Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-25, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. januar 2018síða 50

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 26 januar 2018 26 Mildrið Jacobsen Birgit Stakksund byrjaði í starvi hjá Postverki Føroya tann 21. november 1977. Tíggju dagar seinni byrjaði Birgit Viderø Gunnarsson eisini at arbeiða hjá postverkinum, sum í 2009 fekk nýtt búmerki og broytti navn til Posta. Í umleið 20 ár hava tær arbeitt saman í bókhaldinum. - Vit hava verið við Posta at kalla allan vegin. Post­verkið varð yvirtikið tann 1. apríl í 1976, og vit byrjaðu báðar at arbeiða her árið eftir. So vit hava fylgt við Posta, og hava upplivað allar tær broyt­ingarnar, sum hava verið. Tað hevur verið ein sera spennandi tíð, greiða tær báðar frá. Birgit Stakksund hevði arbeitt í nógv ár í bókhaldinum, áðrenn Birgit Viderø Gunnars­ son tók við sum roknskaparleiðari síðst í níti­ár­ un­um. Báðar eru samdar um, at tær hava einki mist við ikki at hava roynt at verið á øðrum arbeiðs­plássum. - Eg kundi ikki hugsað mær tað øðrvísi, sigur Birgit Stakksund, sum vísir á, at hon hevur eitt avbjóðandi starv. Birgit Viderø Gunnarsson er púra samd. Hon sigur, at hennara starv er sera fjølbroytt, og at hon tímir ikki at skifta starv bara fyri at skifta. - Rákið hevur verið, at mann skal ikki sita í sama starvi ov leingi, tí so steðgar mann upp. Men tað nýtist mann ikki. Tað ber væl til at mennast eins væl, hóast mann er á sama arbeiðs­plássi, siga tær báðar. Tær halda eisini, at allar broytingarnar, sum hava verið, hava gjørt arbeiðið spennandi, og tær kenna seg avgjørt ikki afturúrsigldar. Báð­ ar vísa á, at Posta hevur ikki staðið í stað, men fylgir við tíðini, og at tey eitt nú eru sera fram­ komin innan tøkni. Úr realskúlanum til postverkið Birgit Stakksund, sum er uppvaksin í Havn, byrjaði at arbeiða á posthúsinum í mið­ býnum, tá hon var 19 ára gomul. Hon hevði realskúlaprógv, og tók seinni handils­skúla­ prógv. Hon arbeiddi eisini á Postgirostovuni, áðrenn hon fekk starv í bókhaldinum, har hon hevur arbeitt tey seinastu 35 árini. Birgit Viderø Gunnarsson, sum er ættað av Viðar­reiði, flutti til Havnar at ganga í realskúla, og fór beinleiðis í starv á Frímerkjadeildini, tá hon var liðug við skúlan. Seinni fekk hon sær útbúgving sum postassistentur. Tann útbúgv­ ing­in er ikki til meira, men talan var um eina leiðar­a­útbúgving, sum hon varð liðug við í 1985. Tey næstu árini arbeiddi hon nógv út á bygd, har hon var eftirlitsfólk. Hon vegleiddi og grann­skoðaði, og kom runt allar Føroyar. Síðst í nítiárunum tók hon við sum roknskaparleiðari, og hon og Birgit Stakksund hava arbeitt saman í bókhaldinum síðani. Stórar broytingar Tær báðar hava arbeitt hjá fýra ymiskum stjór­ um hesi 40 árini, tær hava verið í starvi hjá postverkinum. Og broytingarnar hava verið øgi­liga stórar. Eitt nú varð allur postur skildur við hond, men hetta arbeiðið gera skiljimaskinur so væl í dag, at brøvini liggja klár at bera út, tá maskin­ an hevur skilt postin. - Í fyrstani kom eisini alt, sum skuldi gjaldast, gjøgnum posthúsið. Fólk komu á post­húsið at gjalda rokningarnar. Eisini alt tað, sum skuldi sendast, kom umvegis posthúsið, og alt, sum skuldi drekkast, kom somuleiðis meira ella minni gjøgnum posthúsið. Og so sótu vit við stórum rúgvum av pengum. Eisini høvdu vit stórar pappírsbunkar, greiða tær báðar frá, og minnast eisini, at í bókhaldinum ar­beiddu tey við kontukortum. - Nú er alt hetta burtur. Alt er á telduni, siga tær og leggja afturat, at tøkniliga er Posta sera frammar­liga í dag. Vit hava tað nýggjastu tøkn­ ina, og hon verður ment alla tíðina, siga tær. Hvørgin hevur havt trupulleikar at fylgja við tøkni­ligu menningini. Hon er komin so við og við, so tað hevur ikki verið torført hjá teimum at at seta seg inn í nýggju tøknina. Men hvat gera tey hjá Posta, nú teldubrøv hava avloyst nógv vanlig brøv, og rokningarnar verða goldnar gjøgnum netbankan? - Høvuðsuppgávan hjá Posta í dag er flutn­ ingur. Vit hava framvegis nógv brøv, og sjálvt um tey eru í minking, so eru tey framvegis ein stórur partur, og tað er Frímerkjadeildin eisini. Tað sama er galdandi fyri útbering av lýsingum. Og so hava vit eisini nógvar postpakkar, sigur Birgit Viderø Gunnarsson. - Fólk senda nógvar pakkar, og vit bíleggja nógv á netinum. Vinnulívið brúkar eisini Posta, og har hava vit onnur feløg at kappast við. Tað ræð­ur um at vera best og veita eina góða tæn­ astu, og tað haldi eg eisini, at hugburðurin er sum heild, greiðir hon frá. Helvtina færri ársverk í dag Broytingarnar innan postverkið hesi árini hava eisini havt við sær nógvar uppsagnir. Í dag eru um­leið 116 ársverk hjá Posta, og har eru úti við 200 fólk í starvi. Nógv arbeiða niðursetta tíð, ser­liga innan útbering. Tað eru fyri tað mesta ung fólk, sum bera post út tríggjar ferðir um vikuna. Birgit Stakksund og Birgit Viderø Gunnars­ son siga, at tá tað vóru flest fólk í starvi hjá Posta, vóru ársverkini helst tvær ferðir so nógv sum nú. Tær hava upplivað nógvar uppsagnir gjøgn­ um árini, og tað hevur sjálvtsagt verið hugtungt hjá starvsfólkunum. Serliga nógvar uppsagnir vórðu í tíðarskeiðinum frá 2005 til 2010. Tað hevur kanska serliga verið í tíðar­ skeið­unum við serligum rembingum innan post­verkið, at tær báðar onkuntíð hava hugt leys­liga eftir starvslýsingum aðrastaðni. Men hvørgin teirra er nakrantíð farin víðari enn til at hugsa tankan, og tær eru altíð komnar til ta niður­støðu, at um tað hendi, so tóku tær tað har frá. - Eg havi onkuntíð hugt eftir starvslýsingum, men eg havi ongantíð gjørt nakað við tað. Eg havi hugsað, at eg havi tað so gott, har sum eg Birgit & Birgit 40 ára starvsdag hjá Posta BIRGIT STAKKSUND OG BIRGIT VIDERØ GUNNARSSON BYRJAÐU BÁÐAR Í STARVI HJÁ POSTA ÁRIÐ EFTIR, AT POSTVERKIÐ VARÐ YVIRTIKIÐ Í 1976. BÁÐAR HAVA TRIVIST SERA VÆL ØLL ÁRINI, OG TÆR HAVA ONGANTÍÐ AV ÁLVARA UMHUGSAÐ AT FARIÐ Í ANNAÐ STARV