sunnudagur 31. oktober 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 208 - 30. oktober 2004
Nr. 208 - 30. oktober 2004
31
GUINNESS
orð: Jákup Mørk
Myndir: Álvur Haraldsen
Myrki - at kalla svarti - løgurin
rennur úr krananum niður í
glasið, sum er koppað 45 stig.
Verður síðani settur at hvíla í
hálvan annan minutt, áðrenn
glasið aftur verður fylt. Eftir
hetta eru 22 millimetrar - hvørki
meira ella minni - av tjúkkum
hvítum skúmi oman á sjálvum
løginum, og so er bara at njóta
løtuna.
Jú, Guinness er helst tað, sum
fleiri øl-njótarar seta í samband
við veruligt øl. Í øllum førum
man tað vera so, at hjá teimum,
sum eru til Guinness, finst bara
ein verulig øl. Alt hitt er meira at
kalla øl-líki, sum als ikki hevur
sama smakk ella konsistens, sum
myrka fatølið úr Dublin hevur.
9.000 ár fyri vatnið
Tað ber nærum til at tosa um
eina mentan, sum er knýtt at
dimmu bjórini, og tað er kanska
heldur ikki so løgið, at so er.
Handan droparnar býr nevnliga
ein søga, sum hevur nærum 250
ár á baki, og sum alla tíðina
hevur hildið til í hjartanum av
Dublin.
Søgan byrjar í 1759, tá Arthur
Guinness hevði fingið nóg mikið
av vanliga bóndalívinum í Dubl-
in. Bjór var um hetta mundið í
ferð við at gerast ein væl umtókt
vøra í Írlandi. Ein vøra, sum
eisini vanligi maðurin kundi
njóta, eftir at tað annars mest
sum bert vóru munkarnir, sum
høvdu notið serstaka bryggið.
Hann setti á stovn egið bryggjarí,
og tó at byrjanin var strævin, so
gekk somikið framá, at hann at
noyddist at gera sær greitt, hvað-
ani hann skuldi fáa týdningar-
mestu rávøruni. Nevnliga vatn.
Loysnin var stóra Liffey áin,
sum eisini tá streymaði ígjøgnum
Dublin. Tað var tó ikki bert sum
at siga tað, at fáa rættindi til
hetta vatnið. Bretska yvirvaldið
helt leingi fast um, at hetta ikki
skuldi nýtast til framleiðslu av
nøkrum slag, og tó at Arthur og
hansara menn stríddust við at
gera byrgingar og annað, so tók
tað honum 10 ár og nógv stríð,
áðrenn Guinness og hansara St.
James’s Brewery at enda fekk
endaligt loyvi at nýta tilfeingið.
Eftir semjuna beyð býráðið
Guinness at gera leigusáttmála
um stórt
øki nær-
hendis
ánna, men
Arthur vildi
ikki enda í
somu støðu.
Hann vildi
hava ein sátt-
mála, har hann
var vísur í, at
fortreytirnar
ikki vórðu
broyttar eftir
fáum árum.
Endin varð, at
Guinness fekk ein
leigusáttmála upp á ikki minni
9.000 ár, og so skuldi tann
vandin verið av! Tað kann leggj-
ast afturat, at leiguupphæddin
var - og er - £10 um árið, so ikki
kann sigast annað enn, at hetta í
dag er ein avtala, sum stóra
bryggjaríið fegnast um.
Tað eru nú heilt nógv ár
síðani, at vatn úr Liffey ánni
varð nýtt í framleiðsluni. Ístaðin
verður hetta
í dag savnað
í keldum í
fjøllunum
nærhendis,
áðrenn tað
verður leitt til
framleiðslu-
staðið, men
bryggjaríið sjálvt
stendur enn sama
stað, sum tað
gjørdi, tá leigusátt-
málin varð gjørdur.
Satsaði rætt
Tað var tó langt ífrá
liðugt við stóru avgerð-
unum hjá Arthur Guinness.
Í 1770’unum byrjaði eitt
nýtt slag av øli at floyma
til Dublin úr Bretlandi.
Talan var um portara, sum
var vorðin sera vælumtókur
í London, og leingi stríddust
írar við at finna útav, hvussu
hetta ølið fekst somikið myrkt.
Loynidómurin skuldi vísa seg
at vera hitin, sum maltið til port-
aran varð turkað í. Og tá loynd-
armálið ikki longur var loyniligt,
fóru eisini Arthur og hansara
menn undir framleiðsluna av
hesum.
Tað gekk væl, men tó ikki
betri enn næstbest. Kappingin frá
bæði írskum og enskum bryggja-
ríum var knallhørð, og tó at
framleiðslan vaks, so vildi stjórin
sjálvur, at hetta skuldi ganga
skjótari. Og eftir drúgva um-
hugsunartíð tók hann so kanska
mest týðandi stigið í søguni hjá
bryggjarínum. Og í øllum førum
tað stigið, sum hevur gjørt
Guinness heimskent.
Í 1799 var nevnliga seinasta
ferðin, at ein vanlig ljós øl kom
úr framleiðsluni hjá Guinness.
Hugsjónin aftan fyri hetta var, at
við at leggja alla orku í fram-
leiðslu av portaranum, kundi
bryggjaríið samstundis nýta alla
sína orku og vitan til at betra um
góðskuna á hesum. Hetta var
ikki eitt stig, sum nakar annar
tordi at taka, og úrslitið bleiv
heilt skjótt, at Guinness fekk
eina leiðandi støðu á marknað-
inum. Ein støða, sum teir enn
tann dag í dag hava mest sum
einkarætt til.
Heimsgitið
Framleiðslan vaks støðug. Fyrstu
nógvu árini vórðu stórar eiki-
tunnur nýttar sum goymsla, og
økið kring Guinness varð at kalla
heimskent fyri risastóru pyra-
midurnar, sum vórðu lagaðar upp
av Guinness tunnunum. Egið
Hjá teimum, sum dáma Guinness, finst
neyvan annað veruligt bjór. Myrkið løgurin
hevur ein farra av stórbærari mentan yvir
sær. Eini mentan, sum eisini stavar frá eini
stórbærari søgu, sum hevur gjørt lítla
bryggjaríið hjá Arthur Guinness heimsgitið
tunnuvirkið mátti sjálvandi eisini
til.
Sjálvur livdi Arthur Guinness
ikki nóg leingi til, at hann veru-
liga kundi fata, hvussu stór fyri-
tøka hansara var um at gerast.
Men sum tey siga á bryggjarí-
num, so livir andi hansara fram-
vegis í hvørjari einastu øl, sum
fer av bryggjarínum. Í 1794
kundi hann erpa sær av, at nú
drukku tey eisini Guinness í
London, og í 1802 vóru ølirnar
fyri fyrstu ferð útflyttar til land
uttan fyri Europa, tá fullfermt
skip varð sent til Vestindisku
oyggjarnar. Sjálvur doyði
stovnarin í 1803, men virkið
livdi víðari. Alt fleiri lærdu at
kenna - og at elska - serkenda
írska bjórið, og í 1837 varð St.
James’s Brewery í Dublin roknað
sum tað størsta í landinum. Og í
1883 varð enn ein markasteinur
náddur. Nú varð stóra bryggjaríið
roknað sum hitt størsta í heimin-
um.
Og heldur ikki hetta var nóg
mikið. Hóast risastóru fram-
leiðsluorkuna, so megnaði
bryggjaríið ikki einsamalt at
nøkta stóra eftirspurningin, og í
1910 varð lisensur fyri fyrstu
ferð latin øðrum at tappa
Guinness. Hetta var í New York,
og í 1933 varð so fyrsta
Guinness Bryggjaríið sett á stovn
uttan fyri Írland. Hetta í London.
Í dag verður Guinness bryggjað í
51 londum, og til ber at keypa
Guinness í umleið 150 londum.
Styrkin var í veika ølinum
Myrkið og tungi portarin hevði
tó ein vansa við sær. Styrkin á
Guinness Extra Stout var øgilig.
Og tó at summum dámdu hetta,
so var einki at ivast, at tað sam-
stundis var ein forðing fyri at
vinna fram á vaksandi fatøls-
marknaðinum í serliga USA og
Stórabretlandi.
Á Guinness høvdu tey í fleiri
ár roynt at minka um styrkina,
uttan at hetta skuldi nerva
smakkin í ølini, og tað var ein
stórur dagur, tá fyrstu føtini av
Guinness Draught komu á
marknaðin í 1967. At byrja við
varð hetta roynt í USA. Roynd-
irnar vóru sera væl eydnaðar, og
longu tvey ár seinni varð ein
miðvís marknaðarføring sett í
verk.
Í dag man tað hoyra til undan-
tøkini, at Extra Stout verður
skonkt, tá biðið verður um eina
Guinness. Sjálvt í írlandi er talan
um 4,2% sterku (veiku?) fat-
ølina, sum verður skonkt, og
fleiri virðislønir eru eisini latnar
bryggjarínum, tí tey hava varð-
veitt góðskuna á løginum, hóast
styrkin er minkað. Nakað sum
annars verður mett sum eitt hitt
truplasta kynstrið yvirhøvur
innan bryggjarívinnuna.
Og ikki nóg mikið við, at
Guinness við fatølinum slapp inn
á ein nýggjan marknað. Teir vóru
eisini sjálvir við til at marknað-
arføra eitt nýtt hugtak innan
útskeinginarvinnuna. Fyrsta
»Irish Pub« uttan fyri Írland varð
latin upp í Frankfurt í 1972. Av
sonnum eitt plettskot má sigast,
og hetta skapti av álvara nýggjan
trend innan vinnuna. Í dag opnar
ein slík um dagin, og skal tað
vera ein rættilig írsk pub, so skal
Guinness sjálvsagt eisini standa
á matarlepanum.
Nærum 250 ár eftir stovnanina er tað eitt imponerandi útsýni frá ovastu
hæddini í Guinness-hølunum. Fleiri ferkilometrar fyllir bryggjaríið í dag
Upprunaligi leigusáttmálin, har tað
framgongur, at Guinness fyri £10
um árið sleppur at leiga stóra
grundøkið. Sáttmálin er galdandi
fyri 9.000 ár!
Myrkt, kalt og deiligt
Í dag er talan um eina fyritøku, sum eisini skapar sín egna móta. Soleiðis kanst tú fáa alt frá sinnoppi til
klædningar í stóra handlinum á Bryggjarínum
Væl kenda búmerkið við írsku harpuni varð fyrstu ferð nýtt í 1862
Sum vanligt øl á okkara leiðum, so verður Guinness framleitt úr malti, humlu, geri og vatni
Hóast Guinness - eisini í greinini - verður sagt at vera svart, so er hetta ikki rætt. Liturin er myrkt
rubin-reyður
Gerin í framleiðsluni er av somu ætt, sum varð nýtt til fyrstu bryggingina av Guinness
Í dag verða á leið 2,6 mió litrar av Guinness tappaðir um dagin kring allan heim
Tjúkka hvíta skúmið á eini Guinness øl kemst av, at køvievnið verður sett afturat koltvíiltuni, sum
vanliga er í øli. Hetta er eisini orsøkin til, at ein lítil gass-patrón er í Guinness ølum, sum verða
keyptar í dós ella í fløsku. Patrónin verður aktiverað, tá dósin/fløskan verður latin upp
Fyritøkan handan ølið, er sama fyritøka, sum á hvørjum ári gevur út metbókina. Hugskotið til
hetta kom, tá ein av fyrrverandi stjórum felagsins var í iva um, hvør fuglur fleyg skjótast. Avrátt
varð at gera eitt verk, har met av ymsum slag kundu skrásetast. Úrslitið gjørdist Guinness-
metbókin, sum í dag er mest selda bók í heiminum, Bíblian og Koranin undantikin.
Fakta um Guinness
Økið kring Guinnes var í síni tíð heimsgitið fyri stóru pyramidurnar, sum vóru lagaðar
upp av øl-tunnum
Soleiðis skal ein Guinnes-øl skeinkjast. 22 mm av skúmi. Hvørki
meira ella minni
Hópatals ymsar fløskur eru nýttar øll hesi árini. Her er bert eitt lítið úrval av teimum
Gomlu tangarnir vóru úr eik. Í dag er
tilfarið Aluminium, og innihaldið er
ikki minni enn 720.000 litrar
Ein av gomlu maskinunum á savnin-
um. Hendan varð í síni tíð nýtt til at
mala maltið við
C
M
Y
K
31
30