sunnudagur 31. oktober 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 208 - 30. oktober 2004
Nr. 208 - 30. oktober 2004
29
Johs. Andr. Næs
Moe kemur sum trúboðari
í 1904
Um ferðina til Føroya í 1904 við
sluppini »Norðstjørnuni« sigur
Moe í dagbók síni, at ferðin gekk
væl til seinasta kvøldið.
Tá brann hann á av landnyrð-
ingi við kavaroki. Øll manningin
varð rópt upp á dekkið at repa og
skifta segl. Hon fekk fleiri lús-
ingar og borðfyltist fleiri ferðir
um náttina. Teir róku einar 10-12
fjórðingar av leiðini og lógu bert
og vardu seg.
Morgunin eftir linaði hann, so
til bar at sigla aftur. Tá ið teir
komu inn ímóti Suðuroynni, var
avvelt í brimi.
Moe heldur tað vera eina vakra
sjón at síggja brimið fram við
landinum. Men hann sá á skipar-
anum, Magnusi Veyhe, sum stóð
í bandi brynjaður til tenninar við
báðum hondum um róðurarmin,
at hann gav ikki fær um vakur-
leikan í briminum, heldur hugs-
aði hann um ta vandasigling,
hann hevði framman fyri stavn at
koma inn á Vágsfjørð á land-
nyrðingi millum teir 52 boðar-
nar, sum kanska teir flestu vóru
uppi. Men skiparin kendi inn-
siglingarleiðina og um hann helt
seg á hesi leið, so gjørdi minni,
um tað breyt í bæði borð. Henda
vanda visti Moe einki um fyrr
enn seinni.
»Norðstjørnan« læt síni akker
falla inni á Vágsfjørði í øllum
góðum. Skiparin, Magnus Veyhe,
kundi tá veittra í land til konuna,
Elina, og lítla son sín, Jákup,
sum sótu fyri opnum vindeyga
og gleddust um heimkomuna hjá
»Norðstjørnuni«.
Henda siglingin inn á Vág 8.
november í 1904 kann væl takast
sum ein mynd av tí andliga
arbeiði, Moe gjørdi í Føroyum.
Hann kendi boðskapin, sum hann
nú varð settur at bera. Men hann
kendi ikki teir mongu boðar, sum
vóru á leiðini fyrrenn seinni.
Í »Færøsk Kirketidende«, sum
Busch tá var blaðstjóri á, kundi
Busch í blaðnum nr. 1 í 1905
siga frá sum tíðindi, at »Kirkelig
Forening for Indre Mission í
Danmark« hevur góðtikið Axel
Frederik Moe, cand. teol, at
arbeiða í Guds ríki í Føroyum
fyrst og fremst í Suðuroy.
Í hesum sambandi kann verða
nevnt, at fyrsti katólski trúboð-
arin, sum kom aftur til Føroya
eftir trúbótina, var Johan Georg
Bauer, sum kom til Havnar í
1857 at royna at seta føtur aftur
undir eina katólska kirkju í
Føroyum.
8. november 1904 kemur Axel
Frederik Moe so í land í Vági
sum trúboðari hjá Indre Missión.
Vinskapurin millum Moe og
prestin Busch í Hvalba, sum var
giftur við dóttur Jákup Dahl,
keypmann á Gørðunum í Vági,
hevði ført við sær, at Moe um-
framt at kenna seg heima í
Leirum – eisini var komin at
kenna seg heima í hesum
heiminum á Gørðunum í Vági tá
ið hann var og ferðaðist í
Føroyum í 1902.
Moe hittir M. A. Hansen
prest og talar í Meinig-
heitshúsinum
Longu, leygardagin 12. novemb-
er fer Moe sína fyrstu trúboðara-
ferð við »Smirli« til Havnar, har
hann beinanvegin leggur leiðina
út í prestagarðin í Sandagerði at
tala við tann nýggja prestin,
Mads Andersen Hansen. Hann
var komin sum prestur hetta
sama summarið. Prestur tekur
væl móti Moe og býður honum
at búgva í prestagarðinum.
Moe greiðir honum frá, at
hann arbeiðir fyri Indre Missión,
sum hevði sent hann til Føroya
sum trúboðara, og tí vildi hann
biðja um loyvi at halda nøkur
kristilig møti í Meinigheitshús-
inum við uppsløgum kring um í
býnum.
Moe skrivar sær nøkur upp-
sløg, fer heim aftur í Havnina,
finnur sær ein hóskandi stein til
hamara og neglir so nøkur upp-
sløg ymsastaðni.
Uppsløgini høvdu hetta orða-
ljóðið: »Cand. teol. Moe talar í
Meinigheitshúsinum:
Sunnukvøldið fyri ungdómin.
Týskvøldið um Indre Missión.
Mikukvøldið um Saul frá Tarsus.
Hóskvøldið um Saulus, sum
verður til Paulus«.
Í dagbók síni sigur hann frá, at
eingin visti, hvussu stór fyritøka
hetta var sær at fara undir.
Prestur kom við til ungdóms-
fundin sunnukvøldið. Húsið var
fult, og tey ungu lurtaðu væl
eftir.
Týskvøldið var prestur eisini
við í Meinigheitshúsinum, men
mikukvøldið bar presti ikki til at
koma, tí amtmaðurin saman við
øðrum skuldi koma í prestagarð-
in.
Moe helt hesar fundirnar í
Meinigheitshúsinum, sum fyri-
skipað varð. Men longu miku-
dagin kemur fram í eini samtalu,
sum Moe og Hansen hava í
Sandagerði, at teir eru iki á
einum máli um arbeiðslagið.
Prestur letur Moe vita, at hann
er ikki so glaður um, at Moe er
komin hendan vegin sum
trúboðari.
Orðaskiftið teirra millum fer
sambært dagbókina hjá Moe
millum annað soleiðis fram:
Moe: »Hvussu eru viður-
skiftini í kirkjuliðunum her?«
Hansen: »Tey eru frálík. Her er
góður gamal gudsótti, sum
hóskar okkum væl. Vit hava
ongar grundtvigianarar og onga
Indre Missión – tíbetur«.
So spyr Hansen Moe, um hann
ongan kennir í Havn, sum hann
kann fara at vitja. Moe svarar, at
hann kennir ikki eitt einasta
menniskja at vitja.
Tá sigur Hansen: »Ja, ja,
tygum fáa skjótt onkran um-
vendan, so ber til at vitja hann«.
Moe svarar: »Eg fari, ið
hvussu er, at koma av og á til
Havnar«.
Hansen: »Jú, sjálvandi, tá ið
Havnin nú hevur fingið ein van-
trúgvandi prest«.
Moe heldur, at tað helst er
kona prestin, sum hevur lagt
honum hesi orðini í munnin.
Henni dámdi ikki, at nakar annar
bar Guds orð fram í Havn uttan
maður hennara, tí ein morgun,
meðan tey sita við borðið, kom
ilt í hana. Hon setti á Moe.
»Framført er av tygum« segði
hon, »at koma higar – eg vil
nevna tað næstan frekleika. Hvør
hevur sent boð eftir tygum?
Hvønn rætt hava tygum at koma
higar at elva órógv – eitt slíkt
ungt og óroynt menniskja«.
Moe sigur seg hóvliga hava
roynt at minna hana um, at hann
var komin higar og fólkaliga
hava biðið prestin um loyvi at
tala í Meinigheitshúsinum. Hetta
hevði presturin eisini vinsamliga
givið honum loyvi til«.
Moe skrivar í dagbók sína, at
hugnaligt er ikki at gista í Sanda-
gerði undir hesum umstøðum, so
at hann hevur bestan hug at flyta
á gistingarhús at búgva, men
hann flytur kortini ikki, so at
eingin gøla skuldi koma av tí.
Aftur til Vágs
Seinast í vikuni fer Moe suður
aftur til Vágs. Hetta tók honum 2
samdøgur at koma suðuraftur.
Kl. 9 um morgunin var hann
farin oman á brúnna, haðani
árabátar fluttu fólk umborð í
skipið, ið fór til Suðuroyar. Hetta
var skip, ið sigldi millum
londini, og sum skuldi báði inn á
Tvøroyri og Vág.
Moe stóð har á brúnni heilan
tíma í myrkri, regni og vindi og
royndi at kroka sum best bar til.
Kl. 10 slapp hann umborð,
men hetta skipið « hvat tað so
hevur verið – sigldi iki av Havn-
ini fyrr enn morgunin eftir, og á
middegi tann dagin kom tað á
Trongisvág, har tað skuldi liggja
allan dag og lossa, áðrenn tað fór
til Vágs.
Moe sleppur sær í land við
einum lossubáti. Um dagin øtlaði
hann veðrið, so tá ið Moe um
kvøldið ætlaði sær umborð aftur,
vóru líkindini so vánalig, at
menn hildu seg ikki til at fara
umborð. Ein av fergumonnunum
sigur við Moe, at hann beint nú
hevur verið umborð, men inn
aftur var hann rikin til helvitis,
og ein av teimum stóru lossubát-
unum var eisini rikin til helvitis.
Um teir nú fóru útaftur, so róku
teir eisini til helvitis.
Hetta orðalagið fall ikki Moe.
Hann sigur við mannin, at við
hasum sinnalagnum, so endaði
hann sjálvur í helviti einaferð.
Maðurin varð fúkandi illur inn
á Moe um hetta svarið.
Í góðan tíma stóð Moe so og
krokaði undir onkrum pakkhúsi
einsamallur í hesum ilsliga
veðrinum. Tá kom endiliga
onkur og tók hann við umborð.
Skipið varð liggjandi á
Trongisvági alla náttina. Tá ið
teir so um morgunin eftir skuldu
taka akkerini upp, var tørn
komið í akkersketurnar, so at
drúgv tíð gekk, áðrenn teir vóru
leys-ir haðani. Men fyrrapartin
tann dagin komu teir kortini á
Vág, og Moe slapp í land í
einum av bátunum hjá Jákupi
Dahl.
Henda fyrsta vikan hjá Moe
norðuri í Havn, gav honum ta
gleði, at fólk fegin vildu hoyra
Guds orð, men ferðin segði
honum eisini, at ikki fór at verða
lætt at koma fram við vekingar-
og umvendingarprædikum, um
Heimamissiónin 100 ár
– Eitt brot úr søguni –
Axel Moe
fleiri prestafólk høvdu somu
støðu sum tey í Sandagerði
høvud.
Og so hevði ferðin sagt hon-
um, at tað, sum hann hevði sagt
við Frederik Zeuthen, formannin
í Indre Missión, um at hann
skuldi heldur senda ein sterkan
og vandan sjómann upp til
Føroya sum trúboðara, var rætt.
Men Moe fall ikki í fátt. Hann
hevði eitt stavnshald, og tað
skuldi hann halda: hann skuldi
bera føroyingum ein vekingar-
og umvendingarboðskap við
føstum grundarlagi í Bíbliuni
innan karmin í tí Evangelisk-
luthersku kirkjuni í Føroyum.
Íðin ferðatrúboðari
23. november um kvøldið hevur
hann prædiku í Vágs kirkju.
24. november hevði hann
boðað til fundar í Sumbiar skúla,
men um dagin kom stormur við
kavaroki, so at ikki var farandi til
Sumbiar.
Dagin eftir var gott veður.
Hann fekk bát til Lopra, men so
skvatligt var á Núpi, at maðurin
á toftini fekk karm. Hetta tóktist
einki at órógva hann. Báði í
hesum sambandi og aðrastaðni
geva vit far um, at Moe hevur
verið orði, hvussu sterkir og
harðbaldnir, føroyingar eru í
teirra dagliga strevi á veðri og
vindi. Til dømis greiðir hann frá
einum manni, sum var áhaldsin
ein morgun, hann fór til útróðrar
og fór niðurfyri á støðni. Men
hann fór til útróðrar so vátur,
sum hann var, og sat í karminum
allan dagin.
Henda dagin, 25. november
hevur hann møti í Sumbiar skúla
kl. 8 um kvøldið. Tá ið hann
kemur í skúlan, var eingin
komin, útkalt var í ovninum,
men ein lampa var tendrað. Hetta
tóktist hugstoytt í fyrstani, men
so fór fólkat koma, og skúlastov-
an varð full.
Í Sumba búði Moe á Gøtuni í
gamla prestatil-haldshúsinum.
Morgunin eftir var ótýdligt veður
viðvindi og kavaælingi. Út ímóti
middegi batnaði og tá fór hann
til gongu aftur til Vágs. Við hon-
um kom sonur Katrinu á Gøtuni,
Poul Symphor.
Fannakavi lá, men teir vóru
væl ílætnir; uttan yvir skógvar-
nar vóru teir í tjúkkum puls-
hosum heilt upp á lørini. Teir
høvdu 2 1/4 tíma á Akrar. Hagar
skuldi ein bátur úr Porkeri koma
eftir Moe, tí hann skuldi til
Porkeris at hava møti. Men
eingin bátur kom vegna veður.
Moe skjútsaði sær so bát av
Økrum til Vágs, tí hagar var ikki
sama sjóvarilska sum um fjørðin
til Porkeris. Men kortini varð
Moe á kroppi, tá ið hann fór í
bátin á Økrum. Av Økrum høvdu
teir 3 korter til Vágs.
Í Vági hevði Moe fingið sær
innivist hjá Julionnu Vilhelm,
sum tá hevði sitið einkja í 2 ár
eftir mannin, Mortan Vilhelm á
Báraldarbakka, sum sjálvur 16.
var gingin burtur við sluppini
»Cyklon« undir Íslandi í 1902.
Moe hevur við orði, hvussu
sorgin enn tyngir hesa einkjuna.
Dagin eftir, 27. november fer
Moe til Porkeris og hevur møti
seinnapartin í kirkjuni. Hann fer
so til gongu á Tvøroyri móti
kvøldið. Hann gistir á Tvøroyri,
har hann hevði møti og fer so til
Hvalbiar til tann hugnaliga
prestagarðin, sum hann nevnir
prestagarðin í Leirum.
Soleiðis heldur Moe fram við
at halda kristilig møti hesa tíðina
til jóla bygd úr bygd í Suðuroy
báði í skúlum og í kirkjum.
Jóla- og nýársferðing
Jólini hetta árið (1904) heldur
hann í Leirum. Jólaaftan var
veðrið sum um summarið.
Seinnapartin, meðan hann situr
og arbeiðir við síni jólaprædiku,
vísir hitamálarin uttanfyri 10 stig
celsius.
Til jólar hevði hann fingið eitt
lítið træ av edilgrann frá
mostrum sínum í Roskilde. Tað
hevði Busch og hann verið í
kirkjuni við og sett tað á altarið.
Tað var vakurt jólakvøld við
tendraðum ljósum undir guds-
tænastuni.
Hvalbiar kirkja var ikki full
jólaaftanakvøld. Moe heldur, at
føroyingar gera lítið og einki
burtur úr jólaaftan. Menninir
arbeiða úti í bønum, ella eru teir
útatrógva. Konufólkið strevar
innanhýsis til út í náttina.
Sjálvur hevði hann ein hugna-
ligan jólaaftan saman við presti,
familju hansara og tænastufólk-
unum.
Jóladag seinnapartin fer Moe
einsamallur til Trongisvágs.
Hann skuldi prædika í Froðbiar
sóknar kirkju kl. 7 um kvøldið.
Kirkjan var stúgvandi full og
avbera góður sálmasangur. Hann
kendi seg upplívgaðan at præd-
ika.
Annan jóladag seinnapartin fer
hann um Øravík og Hov til Vágs,
har hann prædikar í kirkjuni um
kvøldið.
Hetta var eitt sindur um teir
báðar fyrstu mánaðirnar hjá Axel
Frederik Moe, trúboðara í
Føroyum. Hann helt fram sum
trúboðari, hjálparprestur og
sóknarprestur í 12 ár (1904-
1916).
tá tú frætti deyðsboðini um Elvis Presley?
Joana Johansen:
– Tað fyrsta sum eg seti í sam-
band við deyðan hjá Elvis Pres-
ley, er, at vit vóru heima hjá
mostur mínari. Eg plagdi at
syngja nógv saman við einum av
mínum systkinabørnum. Hann
átti nógv ymiskt av Elvis,
harímillum eina plátu hjá
honum.
Vit vóru á gosi um hetta.
Hóast hann ikki var mítt idol, so
var hann ein stór stjørna, og
sjálvandi var tað skakandi at
frætta, at hann var deyður.
Nógv varð eisini kjakast aftur og fram, um deyðsorsøkina.
Eg haldi, at man royndi at skava út yvir, at hann doyði av einari
yvirdosis. Tí í veruleikanum var tað torført at ímynda sær, at
ein so stór stjørna, sum hann var, kundi vera so destruktivur.
Hann var jú ein so vakur maður, so hóast tað sást á honum tey
seinastu árini, at okkurt var galið, var tað torført at hoyra, at
hann var deyður av stoffum.
Eg minnist Elvis serliga fyri hansara fantastisku rødd,
karisma og útstráling. Og hóast nógv onnur vóru komin afturat
í tónleikaheiminum tá, so kom man ikki uttan um ta stóru
stjørnina, sum Elvis Presley var.
Ólavur Klakk:
– Ja, tað minnist eg rættiliga
væl. Tað var eitt mánakvøld, og
eg gekk úti í býnum. Eg var
nokk á veg til hús. Tá kom Jógv-
an Eliassen til mín og segði, at
systkinabarnið hjá mær var
deyður. Eg bleiv kanst tú ætla
rættiliga skelkaður og spurdi,
hvat hann meinti við. So segði
hann mær, at Elvis var deyður,
og eg drønaði til hús at lurta
eftir radio Luxembourg.
Og har hoyrdi eg, at tey bara
spældu Elvisløg. Eg lurtaði líka
til klokkan tvey um náttina, og
mundi lurta nakað nógv í tíðini
aftaná. Men tað var nakað avmarkað, hvar ein kundi frætta
tíðindi. Tað vóru nakrar fáar útvarpsstøðir – sjónvarp var jú
onki. Tey donsku vikubløðini komu í vikuni aftaná á tremur við
søgum í sambandi við deyðan hjá Elvis.
Eg bleiv veruliga keddur av, at hann doyði. Eg hevði júst
ognað mær hansara live-konsert plátur úr Las Vegas, so tær
spældi eg nógv. Haldi so avgjørt, at mamma var byrjað at
troyttast av Elvisi langt áðrenn hann doyði, men tá bar kanska
av.
Men dagin eftir, hann var deyður, hitti eg Rudolf Joensen.
Vit báðir tosaðu so aftur og fram um tilburðin og hugleiddu um
Kongin og alt hatta har.
- sae -
Tvøroyri. Niðri við strondina: Krambúðin og pakkhúsini hjá William Askham, sum hann seldi til Gamla Mortensen
á Tvøroyri í 1877. Sethúsini oman fyri eru f. v. hjá Dánjal Jóhan í Kvídni, skipara, og hjá Johan Mortensen á
Marknoyri, sum hann bygdi í 1897
Myndin er úr Føroya Siglingarsøgu II
Vegna sjúku verður tíverri eingin Bláur stólur hetta vikuskiftið. Tátturin
verður tikin upp aftur komandi vikuskifti. Haldið okkum til góðar.
C
M
Y
K
29
28