Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-31, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 31. oktober 2004síða 17

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 208 - 30. oktober 2004 Nr. 208 - 30. oktober 2004 33 Eftir Hanus Kamban SEINNI PARTUR Annað Puniska Kríggj Í fyrra parti varð greitt frá, hvussu tvey ríkir tóku seg fram, hvørt á síni oyggj ella hálvoyggj, til tey at enda fóru yvir um hav og tóku lut í tveimum stórbar- døgum, Rómaborg í Fyrsta Puniska Kríggi, USA í Fyrra Heimsbardaga. Rómverjar vunnu á Karthago, og USA tryggjaði Ententuni sigur á Týsklandi og Eysturríki-Ungarn. Vit koma nú til triðja umfarið í hesi paradigmatisku menning. Í stuttum hevði hetta umfar við sær, at bæði ríkini eftir ein bardaga aftrat komu sær fram at húsbóndans sæti hvørt í sínum heimi. Fyrsta Puniska Kríggj endaði sum nevnt við, at Karthago - um- framt at noyðast at gjalda skaða- bøtur - nmátti lata frá sær yvir- valdið á Sicilia, Sardinia og Korsika. Fyri at bøta um henda miss legði Karthago, við Hamilkar Barkas á odda, partar av Spania undir seg. Av grund- um, sum søgufrøðingar ikki eru samdir um, hevði henda víðkan við sær, at rómverjar í 218 f.Kr. - á røttum ella skeivum grundarlag - fóru í kríggj móti Karthago. Rómverjar vistu ikki, hvussu Kartahgo fór at svara upp á hetta. Fóru karthagar kanska at koma við herflota, ella fóru teir at koma við heri fram við strond- ini úr Spania til Norðuritalia? Men Hannibal, sonur Hamilkar, valdi nú - sum mongum kunnugt - at gera nakað óvæntað. Hann fór, við 37 fílum og o.u. 40- 50.000 hermonnum upp um Alpurnar. Endamálið var at loypa óvart á fíggindan og samstundis fáa aðrar italskar tjóðir í sín part. Hannibal vann, takkað veri sínum herlistaliga flogviti, ein sigur fyri og annan eftir. Gitnast var sigurin við Cannae í 216 f.Kr., har kanska 80.000 róm- verskir hermenn vórðu gloyptir av teirri meira fámentu karthagisku klípitongini. Men Hannibal hevði tveir vansar at dragast við. Í fyrsta lagi hevði hann einki samband við sítt egna bakland, og í øðrum lagi fekk hann ikki tann stuðul, hann hevði væntað, frá smáríkj- um í Italia. Á henda hátt bleiv tíðin ein høvuðsfyrimunur hjá rómverjum, sum serliga her- ovastin Fabius Maximus nevndur Cunctator (Drálarin) dugdi at fáa gagn av. Sostatt tapti Karthago eisini Annað Puniska Kríggj (218-201). Seinni Heimsbardagi Annað Puniska Kríggj og Seinni Heimsbardagi eru sjálvsagt á mangan hátt ólík. Rómverjar íbirtu Annað Puniska Kríggj, afturímóti var USA ikki frá byrj- an við í Seinna Heimsbardaga. Støðan hjá Hannibal í Italia minnir einamest um støðuna hjá tí týska álopsherinum í USSR 1941-45. Hinvegin var tað japanska álopið á Pearl Harbour 7. desember 1941 ein hvøkkur av sama slag sum tey ræðuligu rópini Hannibal ad portas, sum skuldu gella í Rómaborgar túnum í árinum 211 f.Kr. Og í øllum førum høvdu bardagarnir tað í felag, at Rómaborg og USA, við krígslok, vóru tey fremstu ríkini hvørt í sínum heimi. Líkleikin verður serliga týði- ligur, um vit hyggja at mótvald- unum. Eftir Annað Puniska Kríggj misti Karthago sín skipa- flota, sínar fílar og meginpartin av sínum heri. Tað slapp hereftir ikki at føra kríggj uttan fyri Afrika, og í Afrika bara við loyvi frá rómverjum. Ríkið var eftir hetta, sum Peter Bender tekur til - við tað at tað skjótt kom fyri seg handilsliga - búskaparliga ein risi, hernaðarliga ein dvørgur. At kalla somu treytir máttu Japan og Týskland ganga undir. Bæði londini máttu binda seg til ikki at føra kríggj. Eftir fáum árum vóru tey búskaparliga væl fyri, men hernaðarligir dvørgar. Frá stórveldi til heimsveldi Spurningurin var, hvat nú skuldi henda. Skuldi tað einaferð lítla ríkið, sum av grundum, tað neyvan sjálvt átti allan lut í, var endað sum eitt stórveldi, taka seg aftur á sína oyggj ella hálvoyggj? Ella skuldi tað brúka sína nýggju valdsstøðu til at royna at fáa skil á í heiminum, við avleiðingum, eingin kundi spáa um? Valið stóð millum isolationismu og fram- haldandi uppílegging. Eftir sigurin á Karthago 201 f.Kr., var Rómaborg sterkasta vald í tí forna heiminum. Har vóru kortini trý onnur stór ríkir - Makedonia, Sýria og Egypta- land. Av teimum trimum vísti serliga Makedonia, undir tí unga, bráða Filipi V, heldur harðliga og hóttandi medferð. Tað kúgaði griksk smárikir og royndi at fáa valdið á Bosporus-sundinum, ið var hurðin til Svartahavið. Tað lukkaðist eisini grikskum smáríkjum (Pergamon og Rhodos) at sannføra rómverjar um, at Makedonia ætlaði at fáa í lag samgongu við Sýria. Nú var vandi á ferð. Sostatt noyddust rómverjar, summir við ringum tannabiti, at leggja sína inngrónu isolation- ismu aftur um bak. Í bardaga í Thessalia 197 f.Kr. vunnu róm- verjar á Makedonia. Men Róma- borg gjørdi nú somu royndir sum mangt annað stórveldi: Vart tú fyrst farin at royna at seta skikk á heimin, var torført at taka seg aftur. Eftir sigurin á Filipi V kom uppgerðin við Antiochos III í Sýria við Magnesia 190 f.Kr og endiliga, við Pydna 168 f.Kr., sigurin á Perseusi av Makedonia. Soleiðis endaði fjórða umfarið í rómverskari ríkismenning. Eftir annan bardagan móti Karthago hevði landið valt ekspansjón heldur enn isolationismu, víðkan og uppílegging heldur enn av- byrging. Tað var ikki longur eitt stórveldi, men eitt heimsveldi - tað einasta heimsveldið. Tess legiónir marsjeraðu í stórum pørtum av heiminum, og ríkið kundi tey komandi árini í friði og náðum leggja undir seg (at kalla) allan heimin. Truman-doktrinin Líkasum Rómaborg 201 f.Kr. stóð USA í 1945 á einum av- gerandi vegamóti. Landið átti sín stóra lut í, at Tey Sameindu vunnu kríggið, og tað hevði tað fram um øll onnur stórveldir, at tað var búskaparliga og hernað- arliga sterkt, og als ikki útpínt av bardaganum. Eins og rómverjar í 201 valdu amerikanarar í hesi støðu at fara undir at seta skikk upp á heimin. Við hesi avgerð fóru teir enda- liga burtur frá tí isolationismu, sum hevði verið teirra stevna frá 1823, og sum Warren G. Harding forseti - eftir tað stutta frávikið hjá Woodrow Wilson undir Fyrra Heimsbardaga - var vendur aftur til. Stalin og Filip V av Make- donia vóru tveir heilt ymiskir menn, og aftur ímóti Makedonia 201 f.Kr. var Sovjetsamveldið í 1945 eitt heimsveldi. Kortini bleiv mynstrið í tilgongdini tað sama. USSR hevði á fundum í Teheran, Jalta og Potsdam vunn- ið sær Eystureuropa sum áhuga- øki. Árini 1945-48 vórðu londini í hesum umráði við lirkan, lumpan og harðskapi gjørd um til "fólkademokrati". Hóast klovningur í 1948 kom í tann kommunistiska heimin, sýntist USSR at gerast ein vaksandi hóttan. Sovjetsamveldið staðfesti sítt vald við at berja niður upp- reistrar í DDR í 1953, í Ungarn í 1956 og í Kekkoslovakia í 1968. Sostatt fór USA, eins og Rómaborg í 201 f.Kr., undir móttiltøk. Í 1947 varð Marshall- hjálpin sett í verk, og í 1949 varð NATO sett á stovn. Tann nýggi politikkurin var kunngjørdur í Truman-doktrinini 1947 og savn- aður undir hugtakinum contain- ment (avbyrging): við at styrkja vestanveldini búskaparliga og hernaðarliga skuldi byrgjast upp fyri víðkan eystanífrá. Eftir fáum árum hevði USA, við nýggjum samgongum sum SEATO og CENTO, limað ein stóran part av heiminum inn í sína byrging. USA einasta heimsveldi Av teimum mongu mununum millum støðuna í heiminum í 2. øld f.Kr. og í seinnu helvt av 20. øld e.Kr. er serliga ein verdur at festa seg við. Rómverjar kundu berja niður Makedonia og Sýria í ekkaleysari vitan um, at einki av hesum londum kundi raka teirra hjarta, Rómaborg í Italia. Men so skjótt USSR hevði kjarnorku- vápn, varð USA hótt heima - fyri fyrstu ferð síðan 1814, tá bretskir hermenn brendu stjórnarbygn- ingar í Washington. Høvini megnaðu ikki longur at verja ta amerikonsku oynna. Hetta hevði við sær, at tað ongantíð kom til bardaga beinleiðis millum stór- veldini, tað potentielt heita kríggið varð verandi kalt. Hern- aðarliga valdaði terrorjavnvágin. Av hesi grund bleiv tann veru- ligi bardagin fluttur av tí hern- aðarliga yvir á tað búskaparliga, mentunarliga og samfelagsliga hermótið. Og her gjørdist USA, sum framvegis - hóast tey mongu lýti og ta skerjing av demokrat- inum, sum ein óskerd kapital- isma altíð hevur við sær - var eitt slag av fólkaræði, sigurharri. Sovjetsamveldið sjálvdoyði, búskaparliga lagt aftur um bak, samfelagsliga stívnað og við eini skipan, sum ikki var bygd á fólksligan stuðul og tí hvíldi á leirfótum. Tað var hetta, sum Mikhail Gorbatsjov ikki skilti. Tá nýskipanirnar vórðu settar í verk, datt ríkið sundur av teirri einfaldu grund, at fólkið ikki vildi hava eina kommunistiska skipan, og at tjóðirnar vildu seta á stovn síni egnu ríkir. Í 1991, eftir at USSR var syndrað, var USA tí í somu støðu sum Rómaborg eftir sigurin á Makedonia 190 f.Kr. Tað var einasta land á klótuni, sum kundi rópast eitt heimsveldi. Karthago týnt Vit kveita nú eina ferð enn aftur í fornøldina. Eftir sigurin á tí makedonska konginum Perseusi við Pydna 168 f.Kr. vóru róm- verjar einaráðandi í heiminum. Men lívið er soleiðis skikkað, at tað er ógjørligt at seta á stovn eina skipan, sum allastaðni og allar ævir beinir fyri óskili. Rómverjar sannaðu ferð eftir ferð, at hóast allar teirra legiónir vóru framvegis forherðingar eftir, óregerligir smákongar, óflættiligir býir. Og hetta, vreiði og illsinni yvir av samfelagsins entropi, er tað fimta umfarið í rómverskari ríkismenning. Tann alvaldi verð- ur ótolin, smásintur, hugmóðigur og at enda høpisleyst eirinda- leysur. Rómverjar vístu henda atburð móti serliga trimum ríkjum. Tá ið ófriður tók seg upp í Grikkalandi, eftir at Makedonia var fallið, lótu teir Korinth leggja í oyði og gjørdu íbúgvarnar til trælir. Eina viðferð av sama slag fekk borgin Numantia í Spania 133 f.Kr. Ta ringastu lagnuna fekk Karthago. Miðskeiðis í 2. øld f.Kr. var landið komið fyri seg aftur handilsliga, men tað var á ongan hátt nøkur hóttan fyri rómverjar. Men øvundsjúka og smásinnu fingu teir at hyggja við rongum eygum suður um hav. Gamli Cato helt á at júka sítt niðurlag: Ceterum censeo Carthaginem esse delendam (Annars haldi eg, Karthago eigur at verða týnt). Frá tjóðveldi til imperium Ár 146 f.Kr. fingu rómverjar eina undanførslu til at hótta við bardaga móti Karthago. Ríkið í Afrika royndi at eftirlíka teirra krøvum, men til endans blivu tey so hørð, at karthagar ikki høvdu annað val enn at verja seg. Stríðið, sum nú brast á - Triðja Puniska Kríggj (149-146 f.Kr.) - minnir mest um bardagan um Stalingrad. Karthagar vardu sín bý hús úr húsi, til teirra seinastu stríðsmenn umkomust í flamm- unum frá Asklepios-templinum. Teir íbúgvar, ið eftir livdu, vórðu seldir á trælamarknaði, og býurin varð javnaður við jørðina. Her skuldi ongantíð aftur fólk búgva. Kríggini móti Korinth, Numantia og Karthago geva okkum eina mynd av teirri hálku, eitt heimsveldi kann glíða í. Hann, sum hevur almakt, missir ofta hógv og tamarhald. Valdið elur hugmóð, annara landa máttloysi elvir til einagongu. Gamlir lagsbrøður eru nú tegnar, sum helst eiga at akta. Í valdsins tómrúmi sprettur ótti fyri eins egnu almakt og vónloysi um, at eisini fyri hesi almakt er mark sett. Heimsveldið verður, sum Bender tekur til, til ein neurot- iskan risa. Alvaldið fær tí ofta eisini innanríkispolitiskar avleiðingar. Tað vald, sum ger um seg úteftir, kann eisini venda sær inneftir og umbroyta ta innaru skipanina. Í Rómaborg tók henda tilgongd eina slaka øld. Eftir einaræðið hjá Sulla (82-79 f.Kr.), tey bæði triumviratini og einaræðið hjá Cæsari var tað rómverska ríkið frá 27 f.Kr., tá Augustus fekk FRÁ TJÓÐVELDI TIL IMPERIUM Er nakað høpi í at samanlíkna tilgongdina í rómverskari og amerikanskari ríkismenning? Kerry fingið forsetan aftur Fyrr í heyst tóktist mangur republikanari, limur sum spunalækni, at halda, at George W. Bush fór at vinna ein ómakaleysan sigur á sínum mótmanni John F. Kerry á forsetavalinum tann 2. november. Bush var maðurin, sum eftir eitt lív á syndanna vegi hevði møtt Billy Graham og eftir hetta taldist millum tey rættvísu. Hann hevði víst fastleika í stríðnum móti yvirgangi. Hinvegin varð John Kerry lagdur undir at vera eitt vingl í sama stríði. Eftir tríggjar hólmgongur fyri opnum skíggja er henda myndin broytt. Í orðaskifti hevur Kerry sum heild staðið seg betur enn forsetin. Hann hevur víst fasta og tignarliga medferð, og fáur heldur hann í dag vera ein vingliskølt. Hann hevur dugað væl at greitt frá síni fíggjar-, sosial- og heilsupolitisku dagsskrá. Spenningur til tað seinasta Í løtuni stendur sostatt á jøvnum millum partarnar, og spenningurin tykist fara at vara til tað seinasta. Millum viðurskiftir, sum kunnu ávirka úrslitið, eru veljararakstur, peningastuðul frá fyritøkum og ríkmonnum, ella kanska onkur óvæntað hending. Fyri Bush er tað helst ein fyrimunur, at allar avleiðingarnar av Irak-krígnum ikki hava víst seg enn. Men aftan fyri dagsins ofta brotkendu og tilvildarligu framsíðu krógva seg størri spurningar. Er USA í dag eitt imperium? Vísir landið, eins og í fornøld tað rómverska ríkið, imperiala hugmóð? Kann landsins fólkaræði, eins og tað rómverska, vera undir imperialari hóttan? Beinhart stríð um olju Og: Er heimurin á veg inn í eitt tíðarskeið, har ikki hugmyndafrøði, átrúni ella yvirgangur telja mest, men heldur eitt beinhart stríð millum USA og onnur heimsveldi in spe (eitt nú Russland, ella kanska Kina) um tilfeingið í heiminum - fyrst og fremst olju? Í tveimum greinum, sum eru skrivaðar við støði í bókini Heimsveldið Amerika.Tann nýggja Rómaborg eftir týska søgumannin Peter Bender, tekur rithøvundurin Hanus Kamban hesar spurningar til umrøðu. Greinirnar koma á prent í Sosialinum í dag og næsta leygardag. Forsetavalið 2. november Við George W. Bush sum forseta tók USA seg burtur úr altjóða samstarvi um m.a. umhvørvisvernd, vápnadubbing og krígsbrotsgerðir Hannibal fór upp um Alpurnar við 37 fílum og o.u. 40.000 hermonnum í 218 f. Kr. Myndin er á silvurmynti, sum varð sligin í Spania til at fíggja bardagan Eftir álopið á World Trade Center fór USA undir at umhugsa kjarnorkukríggj móti m.a. Iran, Sýra, Norðurkorea, Russlandi og Kina Framhald á næstu síðu C M Y K 33 32