Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-31, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 31. oktober 2004síða 18

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 208 - 30. oktober 2004 Nr. 208 - 30. oktober 2004 35 valdið, eitt keisararíki. Repu- blikkin var niðurløgd med alla. Tann neurotiski risin Hyggja vit aftur at nútíðini, so kunnu vit leggja fyri við at staðfesta, at kríggini í Afghan- istan og móti Irak í mongum lutum eru ólík bardøgunum ímóti t.d. Korinth og Karthago. Krígg- ini hjá rómverjum vóru oyð- ingartiltøk burturav. USA er eftir kríggið móti stýrinum hjá Saddam Hussein farið undir at royna at umskapa Irak til eitt fólkaræði. (Skal ein samanbera, eru tað heldur Vietnam-kríggið ella tað russiska kríggið í Tsjetsjnia, ein kemur at hugsa um). Um vit hinvegin hyggja at gongdini sum heild síðan 1991, síggja vit ávísar líkleikar millum rómverska og amerikanska ríkis- menning. Eg fari her at taka nakrar fáar tættir fram. Í fyrsta lagi samstarvar heims- veldið ikki longur við onnur lond. Tað virkar í sjálvdrátti. Ein tanki aftan fyri ST, sum Roose- velt forseti legði so stóran dent á at fáa stovnað, var helst, at uttan sínámillum samarbeiði hevði heimurin onga framtíð. Í forseta- skeiðinum hjá George W. Bush hevur USA tikið seg burtur úr altjóða samstarvi á týðandi økjum, fyrst og fremst hvat umhvørvisvernd, vápnadubbing og krígsbrotsgerðum viðvíkir. Í øðrum lagi virðir heims- veldið ikki galdandi moralskar reglur. Í USA er hetta m.a. kom til sjóndar á tann hátt, at landið tekur sær rætt til, burturi sum heima, at handtaka, fongsla og revsa fólk, uttan at farri av prógvi er fyri, at tey hava gjørt nakað revsivert. Eitt annað dømi um tað sama er torturur (píning) sum partur av tí atburði, sum verður vístur fangum. Í triðja lagi hevur tann nýggja valdsstøðan við sær eina militari- sering, sum so við og við etur burtur ein hvønn hug til semju ella frið. Sovjetsamveldisins fall í 1991 var ein søguligur møgu- leiki. Í staðin fyri at brúka hesi løgir til at slóða fyri friði í heim- inum, valdi USA, heilt óneyðugt, at varðveita og sum frá leið styrkja sítt hervald og serstakligu sína kjarnorkuskipan. Eftir 11. sept. 2001 fór landið undir at hótta onnur lond við kríggi, eisini atomkríggi. Listin yvir tey lond, sum USA hevur sum álopsmál, fatar um o.u. 60 ríkir, teirra millum eisini Iran, Russ- land og Kina. Tann nýggja Rómaborg Í fjórða lagi hevur militariser- ingin av teirri sivilu tilgongdini við sær - líkasum í Rómaborg - at fólkaræðið verður umdefiner- að. Forsetin, einstakir ráðharrar og loynitænastan kveistra tað valda tingið til viks og taka, ofta á loyndum grundarlagi, allar avgerðir, og serliga avgerðir, sum hava við kríggj at gera. Um hesa tilgongd sigur blaðmaðurin Robert D. Kaplan soleiðis: Loynilig atferð er minni sjónsk og bíligari enn opin krígsavbjóð- ing ella tilbúgving...Minni og minni eigur at fara til demo- kratiska ráðførslu, tað veri seg við Kongressina ella ST. Eitt talandi dømi um hesa broyting er hugburðurin í USA mótvegis Rómaborgar søgu. Um tað mundið samveldið var sett á stovn, var tað tann rómverska republikkin, sum var hálovað. Í dag taka mangir amerikanarar við stoltleika Augustusar keisara- ríki fram sum fyrimynd. Despot- ar sum Tiberius keisari hava trokað frælsishetjur sum Brutus av vegnum. Tað hendir seg enntá, at tann nýggi amerikanski retorikkurin fær ein at hugsa um yvirmenniskjaheimspekina hjá Nietzsche, valdsdyrkanina hjá Georges Sorel eller enntá virðisrelativismuna hjá t.d. Hitler. Charles Krauthammer, kolumnistur á Washington Post, tekur braneggjaður soleiðis til: Amerika er ikki ein neyðar altjóða borgari. Tað er heimsins ráðandi makt, sterkari enn nakað veldi síðan Rómaborg. Sostatt hevur Amerika vald til at um- skapa normar, broyta væntanir og skapa nýggjar veruleikar. Hvussu? Við uttan umbering og eirindaleyst at seta sín vilja ígjøgnum. Hóast allan henda retorikkin hevur USA ikki enn somu sterku støðu í heiminum, sum Róma- borg hevði á Kristusar døgum. Lond sum Frakland, Bretland ella Kina kunnu t.d. als ikki samanlíknast við rómverskar landspartar. Tey viðurskiftir, sum eru tikin fram her, eru somuleiðis meira rák ella ábendingar enn full- førdar tilgongdir, og ivaleyst er tað hetta, sum ger dystin millum tann imperiala George W. Bush og tann (kanska) meira demo- kratiska John F. Kerry avgerandi - og kanska lagnutungan. Hvussu leingi varar valdsstøðan? Spyrja vit nú til seinast, hvønn møguleika USA hevur at varð- veita sína støðu sum heimsvald, kann peikast á m.a. tríggjar fak- torar ella tættir. Eingin av hesum faktorum var til í fornøld. So hóast ein samanburður millum Rómaborg og USA tykist viðkomandi í teirri vídd, talan er um menniskjansligan atburð ella um valdsins ávirkan á mansins lyndi og medferð, so eru fram- tíðar líkindi hjá báðum ríkjum treytað av fyribrigdum, sum ikki kunnu samanlíknast. Tann fyrsti tátturin er fyri- brigdið yvirgangur. Talan tykist her at vera um eitt slag av loyni- ligum, vatnrøttum, postmodern- aðum kríggi, sum lutvís sprettur úr rótloysi, lutvís úr tí vaksandi talinum av óloystum tvídráttum í heiminum, og lutvís úr tí legali- seraðu terrorismu, sum m.a. USA og Russland fremja dag- liga. Hesin yvirgangur tykist hava tað eyðkenni, at hann alsamt broytir háttalag og skap. Í somu løtu yvirgangsbólkar fáa fatur á kjarnorkuvápnum, kann teirra virki fáa avleiðingar, sum ikki er spáandi um. Tann næsti tátturin er búskap- ur. Heimsveldið USA er, við sína risastóru skuld, í eini potentielt hættisligari støðu. Einfalt sett upp tykist USA - við sínum stak ósunna búskapi - at grunda sína styrki á innflutning av fremm- andum gjaldoyra, sum verður umroknað til dollarvirði. Tilfeingið í heiminum Hugsar ein sær, at dollarin verð- ur avtikin sum heimsgjaldoyra og avrøktur av t.d. evruni, kann tann amerikanski búskapurin rapla - og taka heimsbúskapin við sær. Av somu orsøk er hugsandi, at dollarin verður verandi heims- gjaldoyra, og at USA sostatt varðveitir sína støðu. Vit standa her yvir av eini sjónhvørving, sum øll lond - fyri sína egnu skyld - velja at trúgva uppá. Tann triði, og kanska mest áhugaverdi, tátturin er tilfeingið í heiminum, og fyrst og fremst oljan. Sambært Michael T. Klare (Resource Wars. The New Landscape of Global Conflict, Henry Holt and Company, New York 2001) eru heimsins olja og tiltaksolja einamest savnað í tí sonevnda strategiska tríkant- inum: (1) Persiska Flógvanum, (2) Tí Kaspiska Brunninum og (3) Suðurkinahavinum. Taka vit nú USA, so brúkti landið í 2000 19,5 milliónir tunnur av olju um dagin av til- samans fyri allan heimin 77,1 milliónum tunnum um dagin. Men tiltaksoljan (reservaoljan) hjá USA var í 1999 30,5 milli- ardir tunnur av tilsamans í øllum heiminum 949,6 milliardum - t.e. bara 2,9%. Veruleikin er, at tiltaksoljan hjá USA kann vera uppi um 10-15 ár. Uppgerð millum USA og Kina? Hetta er tann harði veruleikin aftan fyri mangar av heimsins politisku og hernaðarligu krepp- um. Við sínum politikki síðan 1945 hevur USA støðugt økt um sítt tamarhald á heimsins olju- økjum. Tá ið USSR fór í søguna í 1991, kom USA eisini fram at Kaspiska Havi. Kríggini í Afghanistan og Irak kunnu eisini síggjast í hesum oljuljósi. Kappingin um at ogna sær tamarhaldið á hesum tilfeingi, sum fer at harðna við tíðini, fer at standa millum USA, Europa, Kina, Japan og Russland. Hyggur ein at tølum og nýtslu, sæst, at USA brúkar mest upp á seg av olju, men hevur sjálvt sera avmarkaða nøgd av henni. Við síni øgiligu fólkamongd og síni stóru menning er Kina (saman við India) tað landið, hvørs oljunýtsla í prosentum av heimsnýtsluni veksur skjótast (Í tíðarskeiðinum 1996-2020 er tann kinesiska oljunútslan mett at vaksa við 3,8% árliga, fyri Vestureuropa er sama talið 0,7% og fyri USA 1,2%). Men Kina hevur uppaftur minni av tiltaks- olju enn USA - bara 2,3% av heimsins tiltaksolju. Sostatt er ikki óhugsandi, at tann komandi stóra uppgerðin verður ímillum ta nýggju Róma- borg og Tað Himmalska Ríkið. Peter Bender: Weltmacht Amerika. Das neue Rom. Klett- Cotta. Stuttgart 2003. ISBN 3- 608-96002-3. Kina er (saman við India) tað land í heiminum, hvørs árliga oljunýtsla veksur skjótast. Men landsins oljutilfeingi er eins og tað hjá USA sera avmarkað. Hesi og onnur viðurskiftir kunnu hava við sær eina komandi uppgerð millum USA og Kina. Á myndini stórbýurin Shenzhen, avmyndaður úr erva Framhald av síðu 33 Seinasta heyst sendi 15 ára gamla Linda Jacobsen í Klaksvík eina skógvaeskju fulla av jólagávum til eitt ókent barn úti í heimi. Ikki gingu nógvir dagar, til Linda fekk bræv úr Ukraine - og tað gjørdi, at vinabond nú eru knýtt millum familju hennara og familjuna hjá eini lítlari ukrainskari gentu FORKUNNUG VINABOND Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo "Hello, Linda! My name is Yrena, I am 4,3 years old." Soleiðis skrivar ein lítil ukrainsk genta til fimtan ára gomlu Lindu úr Klaksvík. "Eg búgvi í Ukraine, nær Svarta Havinum, í lítla friðarliga býnum, Kotovsk. Túsund takk fyri jólagávuna! Hon er frálík, og eg eri so glað fyri hana. Eg eigi eina lítla systir, og omma og abbi búgva eisini hjá okkum. Linda, eg vóni, at vinabond kunnu verða knýtt millum teg og okkum. Farvæl, Linda og Gud signi teg!". Soleiðis ljóðar fyrsta brævið, sum Linda fekk úr Ukraine. Og vinir hevur lítla Yrena sanniliga fingið í familjuni á Traðagøtu 28 í Klaksvík. Á einari talvu í køkinum hjá Lindu og teimum hanga myndir av Yrenu og familju hennara. Mamma og pápi Lindu eita Bergfríð og Josias, og hjá teim- um býr eisini omma Lindu, sum nú hevur fingið enn fleiri at binda upp á, enn hon hevði frammanundan. Á sofaborðinum í stovuni liggja bæði hosur, vøttir og brølapa, sum omman hevur bundið at senda til Yrenu og lítlu systir hennara, Kristinu. Enn eitt bræv Nakað seinni fekk Linda aftur bræv úr Ukraine, og hesaferð var brævið frá sekstan ára gamla Vadim. Pápi Yrenu, sum er djóralækni, hevði myndina av Lindu við á arbeiðsplássið, har mamma Vadim eisini arbeiðir. Vadim sá myndina av Lindu og gjørdi av at skriva til hennara. Hann skrivar, at hann so brennandi ynskir sær eina far- telefon. Men í Ukraine eru far- telefonir ógvuliga dýrar, og har hava skúlanæmingar ikki loyvi at arbeiða eftir skúlatíð. Tí hevur hann ikki stórar møguleikar at savna saman til fartelefonina og vónar tí, at vinir hansara fara at hjálpa honum at savna nóg mikið av peningi. Fyri nøkrum mánaðum síðani sendi Linda ein pakka til russ- isku vinir sínar, men nú var so long tíð gingin, uttan at tey frættu nakað. Tí hildu tey, at pakkin mundi vera blivin burtur. Men meðan eg siti og skrivi hesar reglur, ringir Bergfríð at fortelja mær, at tey júst nú hava fingið bræv úr Ukraine, har tey takka fyri pakkan, sum tey hava fingið úr Føroyum. Christmas Child Tað er gjøgnum tiltakið, Christ- mas Child, at Linda sendi skógvaeskjuna við jólagávunum. Bergfríð sigur, at hon heldur, at tað er sera gott fyri tey ungu at læra seg at geva og síggja, at tað eru ikki øll, sum hava tað so gott sum vit. – Vit hava tað so gott í Føroy- um, og tað er so skjótt at taka alt fyri givið. Men gjøgnum hetta eru vit í hvussu er komin nærri at fólkum, sum ikki hava tað eins lætt og vit. Hóast tey ikki eru fátøk ella arbeiðsleys, so kann tað ikki samanberast við yvir- flóðina, vit liva í, sigur hon. Aftur í ár hevur Linda savnað eina fulla eskju av gávulutum. Men hon skal ikki rokna við at fáa bræv frá barninum, sum fær gávu hennara í ár, tí nógv av børnunum, sum fáa gávueskjur- nar, eru so illa fyri, at tey hava ongan møguleika at senda bræv. Linda er nú vorðin 16 ára gomul, og hon gongur í 10. flokki í skúlanum á Ziskatrøð. Eftir skúlatíð arbeiðir hon í Alfa bókahandli - og tað er tað eingin, sum kann nokta henni, tí í Før- oyum er eingin lóg, sum forðar skúlaungdómi at tjena sær pening. Skógvaeskja knýtti spennandi vinabond Aftur í ár hevur Linda savnað eina fulla eskju av gávulutum. Men hon skal ikki rokna við at fáa bræv frá barninum, sum fær gávu hennara í ár, tí nógv av børnunum, sum fáa gávueskjur, eru so illa fyri, at tey hava ongan møguleika at senda bræv Tað er sunnudagsskúlin, Lívdin í Hoyvík, ið stendur fyri Christmas Child-tiltakinum, og í morgin verða skógvaeskjurnar latnar inn har. Síðani er tað Skipafelagið, sum ókeypis flytir eskjurnar til Onglands, haðani so uppaftur onnur taka sær av at bera fátøkum børnum úti í heimi gávurnar. Jú fleiri eskjur koma inn, fleiri verða børnini, ið fáa jólagávur - børn, sum annars einki eiga og kanska ongantíð í lívinum hava fingið eina gávu áður. Um tú ynskir at verða við í tiltakinum næsta ár, er tað eitt gott hugskot longu nú at fáa tær eina skógvaeskju og byrja at leggja gávulutir í beinanvegin. Á tann hátt kanst tú keypa góðar gávulutir so við og við. Tú kanst lesa meira um tiltakið á heimasíðunum, www.livdin.fo ella www.samaritanspurse.org. Fýra ára gamla Yrena úr Kotovsk í Ukraine, sum gjøgnum Christmas Child-tiltakið fekk jólagávu frá Lindu úr Klaksvík Mamma og pápi Yrenu, Natalya og Slavik og lílta systir hennara, Kristina. Bamsuna hevur Yrena fingið saman við øðrum gávulutum í skógvaeskjuni frá Lindu Húskið á Traðagøtu 28 í Klaksvík hava veruliga tikið ukrainsku familjuna til sítt hjarta. Kristina,omma Lindu, hevur bundið hosur, vøttir og brølapu at senda Yrenu og lítlu systir hennara, Kristinu C M Y K 35 34