hava eisini fingið burtur
av hitaviðgjørdari hávanda súrløgu til taðing,
og soleiðis fingu teir 1000 tons í fjør, men
hetta letur seg ikki gera, nú eingin hitaviðgerð
er fyribils.
Tað er ikki loyvt at endurvinna hávanda
súrløgu (bólkur 2) sum fóður, og tí fer hetta til
okkurt slag av biogassi.
- Bólkur 3, sum er lágvanda súrløga, verður
eitt nú endurvunnið sum olja, proteinir og
minka-og smágrísafóður, men hetta verður ikki
endurvunnið aftur til alifóður á sjónum, sigur
Annvør Jacobsen, stjóri á Salmon Proteins á
Eiði.
Fakta
Felagið Salmon Proteins
bleiv stovnað av alivinnuni
í 2001, og í november 2002
stóð bygningurin á Eiði
klárur at taka í nýtslu.
Endamálið hjá fyritøkuni er at
savna alt slógv frá alivinnuni
í Føroyum á einum staði.
Eftir at alivinnan vaks, og sjúka
sum ILA seinni herjaði, sást,
at tørvur fór at vera á einum
uppsamlingsstaði til laksaúrdrátt.
Annvør Jacobsen byrjaði sum skrivstovufólk hálva tíð á Salmon Proteins og endaði sum stjóri tvey ár seinni. - Eg havi hug at siga “umskylda”, tá onkur spyr, hvør er stjóri á Salmon
Proteins, sigur Annvør Jacobsen brosandi
Súrløgan frá laksavinnuni verður
býtt upp í tveir bólkar, hávandað
og lágvandað, har nøgdirnar av
lágvanda gjarna eru nógv størri