hósdagur 25. januar 2018síða 54
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vinnublaðið hjá miðlahúsinum
30
januar 2018
26
Eirikur Lindenskov
Nógv fólk var og hugdi, og Ritan
varð komin úr Havn við politikarum,
fjølmiðlafólki og øðrum áhugaðum at
uppliva hesa vinnuligu stórhending.
Vit lata fyrst Sosialin greiða frá:
»Næstseinasta leygardag var
plastvirkið Marineplast í Kaldbak
sýnt blaðmonum og øðrum inn
bodnum. Henda dag varð eisini fyrsti
føroyski báturin úr plasti, ið virkið
hevur framleitt, sjósettur, og vísti
hann seg at roynast væl á sjónum.
Guttormur Djurhuus, ið hevur
leiðsluna av virkinum undir hond,
greiddi frá virkinum.
Stovnararnir vóru Kjartan Mohr,
John M. reinert og Guttormur Djur
huus. Eitt veðhald úr landsstýrinum
gjørdi, at farast kundi undir fram
leiðslu heninavegin.
Plastið, ið nýtt verður á virkinum,
er sera sterkt og haldgott. Tá tað
verður brent, kemur eingin skaðiligur
roykur.
Tað er eisini lættari at umvæla
plastbátar enn bátar úr træ. Plast
bátarnir verða gjørdir við tangum so
leiðis, at teir ikki søkka, um teir fyllast
við sjógv.
Ætlanin er eisini at framleiða
tangar á virkinum. Tílíkt er tilfarið
sera gott.
Tríggir mans starvast á virkinum í
Kaldbak, og kostar eitt fýramannafar,
sum varð sjósett næstseinasta leyg
ardag, um 3-4.000 krónur.«
Dimmalætting hevur eina heldur
longri frágreiðing:
»Leygardagin vóru gestir bjóðaðir
til Kaldbaks at hyggja at plastvirki
num, sum Kjartan Mohr, Guttormur
Djurhuus og John Mohr Reinert hava
stovnað.
Vegna felagið greiddi stjórin,
Guttormur Djurhuus, gestunum frá
søgu virkisins og ætlanum tess. Fel
agið varð stovnað 4. februar í fjør, og
ein av orsøkunum til at seta virkið á
stovn var, sami áhugi hjá luttakar
unum at stuðla ídnaðinum.
Ei heldur var tað alt ov kostnað
armikið, tá landsstýri gav virkinum
lán umframt stovnsetingarpeningin,
sum luttakararnir sjávlir hava veitt
gjøgnum partafelag. Longu á nýttár
inum var alt klárt og farast kundi
undir plast-framleiðsluna.
Lættur at viðgerast
og handfara
Treytað av teimum góðu framleiðslu
møguleikunum innan glasfipirerað
plast, var hetta evni valt at byrja
við. Eitt ótal finst av glasfipreraðum
plasti, bert tað verður sett í samand
við polyester, og er tað henda sam
anseting, sum vanliga verðu nýtt.
Tað er lætt at fáast við, tí tað kann
viðgerast í stovuhita og ikki undir
ovurtrýsti. Tá tað seinniv erður brent,
gevur tað ongan skaðiligan royk.
Skulu smábátar gerast úr slíkum
kunstevni, verða teir ikki gjørdir úr
øðrum tilfari.
Í grannalondunm okkara hava
teir enntá bygt 30 metrarar langar
trolarar úr sama evni.
Virkið í Kaldbak ætlar seinni at
fara undir tangaframleiðslu. Royndir
vísa, at teir í hinum londunum meiri
og meiri fara yvir at nýta plast-tang
ar, tí hesir forfarast ikki á sama hátt
sum oljutangarnir, vit annars nýta.
Eingin munur hevur verið á nýggj
um plasttangum og so teimum, sum
hava ligið niðurgrivnir í fleiri ár. Men
vanliga nýttu tangarnir í dag forfarast
ógvuliga skjótt, eina mesta av rusti.
Avfallið ikki vandamikið
Hvussu nógv ein bátur kostar, gjørd
ur úr glasfipurarmeraðum plasti, er
ikki ein fastur prísur. Tað kemur alt
eftir, hvussu stór serian er av sama
bátaslag.
Snýr tað seg um eina bátarøð upp
á 50, kunnu hesir gerast ein triðing
bíligari enn træbátur av sama slag.
Herafturat koma umvælingararnar,
sum kunnu sparast við einum plast
báti, meðan ein træbátur altíð skal
haldast við líka, og fáa eina stóra
umvæling á hvøjrum ári, hevur hann
staðið uppi um veturin.
Viðvíkjandi avfallinum, stendst
so at siga einki av hesi framleiðslu.
Eitt sindur verður tað tó frá hvørjum
nýgjørdum báti – ogastu kantarnir
verða skornir av og brendir. Roykurin
verður koldioxyd og vatn og er ikki
tað sama, sum tá t. d. nylon verður
brent. Eftir liggur øska.
Stórur fyrispurningur
Í løtuni arbeiða 2 mans á virkinum
umframt stjóran, men teir vóna at
fáa ein mann afturat. Tá kunnu teir
klára at gera tvey 4-mannafør um
vikuna.
Eftirspurningurin hevur ikki verið
stórur, men fyrispurningarnir hava
verið nógvir og virkið hevur longu
selt fleiri.
Ein av fyrimununum við slíkum
báti er, at her verður einki rot, hann
gisnar ikki og lekur so statt ikki.
Træbátar bæði tyngjast og gisna við
aldrinum.
Áðrenn farið verður undir at gera
slíkan bát, kann bíleggjarin velja sær
bátalit, sum hann síðani sjálvur kann
mála hann við, um tað gerast neyð
ugt,. Virkið letur tó bátin smyrja við
giftmálling undir botninum, áðrenn
tað tað letur hann frá sær, meðan
tann útvendiga málingini bert er fyri
útsjóndina.
Tyngdin á bátinum er sama sum
á træbáti í somu stødd. Sjálvt um
hann verður fullur av vatni, søkkur
hann ikki, tí lufttangar eru bygdir í
hann. Eisini er 30 pst glas í honum.
Samlaða vektin er 1,2. Strykiklassin
sammet við timbur er 1:3.
Innan militerið eru teir so smátt
farnir vyir at nýta polyesterhjálpar
í staðin fyri stálhjálmar, tí polyester
spjaðir kraftina, su stoytir ímóti.
plastútflutningur
upp á 300 mill kr
Annar av stovnaðurnum Kjartan
Mohr skipasmiðjustjóri, greiddi frá,
hví hann kom upp í felagið. Ein av
orsøkunum var, at hann hevði tokka
Leygardagurin
12. februar í 1972
var ein stórur
dagur í Kaldbak.
Hendan dagin
varð tann
fyrsti báturin,
framleiddur hjá
Marineplast á
sjógv
Fyrsti føroyski báturin úr plasti
Afturhvarv: Marineplast, februar 1972