Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. juli 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Seinasta leygardag tók sjó- verjuskipið Tjaldrið ein út- róðrarbát við tveimum monnum, ið skeyt fugl vest- Dýr lomvigaskot Politikommiserurin Uni Vestureið sigur, at løgregl- an ikki broytir taktikk, nú Paul Watson er farin at gera film og hevur kendar sjónleikarar við á túrinum. Løgreglan hevur eina ætlan, hvussu atsóknirnar skulu taklast og henda verður fylgd. Kommiserurin sigur, at løgreglan fylgir væl við, hvar Paul Watson og Ocean Warrior ferðast, eisini tá hann er uttan fyri føroyskan sjógv. Tað er við ringum tannabiti, at Paul Watson og Ocean Warrior hava ligið til bryggju í Lerwick hesa vikuna. Bretska skipa- eftirlitið hevur verið um- borð og kanna trygdarvið- urskifti í sambandi við, at báturin hevur so nógv ferða- fólk. Sambært Paul Watson eru tað danskir myndugleik- ar, ið hava umbiðið hetta óvæntaða skipasýn. an fyri Trøllhøvda. Um- framt at hald varð lagt á lomvigaveiði og byrsu, so fáa menninir eisini eina eina Hildin aftur Fylgir ætlan dýra bót. Sambært fugla- lógini er loyvt at skjóta lunda, lomviga og álku frá 1. oktober til 20. januar. Seint fríggjakvøldið kem- ur norska víkingaskipið Kvitserk á Havnina. Í hesum sambandi verður skipað fyri eini samkomu á bryggjuni eftir døgurða leygdargin, har Pan Fish bjóðar grillaðan laks. Víkingaskipið Kvitserk, ið hevur Ragnar Torseth Grilla á bryggjuni sum skipara, er á veg til Íslands í sambandi við 1000 ára hald fyri kristnanini. Um middagsleitið í gjár kom tyrlan hjá sjóverjuni til Havnar við einum manni, ið hevði verið á fjalli í Góðadali. Maðurin var dottin og hevði løstað beinið. Mikudagin varð boð eftir somu tyrlu út í Mykines. Har var ein írsk kvinna dottin og hevði brotið fótin. Beinbrot í Góðadali JÁKUP MØRK Í blaðnum í gjár stóð at lesa, hvussu stórur tann skattligi munurin er, um íløgur verða gjørdar í føroysk ella út- lendsk virðisbrøv. Loysir seg kortini Millum annað varð í grein- ini víst á, at meðan rentu- vinningur og vinningsbýti verður skattað við 35%, um talan er um føroysk virðis- brøv, verður hetta roknað sum vanlig skattskyldug inntøka, um talan er um út- lendsk virðisbrøv. Eitt, sum ikki kom nóg væl fram í greinini, er, at hóast henda mun í avgjalds- skylduni, so kann tað kort- ini í fleiri førum loysa seg at seta pening í útlendskar íløgur. Ein teirra, sum starvast á hesum øki, er Petur Holm, stjóri í Kaupthing. Hann vísir á, at eitt nú rentan á donskum lánsbrøvum er hægri, enn innlánsrentan í føroyskum peningastovn- um, og harumframt er eing- in munur á avgjaldsskyld- uni á einum kursvinningi í hesum, so samanlagt gevur hetta eitt størri avkast, enn um peningurin er í føroysk- um peningastovnum. Verður talan um parta- brøv, er møguleikin fyri ein- um munandi avkasti mun- andi størri. Her kann talan gerast um avkast við tví- siffraðum prosentsatsum, og so ger tað minni, um skattabyrðan er tyngri. Hin- vegin er vágin við parta- brøvum sjálvsagt størri enn við lánsbrøvum. Petur sigur annars, at hóast ein liberalisering á økinum hevði verið til fyri- muns fyri virksemið hjá teimum, so er tó samdur við landstýrismanninum í fíggj- armálum, tá hesin sigur, at farast skal varisliga fram í hesum: – Sjálvt um føroysku pen- ingastovnarnir í løtuni svimja í likviditeti, so eiga vit so avgjørt ikki at gloyma tað, sum hendi síðst í 80- unum. Annars framgekk ikki av greinini í gjár, at tá talan er um partafeløg, er líkamikið, um íløgur verða gjørdar inn- an- ella uttanlands. Ógreið skattalóg At enda skal nevnast, at tað í fleiri førum tykist ógreitt í skattalógini, hvussu íløgur í íløgufeløg skulu skattast. Lóggávan tilskilar ikki serstakt, hvussu íløgur av hesum slag skulu skattast, og tí kann talan í fleiri før- um vera um tulkingar av lógini, sum gera seg gald- andi. Fyrst og fremst var tað eisini hesi ógreiðu viður- skifti, sum Karsten Hansen sipaði til, tá hann umrøddi arbeiðið hjá bólkinum, sum í løtuni endurskoðar skatta- lógini hjá vinnuni, so vón- andi verður hetta nakað greiðari, tá viðgerðin av málinum verður liðug. Uni Vestureið, politikommiserur Loysir seg hóast munin Hóast munin í avgjaldsskyldu, so kann tað koritni loysa seg at gera íløgur uttanlands gult cyan magenta svart 3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 138 - 21. juli 2000 gult cyan magenta svart Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Hjørdis Árnadóttir Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Edvard Joensen Rúnar Reistrup Dia Midjord Stefan í Skorini Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Fax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: P/F Prentmiðstøðin Sosialurin Oddagrein Saman at standa ei var okkum givið… – Vit skulu hava ein sáttmála, sum vit hava ráð at halda, siga nakrir arbeiðsgevarar í hesum døgum, nú starvsfólk á eini mat- stovu umsíðir hava gjørt vart við, at tey ikki finna seg í sera vánaligu lønarviður- skiftunum, sum flestu matstovur og gist- ingarhús í Føroym hava at bjóða sínum starvsfólkum. Í so máta mugu Føroyar vera eitt eindømi. Vit hava fleiri starvsbólkar, ið als ongan lønarsáttmála hava - og vit hava fleiri ar- beiðsgevarar, ið siga, at vit ikki skulu hava nakran sáttmála. At hetta hendir í ár 2000 ber boð um, at nógv liggur á láni í okkara samfelag - hesum samfelagnum, sum menn í løtuni geara upp til eitt sjálvstøðugt ríki; eitt land, vit sjálv hava ábyrgdina av…! Høvdu vit skrivað ár 1900, so hevði hesin veruleikin ikki verið so fjarur - men so átti ikki at verið í dag. Vit kunnu so royna at finna eina orsøk til hesa primitivu støðu: eru tað arbeiðs- gevararnir, ið eru ov harðrendir? Eru tað fakfeløgini, ið ikki kenna sína vitjunartíð? Ella eru tað Palleba og Marsanna, ið finna so í einum og øllum? Ilt er at taka dagar ímillum. Men eitt er vist, føroyingar hava megnað sera illa at staðið saman um verkafeløgini. Eitt annað er eisini vist: Føroysku verkafeløgini hava megnað illa at staðið saman - og mangan er opið kríggj millum ymsu feløgini. Vit síggja, hvussu klovningur kemur í okkurt landsfelag, sum síðani verður pettað sund- ur - alt eftir, hvørjir persónarnir eru, sum klandrast. Í øðrum londum hava tey eina landsorganisatión - LO, ið skal virka fyri áhugamálunum hjá øllum fakfeløgunum. Men hetta kemur ikki upp á tal í Føroyum, hóast arbeiðsgevararnir neyvan kunnu lastast fyri tað!!! Á Café Natúr kanst tú keypa eina øl fyri 50 krónur. Torført er at skilja, at starvs- fólkini ikki skulu forvinna meira eina eina góða øl um tíman - og sum eygleiðarar er tað sera ilt at skilja, hví arbeiðsgevarar ikki vilja veita starvsfólkum sínum rímu- ligar arbeiðsumstøður, sum aftur ber í sær nøgd starvsfólk - og hvat ynskir kundin annað enn tað? Vónandi fáa verkafeløgini borið so í bandi, at skil fæst á hesi sáttmálaleysu starvs- greinini. Okkum nýtist ikki at uppfinna tann djúpa borðiskin umaftur: Uttan fakfeløg og skipað viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum verður einki skil á arbeiðsmarknaðinum… Viðmerking: Nú SVF brúkti míni úttal- ilsi í samband við Framtaks- grunnin, íløgur og fígging av vinnulívi í Føroyum vil eg loyva mær at gera nakrar viðmerkingar um evni. Fyri at eingin skal ivast, vil eg siga, at eg meinti tað eg segði, soleiðis sum tað varð sagt, og ikki havi nak- að ímóti, at SVF brúkti míni úttalilsi. Tað hevur altíð verið trup- ult at fíggja vinnulív í Før- oyum. Og tað fer tað eisini at verða nógv ár fram í tíð- ina. Tað er ymiskt, sum kann gerast fyri at broyta støðuna, men hetta tekur tíð. Trupulleikin í vinnuni í dag er, at fólk og vinnan annars halda tað verða sam- felagsuppgávu hjá pening- astovnum, framtaksgrunni- num o. l. at lána pengar til vinnulív. Bankans pengar — okkara pengar Tað er undarligt, at fólk flest skulu verða av tí uppfatan, at tað er uppgávan hjá pen- ingastovnum og framtaks- grunninum at lána pengar til vinnuna uttan trygd, bert tí at onkur, sum kallar seg vinnulívsmann, ynskir at seta okkurt í gongd. Serliga tá eg hugsi um, at vit øll eru viðskifta fólk hjá pen- ingastovnum. Fyri at øll skulu skilja, hvat eg meini við, vil eg royna at greiða frá. Pening- astovnar umsita pengar hjá palliba o.ø. Fyri hetta skal bankin geva rentu. Fyri at hava ráð til hetta má bankin lána pengar til onkran. All- ar útreiðslur bankans skulu gjaldast av muninum á inn- lánsrentu og útlánsrentu. Íroknað hesar útreiðslur eru eisini tap av at lána til vinnulívsmenn, sum ikki gjalda lánið aftur. Tá missa peningastovnarnir pengar. Men peningastovnarnir, hvør er tað? Jú, tað er, um- framt partaeigararnir, tey sum eiga pening innistand- andi, og tey, sum hava lán og gjalda sítt lán aftur. Pen- ingastovnarnir eru noyddir at senda rokningina víðari til sínar kundar. Hetta verð- ur gjørt við at hækka útláns- rentuna og at lækka innláns- rentuna. Tað eru altíð tey, sum gjalda sítt, sum eisini gjalda fyri tey, sum ikki gjalda. Út frá hesum átti tað at verið øllum greitt, at tað ikki er til gagn hjá teimum, sum eiga pengar á bók, ella hjá teimum, sum hava lán, at peningastovnarnir lána pengar uttan at fáa teir aftur. Peningastovnar ikki at røkja samfelagsuppgávur Bankin er ein fyritøka, sum skal rekast eins og allar aðr- ar. Um peningastovnarnir ikki eru kappingarførir, fara allir pengar av landinum, og øll lán koma uttanlands frá, og tað krevur ikki nærri frá- greiðing. Tað er einki sum eitur samfelagsuppgáva hjá pen- ingastovnunum. Samfelags- uppgávur er tað, sum vit velja politikarar at røkja. Og so kunnu javnaðarmenn halda hvat teir vilja. Somuleiðis er Framtaks- grunnurin ein vinnurekandi grunnur, sum ikki er til fyri at stuðla. Framtaksgrunnur- in er ein møguleiki at útvega eginpening og/ella lán á vinnuligum grundarlagi. Onkur verður glaður fyri noktandi svar Vónandi fáa hesar reglur onkran at skilja, at tað ikki er uppgávan hjá peninga- stovnum at lána til hvat sum helst. Í hesum tíðum, tá pen- ingastovnar hava so nógvar pengar, at teir eru um at koma í neyð, trúgvi eg ikki, at tað er ein trupulleiki at fáa lán til skilagóðar ætlanir. Heldur vil eg siga, at teir, sum fáa nei, uttan iva verða glaðir fyri svarið um nøkur ár, tá eygu opnast, og teir síggja, hvussu ivasom teirra ætlan var. Fyri 15 árum síðan vóru tað fleiri, sum ikki vóru so hepnir. Eivind Jacobsen Strendur Íløgur í vinnulív Komandi sunnudag 23. juli, sum er 5. s.e. trinitatis, er árligi talvudagurin í kirkj- um okkara til Hina Før- oysku Sjómansmissiónina. Arbeiðið hjá Hini Før- oysku Sjómansmissiónini er eingin »ársungi«, og tí er tað óivað kent fyri flestu føroyingum. Hin Føroyska Sjómansmissiónin hevur eitt stórt virksemi og kunnu vit nevna nakað av tí, sum er hent seinasta árið. • Gott 400 skip og bátar hava havt vitjan av sjó- manstrúboðaranum. • Øll tey 16 »nýggju« skip- ini, sum komin eru í før- oyska flotan, hava fingið sangbøkur, andaktsbók, lestrabók, sjónbond o. a. umborð. • Møtir og andaktir hava verið hildin umborð á fleiri skipum. T.d. sjónvarpsmøt- ið umborð á Vesturvón. • 20 kvøld vitjaði sjómans- trúboðarin sjómanskvinnu- ringarnar. Hesi kvøldini vóru íalt 48 sjómanskvinn- uringar samlaðir. • Í mai mánaði upplivdu vit tað gleði, at ITF gav Sjó- mansmissiónini ein 7 per- sóns bil. Bilurin verður í høvuðsheitinum nýttur til at vitja skipini við, koyra sjó- Talvan gongur fyri sjómansmissiónini menn ørindir ella til hús, til møtivirksemi o.a. Sjómanskvinnuringarnir fáa vónandi eisini gleði av bilinum, tí tá trúboðarin vitjar tær, hendir tað við hvørt, at onkur av teimum ongan bil hevur, so tá bjóðar hann seg at koyra tær til hús. • Í mai mánaða vóru um- leið 200 kvinnur samlaðar til ta árligu kvinnustevnuna í Nesvík. • Fjúrtan dagar í juni var sjómanstrúboðarin úti á »sildafeltinum« og vitjaði nótaskipini. Hann vitjað 5 skip, og hevði møtir um- borð á øllum. Eitt sjónvarps- møti kemur at vera víst frá hesum túri. Talvudagurin til Hina Fø- roysku Sjómansmissiónina hevur stóran týdning fyri arbeiðið og er við til at fíggja ein part av arbeiði- num, sum gjørt verður. Tað er tí við takksemi, at áheitan verður send til kirkj- ufólki um ein talvudag. Hjartans tøkk fyri eina og hvørja gávu, sigur Hin Fø- royska Sjómansmissiónin. Gud signi sjófólkið og sjómansmissiónina. Bestu manningarnar mugu sleppa at umboða okkum á Scilly Oyggjunum Lítið man vera at ivast í, at róðurin framhaldandi er tjóðarítrótt okkara. Um enn fótbólturin veitir mongum viðhaldsfólki, og í hepnum førum eisini allari tjóðini, minniligar løtur, so er tað tó fyri okkum føringar nak- að heilt serstakt yvir tí, tá ið kappróðrarbátarnir við máttmiklum tøkum koma skúmandi borð um borð fram móti máli. Onkuntíð hevur tað verið havt á máli, at føringar áttu at sloppið at roynt seg í al- tjóða kappingum við nútíð- ar kappróðrarbátum. Har mugu vit tó gera okkum greitt, at kappingar á slíkum støði krevja, at kvinnur og menn sessast á róðrartóli alt árið, at ættararvurin við ár í hond tá onki fer at koma okkum til góðar, og at slík professionalisma als ikki kann fáa tann breiða fólks- liga týdning, sum róðrar- virksemið á firðum um alt landið hevur í dag. Men róðrarkapping sum tann, ið Amerada Hess veitti okkara róðrarfólki møgu- leikan at vera við í á Scilly Oyggjunum er áhugaverd fyri okkum, og úrslitini hig- artil hava eisini verið okk- um til heiðurs. Oljufelagið A.H. hevur nú latið tað upp í hendurnar á Róðrarsambandi Føroya at skipa fyri føroysku luttøk- uni í hesum altjóða kapp- ingum við gomlum 6- mannaðum róðrarbátum, og sum skilst hevur róðrarsam- bandið sett upp eina reglu- gerð hesum viðvíkjandi. Men tað, sum hoyrist og sæst um hetta í fjølmiðlu- num, fær meg at ivast, um henda reglugerð tryggjar, at tað veruliga verða bestu manningarnar, sum koma at umboða okkum í hesum kappróðri. Sanniliga unni eg av full- um huga manningini á Frúnni í Miðvági allan heið- ur fyri tað avrik, tær longu hava framt við sínum nýggja báti. Men at nr. 2 bátarnir í hvørjum bólki skulu avgera, um føroya- meistararnir á 5-mannafør- unum ella tær á 6-manna- førunum skulu umboða okkum sum róðrartjóð á Isles of Scilly, tað kennist ikki rættvíst. Her eigur enn ein kvalifikatiónskapping at fara fram í bátum av somu stødd, og sum verða mettir at vera eins góðir gongu- bátar. Sama er at siga um mans- róðurin. Argjabáturin hevur í ár aftur gjørt bragdið at vinna allar róðrarnar nú fram móti ólavsøku og hev- ur sostatt eina serstøðu mill- um bátar mannaðir við monnum. Men rættvís verð- ur avgerðin um, hvørjir menn skulu umboða okkum á Scilly, bert, um enn ein kvalifikatiónskapping fer fram millum føroyameistar- arnar á 6-mannafarinum, seks menn av 8-mannafari- num og seks av 10-manna- farinum. Ólavur Hátún