hósdagur 25. januar 2018síða 55
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vinnublaðið hjá miðlahúsinum
31
januar 2018 26
til hesa framleiðslu vegna tann
skjótleika, hon kundi fara fram í.
Harafturat var her ein møguleiki til
at fara yvir í annað enn fisk og sjógv.
Í løgtinginum arbeiða teir við at
fáa okkurt annað á stovn, so sum
ídnað eins og onnur lond, so hann
helt alla orsøk vera til at fara upp í
slíka frameliðslu.
Skipasmiðjan kundi á henda hátt
hjálpa við at fáa gongd í, tí grundar
lagið var tilstaðar, tá ein hevði ein
kemiverkfrøðing við hondina.
Í Danmark hevði umboðsmaðurin
hjá Norsk Veritas sagt við hann um
at fara í holt við plastbátar, tí hann
helt tað mátti verið gjørligt í Føroy
um. Eisini hevði hann fingið at vita,
at Noreg útflutti fyri 300 mill kr av
plastbátum til allan heimin.
At Kaldbak gjørdist staðið var, at
her stóð eitt hús, sum nýtast kundi
til framleiðsluna og annars eisini
snikkari.
At enda vónaði Kjartan Mohr, at
virkið fór at upparbeiða bygdina, og
mundi hetta verða eitt tiltak, sum
fekk gróður.
Ein kapping millum
plast og træ
1. árið er framleiðslukapasiteturin av
markaður, men um eitt ella tvey ár
kann virkið vónandi koma at taka lut
í fiskiarímessum alla staðni. Slíkar
messur plaga at vera tíðliga á vári,
so møguleikar skuldu verið fyri at
selt føroyskar plastbátar. Eina helst
hevði virkið sett sær fyri at selja bát
ar til útflutnings, t. d. til Amerika, har
ríkmenn hava áhuga fyri teimum. Av
hesum sæst, at plastbáturin er stórur
konkurrentur til træbátin.
Virkið er í tveimum hæddum. Í
kjallaranum sóu vit, hvussu bátarnir
verða gjørdir. Har stóð ein hálvlið
ugur bátur og modellið, sum Frazer
Eysturoy hevur gjørt eftir tekningum
hjá Verland Johansen,. Hesar tekn
ingar eru gjøradt eftir uppmáting
av 120 ára gomlum fýramannafari
í Sandvík, »Skúgvurin«, sum eisini
stóð inni á virkinum.
Vit sóu, hvussu bekkurin frammi í
rong varð settur í bátin. Við eini pist
ól varð polyester sporytað á model
lbekkin og legði seg eins og tjúkt lag
av kavaflykrum omaná hann. Síðani
var polyesterið við lítlari hondrullu
rullað fastari á bekkin. Hetta storkn
aði og bekkurin var liðugur. Alt snúði
seg um nakarar fáar minuttir.
Sjálvt tólið, sum nýtt varð, minti
um stativ inni á einum laboratorium,
og var drivið við trykkluft.
Plastbátur av bakkastokki
Báturin, sum stóð liðugur á eini
aðrari hædd á virkinum saman við
gamla sandvíksbátinum, sóu vit fara
av bakka stokki. Hann var 19 føtur
langur eins og gomlu fýramanna
førini.
Komin á sjóvg beint niðri undir
virkinum, bar hann seg væl. Eftir
gomlum føroyskum sniði, varð róð
tríggjar ferðir runt við sólini og síðani
farið inn í bátahylin, har meira kyrt
var enn úti við virkið. Árarnar hevði
Hjalmar Hátún gjørt. Tær vóru nóg
so tungar helt onkur, men vakrar og
riggaðu væl til hin snotuliga bátin.
Bátarnir eru ikki bert gjørdir sum
róðrarbátar, men pláss er til at byggja
kistu niður í til páhangsmotor.
Tað er ringt at siga tann fasta
bátaprísin, hann kemur alti´ð at laga
seg efit bátarøðini, sum omanfyri
nevnt, men við tíðini skuldi prísurin
kunna hildið sær á sama príslagi
sum nú.
Ein bátur sum hesin ið fór av
bakkastokki og virkið skal gera eina
røð av, liggur um einar 4.000 krónur,
segði Guttorur Djurhuus.
Áðrenn farið var til Havnar, vórðu
gestirnir bodnir til skerpikjørt og
annað gott. Síðani takkaði Gutt
ormur Djurhuus teimum vitjandi
fyri áhugan og øllum teimumm su
hvødu veitt hjálp til at seta virkið á
stovn.«
Hendan februar-leygardagin í 1972 vístu teir á Marineplast í Kaldbak politikarum og fjølmiðlafólki, sum vóru komi við Rituni úr Havn, hvussu ein føroyskur glastrefjabátur varð bygdur.
Guttormur Djurhuus, stjóri, sæst fremstí myndini
Guttormur Djurhuus við árarnar, tá fyrsti glastrevjabáturin varð flotaður, eitt fýramannafar. Á myndini í miðjuni síggja vit Kjartan Mohr, løgtingsmann og skipasmiðjustjóra, sum
hevði sett pengar í felagið Marineplast. Ein av orsøkunum var til tess var, at hann hevði tokka til hesa framleiðslu vegna tann skjótleika, hon kundi fara fram í. Harafturat var her ein
møguleiki til at fara yvir í annað enn fisk og sjógv
120 ára gamla fýramannafarið úr
Sandvík, »Skúgvurin«, sum varð
nýtt sum fyrimynd til fýramanna
farið hjá glastrevjavirkinum,
Marineplast, í Kaldbak