Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. juli 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í heyst ver›ur skjøtul settur á n‡ggjar útbúgv- ingar á Føroya Handilsskúla. At byrja vi› í smærri pørtum, men vi› ætlan um eina stø›uga ví›kan av tilbo›num Jákup Mørk Føroya Handilsskúli hevur seinastu 10-15 árini havt eina stø›uga og mi›vísa menning, har útbúgvingar- førleiki skúlans er øktur alsamt. Sostatt ber í dag til at taka hópin av ymsum skei›um hjá skei›tænastu skúlans, umframt at eisini ber til at taka HD prógv á sta›num. Oljuútbúgving Nú er so ætlanin, at útbúgv- ingartilbo›ini skulu økjast enn meira, og í heyst ver›ur skjøtul settur á fyrsta partin av eini n‡ggjari oljuútbúgv- ing. Útbúgvingin er li›ur í ar- bei›inum hjá oljuútbúgv- ingarsamtakinum, og til tess at ney›ugi serkunnleikin skal vera vi› í ætlanini, ver›ur útbúgvingin gjørd í samstarvi vi› BI handilshá- skúlan í Stavanger. BI var upprunaliga ein vinnubúskaparligur skúli, men vi› tí›ini er hesin út- bygdur, og millum anna› er skúlin millum fremstu skúl- arnar í Noregi, tá umræ›ur oljuútbúgvingar. Stavanger hevur jú sí›ani sekstiárini veri› høvu›sb‡urin í norsk- ari oljuvinnu, og tí er vi› tí›ini uppbygdur ein stórur serkunnleiki á júst hesum øki. Tillaga› samfelagnum Seinastu dagarnar hava so tey bæ›i, Sigmund Rosnes og Ingvil Smines Josdal, veri› í Føroyum, har tey saman vi› umbo›um frá Handilsskúlanum hava lagt fyrstu partarnar av útbúgv- ingini til rættis. At ta› júst eru hesi bæ›i, sum eru á føroyavitjan, er so avgjørt ikki av tilvild. BI hevur sum vera man eitt ótal av útbúgvingar- og skei›s- tilbo›um, og flestu av hes- um ver›ur roynt at geva luttakarunum eina brei›a vitan innan ymisk øki. Um- framt hetta, so lata tey eisini sonevnd skræddaraseyma› skei›, sum kanska bert eru ætla›i einum parti av vinn- uni, ella onkrum ávísum øki, og hesum partinum av arbei›inum stendur Ingvil fyri. Sostatt er ætlanin, at út- búgvingar- og skei›stilbo›- ini, sum vera í Føroyum, skulu vera mi›víst tillaga › teimum serføroysku vi›ur- skiftunum, sum eru gald- andi í Føroyum. Í hesum sambandi er sjálvsagt ney›ugt, at vinnan ver›ur tikin vi› upp á rá›, og ta› er í hesum sambandi, at Sigmun Rosnes er aktu- ellur. Tilkn‡ti hansara til IB er nevnliga, at hann av og á heldur fyrilestrar av ymsum slag. Dagliga starvast hann sum lei›ari hjá japanska oljufelagnum, AEDC, sum hevur deild í Noreg. Hann hevur ígjøgnum nógv ár fingi› drúgvar royndir um, hvussu skúli og vinnulív kunnu samskipast. Tey bæ›i grei›a frá, at ta› er av alstórum t‡dningi, at útbúgvingartilbo›ini ver›a tillaga›i samfelagnum, har ta› fyrst og fremst er ætlan- in, at tey skulu n‡tast. Sosatt eru umbo› fyri vinnuna eisini vi› í fyrireikingar- arbei›inum. Tó merkir hetta ikki á nakran hátt, at talan er um somiki› serstakar loysn- ir, at hetta ikki kann n‡tast í samband vi› ví›ari lesna a›rasta›ni. Ví›ka útbúgvingina Ein partur av teimum til- búgvingum, sum skulu ger- ast, nú ein føroysk oljuvinna eftir øllum at døma stendur fyri framman, eru tey so- nevndu HMS-krøvini. Hetta eru krøv vi›víkjandi, heilsu, umhvørvi og trygd, sum ver›a sett eini oljuvinnu. Føroya Handilsskúli hev- ur fingi› til uppgávu at skipa fyri útbúgving á hes- um økinum, og hetta ver›ur eisini ta› fyrsta, sum fari › ver›ur í holt vi›, sigur Ragnar Magnussen, stjóri á Handilsskúlanum. Somulei›is hevur BI fing- i› hesa uppgávu í Noreg, og tí kann hesin partur av n‡ggju útbúgvingini fara í holt rættuliga skjótt. Hetta tí krøvini hjá norsku og før- oysku myndugleikunum ivaleyst fara at líkjast nógv á hesum øki. Arbei›i› vi› hesum er longu komi› naka› ávegis, og mi›a› ver›ur eftir, at fyrsta kunningin hesum vi›víkjandi ver›ur sam- stundis, sum avgerin um fyrsta útbjó›ingarumfar ver›ur kunngjørd. Fyrstu skei›ini ver›a so ætlandi hildin seinni í heyst. Upp á longri sikt er ætlan- in, at talan skal gerast um eina rættuliga útbúgving, møguliga sum partur av eini BA, men fyri fyrst ver›ur talan í størstan mun um skei› av ymsum slag, sum tó eisini geva stig til fram- tí›ar útbúgvingar. Ræ›ur um at vera vi› Í hesum sambandi sigur Sigmund Rosnes, at ta› er av alstórum t‡dningi, at virkir, sum kunnu gerast partur av eini møguligari oljuvinnu, hava starvsfólk vi› ney›uga førleikanum. Í hesum sambandi ver›ur ikki bert hugsa› um tey virki, sum beinlei›is ver›a partur av vinnuni, men so at siga alt ta› virksemi, sum á einhvønn hátt er avleitt av oljuvinnuni. Samstarv bá›ar vegir Sum nevnt, so hevur BI al- stóran førleika at lata Hand- ilsskúlanum, men talan ver›ur als ikki um naka› einvegis samstarv. Tey bæ›i, Sigmund og Ingvil, siga seg vera ovfarin av, hvussu nógv Handils- skúlan hev›i at bjó›a. – Ikki tí, vit vóru beinan- vegin áhuga, tá Handils- skúlin setti seg í samband vi› okkum, tí vit mi›ja› eft- ir at hava ein altjó›a skúla, sigur Ingvil. Hon leggur tó afturat, at samstarvi› so av- gjørt ikki tykist minni spennandi nú, tí umframt at vera eitt samstarv tvørtur um landamørk, síggja tey nú eisini stórar møguleikar í at læna føreika og serkunn- leika frá hvørjum ø›rum. Lesa um olju á Handilsskúlanum Seinastu dagarnar hava tey tr‡, Sigmund Rosnes, Ragnar Magnussen og Ingvil Smines Josdal, fundast dúgliga um, hvussu n‡ggja útbúgvingin skal skipast mynd: Jens Kr. Vang 6 7 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 138 - 21. juli 2000 Nr. 138 - 21. juli 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart ORÐ OG MYNDIR: EDVARD JOENSEN Við Bursatanga liggur sluppin Norðlýsið klár at fara útferð við ferðafólki, sum ætlar at uppliva eitt før- oysk summarkvøld á floti. Vit eru í fyrstu viku av juli mánaða. Veðrið er av tí besta, tú fært í Føroyum. Sólin stendur høgt á luftini, einki skýgg á himmalinum, og bert eitt fleyr, soleiðis, at flaggið í mesanmastrini so dánt stendur frá. Tey flestu eru longu kom- in. Einir tríggir danir. Út- gjørdir til ferðina í skips- troyggju og við teimum tunnu oljuklæðunum í hondini. Hvat ryggsekkirnir goyma, er ikki til at meta um, men teir síggja reiðiliga fyltir út. Kikara og fototól hangandi um hálsin. Jú tey hava gjørt seg út og ætla at fáa nakað burturúr. Týskararnir eru sum van- ligt nágreiniliga fyrireikað- ir. Umframt somu útgerð- ina, sum danirnir, hava teir bæði proviant og kort. Iva- leyst hava teir eisini GPS og fartelefon í ryggsekkin- um. Mær rennur í hug hina ferðina, vit skuldu fara at skjóta við trýbekkinum hjá abbanum. Abbin var vorðin gamal og kom ikki við. Men tað var næstan ikki endi á allari útgerðini, havast skuldi við. Har var ongin slingur í valsinum. Tá farið varð á flot, visti ein ikki, nær komið varð aftur, og so skuldi einki lívsneyðugt vænta í. Og soleiðis er eisini við skipinum, vit í kvøld skulu við. Hóast skrokkurin var smíðaður í 1945, og plank- arnir sostatt eru farnir um ta hálvu øldina, er hetta als eingin aldur hjá einum træ- skipi. Aðrar sluppir, vit kenna, eru jú meira enn dupult so gamlar. Og tað, sum Tórshavnar Skipa- smiðja hevur latið úr hond- um, plagar ikki at sláa falsk- ar mentur. Men skipið er tó ikki riggað, sum tað var, tá tað varð flotað fyrstu ferð. Í 1989 varð tað umbygt og sett í tann stand, tað í dag er í. Stór salong við 14 koyggjum, messa og maskinrúm umframt ein ka- hytt við trimum koyggjum eru undir dekki. Stýrihus er við teimum nútíðarhent- leikum, sum tíðin krevur. Saniteru viðurskiftini eru í lagi. Brúsa er umborð um- framt tvey wc. Maskinan er nýggj. Ein 200 hk. MWM varð ísett, tá skipið varð umbygt í 1989. Til ber at raka sær við 220V elektrisk- ari maskinu. Og so er bjarg- ingarútgerðin sjálvandi. Skipið hevur loyvi at hava 52 ferðafólk umborð, men bjargingarúrgerð er til heili 65 fólk. Vindleys segl Ája, tá øll eru komin, er klokkan farin einar tíggju minuttir av sjey, og vit loysa. Siglt verður við maskinuni út um grótkastið. Síðan verðu lagt stilt. Nú skulu seglini setast. Tað gongur fínt, men lotið er bara so lítið, at tað er mest við streyminum, vit flyta okkum. So tá seglini eru sett, eru vit komin suður fyri grótkastið á Argjum, og har er stilli. Sett verður so í gongd aftur og siglt út á fjørðin, soleiðis, at lýggja summarfleyrið, sum kýnir Reyninum, fær lyft eitt lítið sindur í dúkin, sum tó ikki tambast. Men nú eru vit komin út á eystfallið, so tað hjálpir eisini til. Men drúgvt man fara at vera at náða Boðanum við seglum eina. Tá tú stendur soleiðis á dekkinum á hesum stásiliga og vælhildna farinum og hyggur teg um, er lætt at skilja Jógvan í Grindavís- uni, sum helt at: » den, som ligger af lyst på land, han er vist på gale veje.« Einki ljóð hoyrist. Fólk standa sum undir lestri og hyggja at tí, sum livir í sjónum. Lundarnir eru ikki so tættir her, sum væntast kann eystanfyri. Men tað vaðar longri uppi í firðinum. Rita og terna í hópatali. Og so kom hatta beistið, skúgv- urin, og oyðilegði allan idyllin. Allastaðni er hatta og ger ónáðir. Ein donsk kona helt tað vera synd í rituni, at hon soleiðis skuldi verða sundurskrødd. Men einki er at gera við. Vit nærkast nú Boðanum, og skiparin hevur sett maskinuna í gongd, so nú líður betri eftir. Hann er eis- ini komin við nøkrum tráð- um og heldur, at vit fara at kasta beint eystur úr Stong- ini. Onkur smáfiskur fæst kanska. Komin eystur um, doyr lotið púra burtur, so hildið verður frægast bara at strika seglini. Tá tað er gjørt, eru vit komin á leið har, ætlanin var at kasta. Og skjótt renn- ur út av spølunum. Einir fimm, seks pilkar liggja í senn, men ymiskt er handa- lagið, tá heintað verður. Men hvussu er og ikki, so er ein týskari fyrstur, sum kennir. Ein fittur bronding- ur, sum verður kelaður og klappaður; fyri ikki at tala um fotograferingina. Ikki øll hava kastað kort- ini. Tað tykist, sum okkurt áhugavert er at síggja aftan fyri skipið, tí har samlast so nógv fólk á hekkuni. Sum á Orminum Langa kundi sannast, at: »syrgiligt var á miðjum skipi, tí har tók fólk at tynnast.« Men skjótt skiltist, at grundin var tann, at skiparin var farin at for- telja røvarasøgur. Og tað dugir hann væl. Helli og gjáir Ikki varð tað stóra fiskaríið burturúr kortini. Vit gera upp og seta í gongd aftur. Nú verður farið suður við Nólsoynni eystantil. Hóast liðið er á kvøldið, er væl av fugli at síggja fyri Urðini. Mest lundi, men eisini okk- urt ljósari á liti. Ein bátur kemur norður við landinum. Hevur verið og fingið sær at kóka, og maðurin, aftan fyri húsið, er í ferð við at kryvja. Tað er eitt levint, tær halda, likkurnar. Hesir evindaligu, irriterandi skræðugákarnir, sum eru so frekir, at maðurin mestsum má goyma fiskin, hann hev- ur kruvt, so tær ikki taka hann úr skutinum. Men fremmandafólkini halda stuttligt vera og taka myndir. Skiparin sigur frá, at ætlanin er at gera útferðir, har farið verður við smáum bátum inn í gjáirnar, sum allastaðni eru at síggja undir bjørgunum, vit sigla fram- við. Í kvøld verður tó eingin slíkur túrur. Men skrá er løgd, har roknað er við túr- um bæði undir Nólsoynna og vestantil undir Hest- bjørgunum. Eisini verða ferðir gjørdar til Dímunnar. So tann, sum hevur hug at síggja landið í neðra, hevur almikið at gleða seg til. Útferðir Tað er líkt til, at P/F Útferðir hava rakt papageykin, tá farið varð undir at skipa fyri hesum ferðunum við Norð- lýsinum. Hevur tú verið í Bláu Holunum á Malta, gloymir tú tað ikki. Men tað er heilt givið, at hann, sum hevur verið inni á látrunum undir føroysku bjørgunum, so sanniliga eisini hevur fingið eitt upplivilsi fyri lívið. Av sonnum ein møgu- leiki av teimum frægu at marknaðarføra okkara náttúru sum ferðamanna- mál. Vit hava so lítið annað. Er áhugi fyri at leiga skip- ið til eina útferð við gestum, handilssambondum ella tílíkum, ber samstundis til at fáa skipað fyri mati um- borð. Borðreitt verður van- liga við tí, skiparin nevnir sjóbitar. Til dømis skelja- mat. Ella, um talan er um Við slupp fram við landi Einasta føroyskt bygda sluppin, Norðlýsið, er umbygd til ferðamanna- skip, og verður nú millum annað nýtt til at kanna helli og gjáir, sum vit eiga so mong undir okkara stórslignu bjørgum fiskitúrar, ber væl til at mat- gera við tí, ein sjálvur hevur veitt. »Sig mær, hvat tú ynskir, og vit gera tað, vit kunnu.« Júst matgerðin hjá skip- aranum er vorðin viðagitin. Og hann er maður við visi- ónum. Ikki bara fæst hann við mat , uttan eisini gong- ur hann við størri ætlanum í høvdinum. Ein tann seinasta er at byggja út ferðavinnuna í Hesti í stóran mun. Ætlanin gongur í stuttum út uppá, at tað skal bera til at ganga runt alla oynna. At gera matstað vestantil á oynni og samstundis at nýta helli vestantil til konserthøll. Umstøðurnar eru soleiðis, at til ber at koma at hesum støðum frá í erva við eitt sindur av forarbeiði. Soleið- is at økið kann brúkast alt árið, uttan mun til veður og vind. Hetta er stór ætlan, sum eisini ljóðar spennandi, og sum fer at verða nærri um- rødd í grein í komandi blaði. Upplýsingar um túrarnar hjá Norðlýsinum ber til at fáa í vanligari arbeiðstíð við at venda sær til skrivstov- una hjá Smyril Line. Tlf. nr. 31 59 00 Teldupostur: office@smyril-line.fo Um vikuskiftini fæst at vita frá Hotel Føroyum Tlf. nr. 31 75 00 Teldupostur: hotel-fo@post.olivant.fo Norðlýsið er kendur gestur við føroysku strendurnar Hesir hava gott útsýni Umborð á Norðlýsinum