Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-25, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. januar 2018síða 48

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vinnublaðið hjá miðlahúsinum 24 januar 2018 26 Hans Jákup Mikkelsen Føroyar hava havt uppboðssølu á Toft­um í mong ár. Og hon hevur ver­ið góð til at selja fiskin, men upp­ boðs­sølan hevur samtíðis togað tenn­ir­nar úr øllum flakavirkjum, og hava tey ikki megnað at tjena pen­ ing. Kappingin hevur gjørt, at einki av­kast er til virkini, og tí kunnu tey hvørki gera íløgur í at byggja sær eitt betri navn á marknaðinum, ella at halda virkið og útgerðina við líka. Ein orsøk er sjálvsagt, at út­lend­ ingar bjóða á somu uppboðssølu, og minnir uppboðssølan føroysku flaka­virkini hvønn dag á at gevast, tí út­lendsk flakavirkir megna at gjalda ein hægri prís. Tey eru í lág­løn­ar­lond­ um og gjalda tí eina nógv lægri hýru. Á tann hátt eru tey kappingarførari enn føroysk flakavirkir, og tí áttu øll før­oysk flakavirkir at verið stongd. Tá hugt verður eftir traditionellu fiska­sløgunum, tosk, hýsu og upsa, skal und­irstrikast, at upsi ikki verður seldur uttanlands, men verður virk­ að­ur á føroyskum flakavirkjum. Men tá talan er um tosk og hýsu, fer meg­ in­part­urin av landinum óviðgjørt. Bæði í feskum og frystum líki. Av tí at toskurin verður seldur av land­i­num heilur, hava flakavirkini ong­an fyrimun longur, tí um tú selir ein føroyskan tosk framleiddan í Pol­ en ella í Føroyum er fyri so vítt líka­ mik­ið. Ávís reiðarí hava ment sína sølu av heilum fiski uttanlands. Hesi reiðarí ynskja at tekkjast út­lendskum flakavirkjum og ynskja sjálvi at byggja sær eitt navn millum hesi. Eisini skal sølan uttanlands onk­un­ staðni prógvað virði á tí sølumanni, sum nú einaferð er í starvi hjá hesum reið­ar­íi. Um hugt verður eftir alivinnuni sæst, at til ber at byggja sær eitt navn, sum gevur ein eykaprís. Eitt mið­víst arbeiði varð gjørt á øllum ali­fyritøkunum at betra góðskuna av sjálvari vøruni, at skapa neyðuga umtalu millum rættar kundar og til síðst at krevja ein hægri prís. Hetta fær føroyska flakavinnan ikki gjørt, sum vinnan er skipað. Til tess krevst, at flakavinnan hevur trygg­a atgongd til rávøru. Og so er neyð­u­gt, at sami hugsunarhátturin um sam­an­hald og felags boðskap er mil­lum føroysk flakavirkir, eins og tað var millum føroyskar alarar. Eisini krevst, at flakavinnan verður kapp­ing­arfør, tí tað kostar pening at byggja sær eina góða framleiðslu og eitt gott navn á marknaðinum. Fyri at megna tað, skal fiskimálaráðharrin leggja tekniskar forðingar, sum ger flaka­virkini kappingarfør. Orðið kappingarføri verður ofta brúkt. Tað merkir bara at hava um­ støð­ur og amboð, sum setir teg ájavnt ella betri enn hann, tú kappast við. Eitt føroysk flakavirki rindar áleið 4 kr/kg í løn til at viðgera fiskin. Út­ lendsk flakavirkir, sum kappast verð­ ur við um føroysku rávøruna, rinda 0,80 kr/kg í løn. Hetta er or­søk­in til, at útlendsk flakavirkir eru kapp­ing­a­ r­førari at keypa føroyska toskin. Tey kunnu gjalda 3 kr/kg meira enn før­ oysku flakavirkini. Føroysk flakavirkir gjalda sum sagt áleið 4 kr/kg í løn. Um vit siga, at ein føroyingur rindar helvtina av inntøkuni í skatt, merkir tað, at 2 kr/ kg høvdu verið goldið sum inn­tøku­ skattur. Hetta merkir, at tá fiskurin verður send­ur av landinum óviðgjørdur, miss­ir tað almenna hesa skatta­inn­ tøku. Um reiðarí rinda 2 kr/kg í til­ feing­is­skatti, tá fiskur verður send­ur av landinum óviðgjørdur, eru tey før­ oysku flakavirkini javnsett ella kapp­ ing­ar­før, og føroyska samfelagið fær sam­tíð­is sín part av inntøkuni. Argumentið ímóti hesum er, at virðisskapanin minkar, tá eitt avgjald verð­ur álagt. Og at arbeiðspláss vera skapt á landi í Føroyum bygd á studn­ing, tí reiðarí verða tvingað til at av­reiða til føroysk flakavirkir, annars skulu tey gjalda tilfeingisskatt. Hýr­an Altjóðagerðin klórar ey – Flakavirkini hava havt tað sera trupult í mong ár. Orsøkin er, at kappingin um rávøruna er o kappingarfør ímóti útlendskari flakavinnu. Tað skrivar Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Meiningar og kjak