fríggjadagur 21. juli 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
5
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 138 - 21. juli 2000
Nr. 138 - 21. juli 2000
gult cyan magenta svart
gult cyan magenta svart
Fara ongantíð at
fylgja sáttmálanum
RÚNAR REISTRUP
Týsdagin sendu Føroya Ar-
beiðarafelag og Havnar
Arbeiðskvinnufelag saman
út eina yvirlýsing, har
níggju navngivin gistingar-
hús og matstovur vórðu
lagdar undir ikki at vilja
virða rættin hjá starvsfólki
at arbeiða eftir skipaðum
arbeiðs- og lønarviðurskift-
um. Orsøkin til yvirlýsing-
ina var, sambært teimum
báðum fakfeløgunum, at
meginparturin av matstov-
unum og gistingarhúsunum
í Føroyum, ikki vilja fylgja
sáttmálanum
fyri
m.a.
gistingarhús og matstovur,
sum varð undirskrivaður
millum
Føroya
Arbeiðarafelag og Føroya
Arbeiðsgevarafelag í 1999.
Men sambært formanninum
í
Gistingarhúsfelagnum,
Jeffri Johannesen, kunnu
limirnir í felagnum á ongan
hátt góðtaka hendan sátt-
málan, tí teir vórðu ongan-
tíð tiknir upp á ráð, tá hann
varð gjørdur.
– Fram til samráðingarnar
í 1999 æt sáttmálin - ser-
sáttmáli millum Føroya
Arbeiðarafelag og Føroya
Arbeiðsgevarafelag/Hotel
Vágar. Hann umfataði so-
statt bert arbeiðið á Hotel
Vágum. Undir samráðing-
unum varð hann broyttur til
at umfata arbeiðið á gist-
ingarhúsum og matstovum
sum heild, uttan at vit í
Gitingarhúsfelagnum vórðu
tikin upp á ráð, sigur Jeffri
Johannesen.
Stjórin á fundi
Stjórin á Hotel Vágum, Uni
Danielsen, sum eisini var
formaður í Gistingarhús-
felagnum um tað mundið,
var til staðar undir sáttmála-
samráðingunum.
Og sambært forkvinnuni
í Havnar Arbeiðskvinnu-
felag, Vígdis Johannesen,
umboðaði hann limirnar í
Gistingarhúsfelagnum. Hon
kallar tað tískil tvætl, tá
Gistingarhúsfelagið
nú
sigur, at tað ikki varð tikið
upp á ráð, tá sáttmálin varð
broyttur til at umfata alla
vinnuna heldur enn bara
Hotel Vágar.
Men formaðurin í Gist-
ingarhúsfelagnum stendur
við sítt.
– Táverandi formaðurin
var við undir samráðingun-
um, men hann gjørdi greitt
beinanvegin, at hann ikki
umboðaði Gistingarhúsfe-
lagið, men Flogfelag Før-
oya og soleiðis eisini Hotel
Vágar.
Sáttmálin var eitt
sjokk
Jeffri Johannesen sigur, at
eingin av limunum í Gist-
ingarhúsfelagnum eru limir
Føroya Arbeiðsgevarafelag,
og tískil fingu teir ikki boð
um at møta upp til fund um
samráðingarnar í 1999.
– Tí kom tað sum eitt
sjokk, tá vit fingu at vita, at
nú var sáttmálin millum
Hotel Vágar og Arbeiðara-
felagið broyttur til ein sátt-
mála um arbeiði á hotellum,
gistingarhúsum og matstov-
um sum heild, sigur for-
maðurin í Gistingarhúsfe-
lagnum.
Hann heldur tað vera
órímiligt, at níggju gisting-
arhús og matstovur, sum
ongantíð hava verið við til
at gjørt sáttmálan, nú verða
hongd út í eini yvirlýsing,
tí tey ikki fylgja hesum
sama sáttmála.
– Vit verða sagdir at bróta
sáttmálar og hvørt av
sínum, men vit hava ong-
antíð gjørt nakran sáttmála.
Okkurt má gerast
Formaðurin í Gistingarhús-
felagnum ásannar, at nú
málið um starvsfólkavið-
urskiftini á matstovum og
gistingarhúsum er komið
upp at venda, er neyðugt at
gera okkurt.
– Vit eru klárir yvir, at
hetta tvingar okkum til at
taka eina støðu og flyta okk-
um fram ímóti skipaðum
viðurskiftum á starvsfólka-
økinum. Eg trúgvi, at tað fer
at koma øllum til góðar, um
vit fáa ein sáttmála at ganga
eftir. Tað fer at gera alt nógv
lættari, sigur Jeffri Johanne-
sen.
Føroya Arbeiðarafelag og
Gistingarhúsfelagið
eru
altso ikki ósamd í, at tað er
brúk fyri skipaðum starvs-
fólka- og lønarviðurskift-
RÚNAR REISTRUP
7-mannabólkurin, ið umboðar 32 av landsins fak-
feløgum, boðaði í yvirlýsing í gjár frá, at hann fult
tekur undir við Føroya Arbeiðarafelag og Havnar
Arbeiðskvinnufelag í krøvum teirra til hotel, gist-
ingarhús og matstovur um at fylgja galdandi sáttmála.
Tey 32 fakfeløgini nýta í yvirlýsing síni eisini høvið
at heita á hotel og gistingarhús um at fylgja áseting-
unum í sáttmálanum. Tey vísa til, at sáttmálin tryggjar
tær sømdir, sum eru ein sjálvsagdur rættur hjá øllum
starvsfólkum.
Havnar Arbeiðskvinnufelag og 7-mannabólkurin
høvdu vóru týskvøldi á fundi, har millum annað málið
um starvsfólkauppsagnirnar á Cafe Natúr var frammi.
7-mannabólkurin
vísir sín stuðul
Limirnir í Gistingarhúsfelagnum siga seg ikki hava verið við til at gjørt sáttmálan
fyri gitingarhús og matstovur, og tí fara teir ongantíð at fylgja honum í tí líki, hann
er í nú. Men teir rætta kortini eina hond út og ásanna, at nú er tíðin komin at fáa
skipað viðurskifti í lag á starvsfólka- og lønarøkinum
um. Ósemjan liggur í sjálv-
um sáttmálanum, sum Gist-
ingarhúsfelagið sigur seg
ikki kunna góðtaka.
Gistingarhúsfelagið
ikki fakfelag
Í gjár skuldu limirnir í
Gistingarhúsfelagnum
á
fund um støðuna. Hetta var
fyrsti fundurin millum lim-
irnar, síðan yvirlýsingina frá
a r b e i ð a r a f e l ø g u n u m
týsdagin legði teir undir ikki
at virða sáttmálan.
Sum nú er, er Gistingar-
húsfelagið ikki eitt fakfelag,
men bert eitt áhugafelag. At
samráða seg til sáttmálar
fyri limir sínar, liggur tískil
ikki millum heimildirnar
hjá felagnum.
Jeffri Johannesen segði í
gjár, at tað ikki var óhugs-
andi, at Gistingarhúsfelagið
nú fer at gerast eitt fakfelag,
sum kann taka samráðingar
upp við onnur fakfeløg og
kanska fáa í lag ein annan
sáttmála.
Sambært formanninum í
Gistingarhúsfelagnum fara
limirnir í hvussu er ikki at
ganga undir verandi sátt-
mála.
– Vit yvirliva ikki at
fylgja hasum sáttmálanum,
tí hendan vinnan hevur so
lítið av pengum, at verandi
sáttmáli máðar støðið undan
okkum, um vit fylgja hon-
um.
Stendur tað til limirnar í Gistingarhúsfelagnum, fara starvsfólk í matstovu- og hotelvinnuni ongantíð at fáa løn
sambært galdandi sáttmála. Men at tey í framtíðini skulu arbeiða sambært skipaðum viðurskiftum, tykjast øll at
vera samd um.
Tilvildarlig mynd
RÚNAR REISTRUP
Sersáttmálin millum Føroya
Arbeiðarafelag/Havnar
Arbeiðskvinnufelag og Før-
oya Arbeiðsgevarafelag fyri
arbeiði á hotellum, gisting-
arhúsum, matsovum v.m. er
kanska tann bíligasti sátt-
málin millum Føroya Ar-
beiðsmannafelag og Føroya
Arbeiðsgevarafelag, ið er
galdandi í løtuni.
Hetta sigur forkvinnan í
Havnar
Arbeiðskvinnu-
felag, Vígdis Johannesen.
Grundlønin hjá starvs-
fólki á matstovum og gist-
ingarhúsum er sambært
sáttmálanum tann sama,
sum høvuðssáttmálin mill-
um Føroya Arbeiðarafelag
og Føroya Arbeiðsgevara-
felag ásetur. Í løtuni er hesin
satsur 83 krónur og 72 oyru
um tíman.
Verður arbeitt uttan fyri
vanliga arbeiðstíð, ið er
tíðin millum klokkan 8.00
og 17.00, ásetur sáttmálin,
at viðbót skal latast afturat
vanligu tímalønini.
Her skilir sersáttmálin um
arbeiði á hotellum, gist-
ingarhúsum og matstovum
seg frá høvuðssáttmálanum
millum Arbeiðarafelagið og
Arbeiðsgevarafelagið, við
tað at viðbøturnar fyri óvan-
ligar arbeiðstíðir eru væl
lægri í sersáttmálanum fyri
hotell, gistingarhús og mat-
stovur enn í øðrum sáttmál-
um millum fakfeløgini.
Kvøldararbeiði
gevur lítið
Sersáttmálin fyri gistingar-
hús og matstovur býtir ar-
beiðið í tíðini uttan fyri van-
liga arbeiðstíð upp í tveir
bólkar. Annar er tilrættaløgd
tíð, og hin er ótilrættaløgd
tíð.
Sambært sersáttmálanum
skal arbeiðsætlan gerast fyri
4 vikur ísenn. Hesa ætlan
skulu starvsfólk hava í
hendi í seinasta lagi 7 dagar
áðrenn hon kemur í gildi.
Er arbeiðið uttan fyri van-
liga arbeiðstíð ásett í hesi
arbeiðsætlan, verður tað
mett sum tilrættalagt ar-
beiði.
Er talan um tilrættalagt
arbeiði eitt gerandiskvøld
millum klokkan 21.00 og
24.00 skal arbeiðsgevarin
lata starvsfólkinum 2 krón-
ur og 50 oyru í viðbót. Er
talan
um
ótilrættalagt
arbeiði, er viðbótin 5 krónur
um tíman.
10 krónur jólaaftan
Fyri náttararbeiði gerandis-
dagar
millum
klokkan
00.00 og 07.00 skulu starvs-
fólkini á hotellum, gisting-
arhúsum og matstovum
hava 7,50 í viðbót fyri, um
talan er um tilrættalagt
arbeiði. Eru arbeiðstímarnir
ikki við í arbeiðsætlanini,
skulu starvsfólkini hava 15
krónur um tíman í viðbót.
Hetta er tann størsta við-
bótin, ið sáttmálin ásetur
arbeiðsgevarunum at gjalda
fyri arbeiði uttan fyri van-
liga arbeiðstíð.
Tey, ið arbeiða ólavsøku-
dagarnar, jólaaftan, 1. mei
og aðrar halgi- og merkis-
dagar, skulu sambært sátt-
málanum hava 10 krónur í
viðbót um tíman, um ar-
beiðið er við í arbeiðsætlan-
ini, og 15 krónur, um arbeitt
verður uttan at tað er til-
rættalagt í arbeiðsætlanini.
Bíligasti
sáttmálin
yvirhøvur
Sáttmálin fyri arbeiði á hotellum, matstovum
og gistingahúsum er kanska tann bíligasti sátt-
málin millum Føroya Arbeiðarafelag og
Føroya Arbeiðsgevarafelag yvirhøvur. Hægsta
viðbótin fyri arbeiði uttan fyri vanliga
arbeiðstíð er 15 krónur um tíman
JOHN JOHANNESSEN
Løgtingið, við landsstýris-
málanevndini sum amboð,
eigur at taka greiðari støður
um, hvørjar avleiðingar
mistøk hjá landsstýris-
monnum eiga at fáa.
Hetta heldur skrivarin í
grundlógarnevndini, Kári á
Rógvi, sum er útbúgvin løg-
frøðingur.
Tað er sambært Kára á
Rogvi óheppið, at løgfrøðis-
ligur kanningarstjóri verður
settur at kanna embætis-
førsluna hjá landsstýris-
manni, hvørja ferð ting-
menn halda ein landsstýris-
mann hava borið seg skeivt
at.
Kári á Rógvi heldur, at
hetta er eitt amboð, sum
tingmenn sjálvsagt kunnu
brúka, men sum teir í løtuni
brúka ov ofta.
– Tað er tingið, ið eigur
at geva landsstýrismonnum
nøs, metir tingið teir hava
borið seg skeivt at. Síðani
eigur løgmaður, sum hevur
ábyrgdina fyri landsstýrin-
um, at taka avgerðina hjá
tinginum til eftirtektar, ger
Kári á Rógvi greitt.
Alt ov nógvar
kanningar
Seinastu tíðina hava fleiri
landsstýrismenn verið við-
gjørdir í landsstýrismála-
nevndini. Millum annað er
ein kanningarstjóri í løtuni
í ferð við at kanna em-
bætisførsluna hjá Signari á
Brúnni, tá hann játtaði
Sjónvarpinum pening uttan
heimild frá løgtinginum.
Kanningarstjórin
varð
settur, eftir at 13 av tinglim-
unum heittu á løgtingsins
formansskap, um at seta ein
kanningarstjóra.
Men sambært Kára á
Rógvi er ikki neyðugt, at
eitt slíkt mál skal koma so
langt.
– Tað eigur ikki at vera
neyðugt at seta ein kann-
ingarstjóra, hvørja ferð ivi
er um ein landsstýrismann.
Tað er heldur landsstýris-
málanevndin, sum amboð
hjá løgtinginum, ið eigur at
gera løgmanni greitt, um
hon hevur álit á landsstýris-
manninum ella ikki, heldur
Kári á Rógvi.
Síðani skal støða takast
til, hvørjar avleiðingar mál-
ið skal fáa fyri landsstýris-
mannin. Hann kann til døm-
is fáa eina átalu ella missa
sessin, um hetta verður mett
neyðugt. Kári á Rógvi vísir
tó á, at tað ikki altíð er neyð-
ugt, at landsstýrismaðurin
skal missa sessin.
– Føroyskir politikarar
eiga at duga betur at skilja
ímillum gula og reyða
kortið, tá teir viðgera mistøk
hjá landsstýrismonnum, ger
løgfrøðingurin greitt.
Eigur forrættindini
Løgmaður vágar sær ikki at
tilnevna Tórbjørn Jacobsen
til landsstýrisman, tí játtan
fyriliggur ikki frá løgting-
inum til løn hansara. Men
Kári á Rógvi sigur, at for-
rættindini hjá løgmanni eiga
at viga tyngri enn játtanar-
lógin í hesum føri.
– Tingið eigur at lata løg-
mann røkja síni forrættindi.
Løgmaður eigur at kunna
tilnevna landsstýrismannin,
og síðani eigur tingið at játta
pening til lønina hjá lands-
stýrismanninum
seinni,
sigur Kári á Rógvi.
Løgfrøðingurin vísir á, at
hetta er heilt vanlig manna-
gongd til dømis í Danmark.
Tingið virðir avgerðina hjá
stjórnarleiðaranum, og pen-
ingurin, avgerðin kostar,
verður játtaður.
Í Danmark er siðvenjan
tann, at fíggjarnevndin játt-
ar pengar til útreiðslur, sum
metast mugu at hava undir-
tøku í tinginum. Hetta er
galdandi sjálvt um útreiðsl-
urnar ikki hava skund. Í
Føroyum er løgd ein nógv
strangari siðvenja.
– Hendan siðveja merkir,
at sjálvt útreiðslur, sum heilt
vist verða játtaðar, formliga
skulu fyri tingið - og ikki
bert fyri fíggjarnevndina,
vísir Kári á Rógvi á.
Spurningur um
siðvenju
Hvat løgmaður enn velur at
gera í sambandi við lands-
stýrissessin hjá Tórbjørn
Jacobsen, so skapar hann
fyridømi í føroysku stýris-
skipanini.
Kári á Rógvi vísir á, at
um løgmaður velur at taka
tað politiska stigið at nýta
sína løgfrøðiligu heimild at
seta
landsstýrismannin
beinanvegin, so er tað upp
til løgtingið at reagera.
– Tingið kann velja at góð-
taka sum siðvenju í Føroyum
at landsstýrismaðurin fyrst
verður settur, og at peningurin
síðani verður játtaður seinni.
– Tingið kann eisini velja
at vera ímóti slíkari sið-
venju og geva løgmanni
gult ella reytt kort. Gula
kortið kann vera ein ting-
samtykt ella ein átala frá
eini tingnevnd. Reyða kort-
ið er at geva løgmanni
misálit, sigur Kári á Rógvi.
Grundlógin verður
greiðari
Orsøkin til, at løgmaður
Gera ov ofta
politikk til jura
Skrivarin í grundlógarnevndini
heldur, at føroyskir politikarar eru alt
ov varnir at taka politiskar avgerðir.
Tí verður politikkurin alt ov ofta
gjørdur til juridiskar kanningar
DIA MIDJORD
Á politistøðini í Havn eru
tey klár at taka ímóti ólav-
søkugestunum. Peter Poul-
sen, varapolitiinspektørur,
sigur, at tað lættir munandi
um arbeiðsbyrðuna, um
veðrið er gott á ólavsøku.
Og er veðrið ringt, so er
váttligt á politistøðini í
Havn.
– Tað ber ikki til hjá okk-
um at lata avdottin fólk
liggja og sløðast í ringum
veðri. Er veðrið ringt hava
vit nógv fleiri vitjanir, sigur
Peter Poulsen.
Hann sigur, at góða veðrið
fyri ein stóran part ger ar-
beiðið hjá teimum lættari.
– Er onkur avdottin í góða
veðrinum og ikki beinleiðis
liggur til hindurs, so ber til
at lata henda persónin sova
víðari.
20-30 gestir
Veðrið hevur nógv at siga,
hvussu stórt ella lítið talið
av vitjandi er um ólavsøk-
una. Men vanliga liggur
hetta tal eina staðni millum
tjúgu og tredivu persónar.
– Vit hava bert fýra kliv-
ar, so tað kann gerast trongt
á ólavsøku, um stevnuveðrið
er vánaligt.
Peter Poulsen leggur aftr-
at, at løgreglan hevur nógvar
aðrar uppgávur enn bert at
koyra runt og samla saman
avdottin fólk.
– Telefonirnar ganga heit-
ar á ólavsøku og nógv fólk
kemur á gátt. Eisini hjálpa
vit til við fleiri tiltøkum, sum
súkkling, skrúðgongu og
øðrum.
Samanumtikið
heldur
Peter Poulsen, at ólavsøkan
er friðarlig.
– Tá vit hugsa um, at so
nógv fólk eru saman og so
nógv verður drukkið, tá
mugu vit siga, at talan er um
friðarligar ólavsøkur.
Men skuldi okkurt álvars-
ligt hent, so eru tey klár á
politistøðini. Eins og undan-
farin ár kemur styrkur av
bygd, so tey verða hálvaaðru
ferð so nógv, sum tey eru
vanligar dagar.
Á Politigarðinum vóna tey, at tað
verður turt á ólavsøku. Hetta lættir um
arbeiðsbyrðuna, tí avdottin fólk koma
fyri seg aftur, um tey fáa ein blund
Avdottin
fáa frið í
góðveðri
Kári á Rógvi, løgfrøðingur, heldur, at løgtingið eigur at
taka greiðari støður um, hvørjar avleiðingar mistøk hjá
landsstýrismonnum eiga at fáa
ikki vágar sær at tilnevna
Tórbjørn Jacobsen sum
landsstýrismann, tí tingið
ikki hevur játtað pening til
løn hansara er, at stýris-
skipanarlógin í einum føri
gevur løgmanni rætt til
hetta, men í øðrum føri sig-
ur, at hann skal hava játtan
frá løgtinginum.
Í grein 27, stykki 2, í
s t ý r i s s k i p a n a r l ó g i n i
stendur, at tað er løgmaður,
sum ásetur, hvussu nógvir
landsstýrismenn skulu vera
í landsstýrinum. Og eisini
er tað løgmaður, sum ti-
lnevnir landsstýrismennin-
ar.
Men hin greinin, nevni-
liga grein 43, stykki 2, sigur,
at eingin útreiðsla má verða
goldin, uttan so, at heimild
er fyri henni í galdandi
fíggjarlóg, ella aðrari játt-
anarlóg, tá ávíst verður.
Slíkar mótsagnir ætlar
grundlógarnevndin sær at
lúka burtur í grundlógini,
hon í løtuni arbeiðir við at
gera.
Kári á Rógvi sigur, at
grundlógarnevndin er so
mikið heppin, at hon hevur
stýrisskipanarlógina at taka
støði í, tá hon ger grundlóg-
ina, og tí kann hon bøta um
trupulleikarnar, sum eru í
stýrisskipanarlógini.
Hetta fer tó ikki at loysa
spenningin, sum altíð er
millum stjórn og ting. Men
kortini roknar Kári á Rógvi
við, at grundlógin hevði
gjørt, at vit sleppa undan
øllum kanningunum, sum
nú í heilum verða gjørdar
av landsstýrismonnum. 29
29
ALT TRANSIT
í hvítum niðursett:
Draktir – Jakkar
Buksur – Niðurdeilar
Blusur – Kjólar
30-50%
Tr ndarg¿tu
tel. 31 82 00
ella 21 81 99