Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-25, síða 49
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. januar 2018síða 49

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vinnublaðið hjá miðlahúsinum 25 januar 2018 26 til manningina og avkastið til reið­ar­ an lækka. Hesi argument eru røtt. Hinvegin er hetta ein háttur at breiða tilfeingisrentuna runt Før­oy­ar. At flakakvinnur eisini fáa lut í tí virð­ is­skap­an, sum fiskivinnan skapar. At sjó­mað­urin fer nakað niður í hýru fyri, at flaka­kvinnan kann fáa sín part. Búskaparfrøðingar eru ímóti slík­ um tekniskum forðingum, tí teir siga, at tað er betri, at hesar flakakvinnur finna sær okkurt annað at gera. Um tørv­ur er á, at tær arbeiða á einum ell­is­heimi, skulu tær heldur gera tað, tí tá er størri tørvur á at passa gomul fólk enn at skera flak á einum flaka­ virki. Hetta er eisini rætt. Avbjóðingin er, at vit í Føroyum skulu skapa so høg virðir sum tilber við tí til­feingi, vit einaferð hava, men skulu sam­tíðis ansa eftir, at hesi høgu virðir vera so javnt býtt sum tilber. Frælsi og javni. Tvey mót´­sig­ andi orð. Samgongan ætlar at brandskatta fiskivinnu­fyritøkurnar fyri at javna inn­tøkuna millum føroyingar. Pol­ itiskir leiðarar hava sagt, at vin­n­ing­ urin skal býtast soleiðis, at landið fær 70% og reiðaríið 30%. Eftir hesum leisti er skilabest, at øll flakavirkir stongja, tí nógv væl­ lønt arbeiðspláss verða stovn­að í tí almenna við øllum tí pen­ingi, sum verður tikin inn frá fiski­vinnu­fyri­ tøku­num. Og flakavirkini verða ikki kapp­ingarfør at skaffa sær starvs­ fólk, tí starvsfólkini fáa bæði betri løn og støðugari arbeiði í tí almenna. Hin møguleikin er at krevja, at allur føroyskur fiskur verður fram­ leidd­ur í Føroyum. Inntøkan fer at minka hjá reiðaríum, men ríki­døm­ið verður breitt út til tey ymsu flak­a­virk­ ini, sum eru runt landi. Eg eri ógegnigur í hesum máli. Fyri­tøkan, har eg arbeiði, varðar av flaka­virk­inum í Skopun, og tað virkið mangl­ar rávøru. So ein slík skipan hevði komið væl við. Fyritøkan, har eg arbeiði, gjørdi tað møguligt, at flakavirkið opnaði aft­ur fyri trimum árum síðani, og eru 50 til 60 fólk í arbeiði har, sum hevur stór­an týdning fyri oynna. Í dag keypa vit alt á opna marknaðinum, og megna vit ikki at tjena pening. Í fjør var tað frægasta árið hjá okkum, síðani vit byrjaðu, og stóð tað so nøk­u­lunda upp og niður. Hini bæði und­anfarnu árini høvdu vit hall. Neo-klassiska búskaparfrøðin, sum flest allir føroyskir bú­skap­ar­ frøð­ing­ar blint fylgja, sigur, at vit skulu hava kapping, tí so fara tey dugna­lig­astu at vinna kappingina, og skapa tey dugnaligastu størst virði. Tá verða Føroyar so ríkar, sum tær yv­ir­høvur kunnu verða. Tey ó­dugna­ligu tapa kappingina og fella frá. Føroyingar vera býttir uppí vinn­ arar og taparar. Hendan búskaparfrøðin tekur ikki hædd fyri, hvussu virðini verða býtt í sam­fel­agnum. Fyri so vítt kann alt enda hjá einum persóni, og tað hevur ongan týdning fyri bú­skap­ar­ frøð­ing­in, soleingi Føroyar hava bú­ skap­ar­vøkstur. Búskaparfrøðingurin byggir síni arg­u­ment á klassiska javnvág. Prís­ur­in á øllum verður altíð á ein­ ari javnváð millum útboð og eft­ir­ spurn­ing. Um eitt nú arbeiðsloysi er, minka lønirnar inntil arbeiðsgevarin aft­ur heldur, at tað er skilagott at seta viðkomandi í starv. Hendan bú­ skap­ar­frøðin sigur, at marknaðurin sjálv­ur finnur eina loysn á einum og hvørj­um trupulleika. Hetta merkir, at flakakvinnan skal játta at arbeiða á einum flakavirki fyri 40 kr um tíman eins og tær gera í lág­løn­ar­londum. Á tann hátt fáa vit tosk­in aftur til virkingar á føroyskum flaka­virkj­um. Men hetta er jú ikki møgu­ligt, tí fakfeløgini siga nei. Altjóðagerðin (Globaliseringin) er síð­ani svarið. Fríur handil um land­a­ mørk er ein treyt fyri tí, og tollfrítt er at selja til ES. Flutningskostnaðurin er eisini sera lágur bæði tí, at flutn­ ings­fel­øg­ini hava ment seg so nógv, men eisini tí, at manningarnar sleppa und­an skatti, og eru tí bíligar. Altjóðagerðin ger, at framleiðslan al­tíð flytir, har tað er bíligast at fram­ leiða. Hetta ríkar tey sum eiga fyr­i­ tøk­ur­nar, tí alt verður bíligari, og hetta trýst­ir lønarlagið niður hjá tí vanliga fólki­num. Lønarlagið má vera lágt fyri, at hesi lond kunnu tekkjast hes­ um fyritøkum. Á hendan hátt flytir al­tjóð­a­gerð­in ríkidømið til tey ríku. Altjóðagerðin hevur verið týdn­ ing­ar­mikil fyri at geva vanliga brúk­ar­an­um atgongd til alskyns bílig­ar vørur. At tað ikki eru toll­for­ ð­ingar, sum skulu avgera, hvørji arbeiðspláss eru, men prod­uk­ti­v­i­tet­ ur­in eina. Altjóðagerðin viðførir tí, at før­oy­ i­ngar kunnu innflyta alskyns vør­ur bíligari, sum eisini hækkar livi­støðið hjá tí einstaka. Tú kanst siga, at altjóðagerðin er góð fyri brúk­aran, men kann vera ein bági fyri ar­beið­ aran, um hann ikki megnar at um­ stilla seg. Og vit eru øll bæði – ein brúkari og ein sum selir sína arbeiðs­ megi. Marknaðurin veksur javnt og samt, og eftirspurningurin eftir mat­ vør­um eisini. So príshækkingar og eyka­inn­tøkur, sum koma, fara til arbeiðs­gev­aran og ikki til vanliga fólkið. Ein háttur at minka altjóðagerðina er at leggja tekniskar forðingar fyri út­flutn­ingi av fiski. Ein annar háttur er at tillaga ar­ beiðs­meg­ina, har arbeiðsgevarar rinda skatt, so almenn arbeiðspláss kunnu skapast til tey fólk, sum somu per­són­ar hava sagt úr starvi, tí teir hava flutt flakavirkini í onnur lond. yguni úr flakavinnuni ov hørð. Føroyska flakavinnan er ikki Harvest í tíðargreinini í dag Eitt føroysk flakavirki rindar áleið 4 kr/kg í løn til at viðgera fiskin. Út­lendsk flakavirkir, sum kappast verð­ur við um føroysku rávøruna, rinda 0,80 kr/ kg í løn. Hetta er or­søk­in til, at útlendsk flakavirkir eru kapp­ing­a­r­førari at keypa føroyska toskin. Tey kunnu gjalda 3 kr/kg meira enn før­oysku flakavirkini Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum. Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni, sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú. Hans Jákup Mikkelsen stjóri Marine Harvest Av tí at toskurin verður seldur av land­i­num heilur, hava flakavirkini ong­an fyrimun longur, tí um tú selir ein føroyskan tosk framleiddan í Pol­en ella í Føroyum er fyri so vítt líka­mik­ið, sigur Hans Jákup Mikkelsen