hósdagur 25. januar 2018síða 51
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
27
januar 2018 26
eri, og at eg má bara taka tað, sum tað kemur.
Tað loysir seg ikki at stúra fyri nøkrum, sum
ikki er hent, sigur Birgit Stakksund.
Støðast hjá Posta
Nógv fólk eru komin og farin hesi 40 árini, sum
Birgit Stakksund og Birgit Viderø Gunnarsson
hava starvast innan postverkið. Kortini er tað
ikki óvanligt, at fólk hava 40 ára starvsdag hjá
Posta, og tær báðar eru samdar um, at hetta er
ein ábending um, at Posta er eitt gott arbeiðs
pláss.
Birgit Viderø Gunnarsson heldur, at tað
sum heild eyðkennir almennar stovnar, at
starvsfólkini støðast sera væl, og hjá Posta
hava fleiri havt 40 ára starvsdag í seinastuni.
Nøkur koma afturat í ár og næsta ár.
- Men vit, sum eru tillkomin, fækkast
sjálvandi, og tað eru eisini nógv ung, sum
søkja starv hjá Posta. Serliga søkja tey inn
á fraktdeildina, har speditørarbeiðið er sera
spennandi, sigur Birgit Viderø Gunnarsson.
Almenn móttøka
Tey, sum hava starvsdag hjá Posta, kunnu
velja, um tey vilja hava almenna móttøku í
sambandi við dagin.
Birgit Viderø Gunnarsson var ikki í iva um,
hvat hon skuldi velja.
- Eg valdi sjálvandi almenna móttøku. Hví
skal mann grava seg niður? Nú var eitt høvi at
siga, at eg havi arbeitt her í 40 ár, og vera errin
av tí, sigur hon.
Birgit Stakksund var meira ivasom, og sigur,
at hon hevði ikki havt almenna móttøku, um
móttøkan ikki hevði verið fyri einum øðrum
starvsfelaga eisini. Hinvegin ivaðist hon ikki
í at hava almenna móttøku saman við Birgit
Viderø Gunnarsson, nú bara 10 dagar vóru
millum 40 ára starvsdagarnar hjá teimum báð
um. Móttøkan var seinnapartin í gjár.
Tær báðar greiða frá, at tey flestu starvs
fólkini velja ikki at hava almenna móttøku,
men at nakrar almennar móttøkur hava kortini
verið hjá Posta.
- Kanska vit báðar kunnu skapa fordømi og
broyta tann vanan, sum hevur verið, sigur Birgit
Viderø Gunnarsson.
Eitt øðrvísi Posta
Hvørki Birgit Viderø Gunnarsson ella Birgit
Stakksund stúra fyri framtíðini hjá Posta.
- Tá tað vóru so nógvar uppsagnir, so hugsaði
mann um, hvørjum hetta fór at enda við. Men tað
var bara beint tá, sigur Birgit Stakksund.
Birgit Viderø Gunnarsson væntar heldur
ikki, at Posta fer at hvørva í framtíðini.
- Men tað verður nokk ikki tað siðbunda
postverkið. Tað verður eitt øðrvísi postverk,
sigur hon.